HEIM

Býráðsfundur 27. februar 2020 kl. 17.00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen

Ikki møtt: Selinda í Heiðunum, Kári Egholm Jacobsen og Terje B. Vestergaard

8/20: Framtíðar hølisviðurskifti hjá Frítíarskúlanum við Stóra
Framroknað verður barnatalið í frítíðarskúlaaldri uml. 110 næsta skúlaár og tá rúmast ikki øll í hølunum við Stórá í Rituvík

Trivnaðardeildin hevur í eina tíð, saman við leiðsluni í Frítíðarskúlanum og leiðsluni í skúlanum, arbeitt við at finna alternativar møguleikar til frítíðartilboð afturat hølunum í Rituvík.

-Trivnaðarnevndin mælir til, at frítíðartilboð verður veitt børnum í 2 flokki í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum og at hølini verða tillagað og góðkend til virksemið.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

9/20: Umvælingartørvur í samband við góðkenning av Kvinnufelagshúsinum til barnaansing
Um Kvinnufelagshúsið skal brúkast til barnaansing, er neyðugt við ávísum umvælingum fyri t.d. at lýka brunakrøv. At gera garderobu, betri wc viðurskifti og seta upp ljóðplátur á mið- og loftshæddini.

-Trivnaðarnevndin mælir til at  raðfesta íløgu á 580 tkr. til Kvinnufelagshúsið av íløgujáttanini til umvælingar av kommunalum bygningum soleiðis, at bygningurin kann góðkennast til frítíðarskúla.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini um at raðfesta íløgu á 580 tkr til Kvinnufelagshúsið burtur av samlaðu íløgujáttanini.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og fíggjarnevndini.

 

10/20: Meirútreiðslur av frítíðarskúlatilboði
Tá partur av frítíðarskúlatilboðnum flytir í Kvinnufelagshúsið, verða eyka útreiðslur í samband við rakstur av hølunum.

-Trivnaðarnevndin mælir til at veita 67.000 kr vanligan rakstur og kr. 90.000 sum eingangsíløgu til smærri innbúgv og leikur.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og at virksemið verður hildið innanfyri avsetingina á RS 340.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og fíggjarnevndini.

 

11/20: Umsókn um gravi- og byggiloyvi og lendi til veðurstøð á Heltnini
Í samband við at Landsverk skal seta eina veðurstøð upp á Heltnini við Oyndarfjarðarvegin, verður søkt um, at kommunan útvegar lendi til veðurstøðina. Eisini verður søkt um graviloyvi og byggiloyvi til eina trafostøð.

-Tekniska nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

12/20: Umsókn um sundurbýti Yviri á Dal
Umhvørvisstovan hevur sent umsókn um frábýti av uml. 38.100 m2 burturav matr. nr. 278a Glyvra bygd til samanlegging við matr. nr. 278b, í samband við víðkan av smoltstøðini á Glyvradali.

Býráðið hevur samtykt at leggja eitt uml. 52.000 m2 størt vinnuøki á Glyvradali, sum Heilsu- og innlendismálaráðið eisini hevur góðkent.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

13/20: Umsókn um marknaumskipan í Rituvík
Umsókn um frábýti av einum uml. 850 m2 stórum stykki burturav matr. nr. 195a til samanlegging við matr. nr. 195b Tofta bygd.

Matr. nr. 195b liggur í sethúsaøki, meðan matr. nr. 195a liggur í landbúnaðarøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta umsóknini, tí økið, sum søkt verður um at frábýta, liggur í E-øki (landbúnaðarøki)

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

14/20: Umsókn um marknaumskipan í Saltangará
Sp/f Miðberg søkir um marknaumsikipan millum matr. nr. 184 og 185 soleiðis, at matr. nr. 184 letur 90 m2 til matr. nr. 185 Glyvra bygd.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at gagna umsóknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

15/20: Sp/f Miðberg søkir um loyvi til útbygging
Byggiverk søkir vegna Sp/f Miðberg um byggiloyvi til útbygging av bakarínum suðureftir móti grannabygninginum.

Í býarplaninum liggja bygningarnir í A-miðstaðarøki. Her er tað vanligt, at bygningar eru samanbygdir við brandmúri ímillum.

Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi treytað av, at marknaumskipanin millum matr. nr. 184 og 185 verður gingin á møti.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

16/20: Earth Hour

-Umhvørvisnevndin mælir til, at Runavíkar kommunu eins og tvey tey seinastu árini luttekur í átakinum Earth Hour og sløkkir gøtuljósini leygarkvøldi 28 mars.

Kostnaðurin av at sløkkja gøtuljósini liggur um 10.000 kr.

-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

17/20: Kongshavnar Havnarstýri – ársroknskapurin fyri 2018

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Kongshavnar Havnarstýri fyri roknskaparárið 2018.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

18/20: Kongshavnar Havnarstýri – fíggjarætlanin fyri 2020

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársfíggjarætlanina hjá Kongshavnar Havnarstýri fyri fíggjarárið 2020.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

19/20: Nýtt valstað á Skála
Nú húsini hjá Eldrafelagnum Kumlá á Skála eru seld, er neyðugt at flyta valstaðið sum hevur verið í húsinum í nógv ár.

-Fíggjarnevndin mælir til, at nýggja valstaðið fyri bygdirnar Skála og Skálafjørð framyvir verður í Ítróttarhøllini á Skála.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

20/20 Mentanarstuðul – Várið 2020
9 umsóknir komu inn í samband við útlutanina av mentanarstuðli. Samlað verður søkt um 463.000 kr. til allar verkætlanirnar.

-Mentanarnevndin mælir til at útluta 79.000 kr. hesaferð til 6 av umsóknunum.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

21/20: Standmynd í Funningi
Uppskot er um, at seta upp standmynd í Funningi – Grími Kamban til minningar.

Borgarstjórin mælir til, at fíggjarleisturin verður á leið hin sami sum til standmyndina í Elduvík.

-Fíggjarnevndin mælir til at brúka tær 25.000 kr, sum er parturin hjá fyrrverandi Elduvíkar kommunu, av læknahúsinum á Eiði, sum stovnsfæ til Minnisvarða-nevndina, tá hendan er skipað og viðtøkur fyri felagið samtyktar.

 

22/20: Umsókn um uppískoytisstykki í Rituvík
Søkt verður um loyvi at keypa 465 m2 burturav matr. nr. 164 at leggja afturat grundstykkinum matr. nr. 170 í Rituvík. Búnaðarstovan hevur sent kommununi umsóknina til ummælis.
Økið, sum søkt verður um at keypa, liggur í B-øki (Bústaðarøki). Ein gøta liggur í økinum, sum grannahúsini hava brúkt, men hendan er ikki lýst sum atkoma til stykkið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin staðfestir, at tað er upp til eigaran av lendinum at gera av, um selt verður sambært umsókn og vísir til løgfrøðilig upprit um málið.

-Býráðið hevur á fundi 27/2-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.