HEIM

Býráðsfundur 27. apríl, kl. 17.00 í Skála skúla

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Varalimir:       Sæunn Ólavsdóttir Hansen

Ikki møtt:       Etly Nord Højgaard og Kári Egholm Jacobsen

 

42/17: MAP Arkitektar søkja vegna Innara Miðhaga um byggiloyvi til nýggja rætt á matr. nr. 58a, Skála bygd.

Økið sum ætlanin er at byggi rættina á, liggur í E1 øki (Inngarðs øki), sum liggur beint uppat E2 øki (uttangarðs øki).

Tekniska deild mælir til at markið millum E1 og E2 øki omanfyri bátahylin, verður flutt 200 m suðureftrir. Landsverk hevur givið loyvi til, at rættin verður bygd við ávísum treytum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

43/17: Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 276ab Glyvra bygd.

Bilhúsið sum søkt verður um at byggja, er munandi størri enn byggisamtyktin loyvir. Smb. Kap. 1, § 10 kann byggivaldið geva smávegis lættar frá ásetingunum í byggisamtyktini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta byggiloyvi, tí nevndin metir ikki, at talan er um smávegis frávik.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

44/17: Umsókn um byggiloyvi til at byggja afturat av uppíbygningi á matr. nr. 101 Tofta bygd.

Tað sum søkt verður um loyvi at byggja afturat uppíbygninginum á matr. nr. 101 í Runavík er 29 m2 og er innanfyri loyvda markið fyri bygging á grundstykkinum. Longdin móti granna verður 10,5 m. Smb. Byggisamtyktini skal longdin av bygningi móti grannamarki ikki verða meira enn 8 m.

Hæddin á bygninginum er 2,6m. Smb Byggisamtyktini skal hann ikki verða meira enn 2,5m.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi, tí nevndin metir, at talan er um smávegis frávik. Málið skal sendast eigarunum av matr. nr. 102 Tofta bygd til grannahoyring.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

45/17: Møgulig broyting av býarplani og byggisamtykt á Skála.

Í samband við ætlanini hjá P/F Mest at inniloka dokkini á Skála, verður neyðugt at broyta ásetingarnar fyri D22 øki á Skála um umsóknin skal kunna játtast.

Tekniska deild mælir til at skipa fyri einum borgarafundi á Skála, har Mest greiðir frá ætlanini og at gjørd verður ein serstøk byggisamtykt fyri byggingina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at borgarafundur verður hildin á Skála um miðjan mai um byggiæltanina hjá P/F Mest.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini. Eisini verður mælt til at biðja P/F Mest um at koma við visualisering frá Skála skúla og norðureftir og frá Akkersvík og suðureftir.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini. Samtykt varð, at borgarafundur verður á Skála 23/5-2017 um ætlanina hjá P/F Mest.

 

46/17: Sersamtykt fyri byggiøki við Blikagøtu

Osbjørn Jacobsen, arkitektur hevur gjørt eitt skitsuuppskot um hvussu komandi útstykkingin við Blikagøtu kann skipast, soleiðis at mest fæst burturúr økinum.

Tekniska deild mælir til, at støða verður tikin til, um haldast skal fram við fyriliggjandi uppskoti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at Osbjørn Jacobsen heldur áfram og kemur við lidnum uppskoti til fundin í juni og at tá verður farið undir at projektera.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

47/17: Losjan Vitin á Skála søkir um stuðul til at skifta vindeygu og hurðar.

Søkt verður um stuðul til tilfar til útskiftan av vindeygum og hurðum í bygningi teirra, so at bygningurin kann nýtast til ungdómsvirksemi, tónleik, bingo, hugnakvøld v.m.

-Mentanarnevndin mælir til at játta 71.218 kr. til vindeygu og hurðar.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

48/17: Búnaðarstovan sendir umsókn um grundstykki í Skálafirði til ummælis.

Búnaðarstovan sendir umsókn frá Kelduni í Skálafirði til ummælis, har søkt verður um loyvi at keypa 20.000 m2 av hagapartinum Skálafjall.

Teknisku deild vísir á, at um umsóknin verður viðmæld, er ikki longur møguleiki fyri bygging av fótbóltshøll á hesum økinum, sum einaferð ætlað.

-Mentanarnevndin mælir til at «leysgeva» økið til annað endamál enn fótbóltsvøll.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini frá Samkomuni Kelduni.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

49/17: 2. viðgerð av eykajáttan til nýtt tak á Glyvra skúla.

Nú tilboðini uppá at skifta takið á bygninginum móti suðri eru innkomin, er lægsta tilboðið 257t kr. hægri enn avsett er á fíggjarætlanini til arbeiðið.

Mælt verður til at 300t kr verða fluttar av RS 751 (íløga í havnalag) til RS 413 (íløga í skúlabygningar) so arbeiðið kann verða gjørt í ár.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við at 300t kr. verða fluttar frá RS 751 til RS 413.

-Fíggjarnevndin tekur undir við at flyta 300t kr. av RS 751 til RS 413.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

50/17: Umsókn um fíggjarlinga stuðul til nordiska verkætlan.

Søkt verður um stuðul til nordiska verkætlan um nordiska mytologi

-Mentanarnevndin mælir til at stuðla verkætlanini við ókeypis leigu í Løkshøll

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

51/17: Ársroknskapurin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2016.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið fyri 2016.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

52/17: Val av nýggjum kommunalum umboði í nevndina fyri Fornminnisfelagið Forna.

Helgi Lamhauge Petersen heitir á býráðið um at velja annan nevndarlim fyri seg í nevndini í Fornminnisfelagnum Forni.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at velja Selindu í Heiðunum sum nevndarlim og Etly Nord Højgaard um varalim í nevndini fyri Fornminnisfelagið Forna.

 

53/17: Val av nýggjum nevndarlimi í Skálafjarðar kommunala Sløkkilið.

Helgi Lamhauge Petersen heitir á býráðið um at velja annan nevndarlim fyri seg í Skálafjarðar kommunala Sløkkilið.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at velja Jonhard Danielsen í nevndini fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið.

 

54/17: Framtíðar frítíðaransing í Runavíkar kommunu.

Við vaksandi barnatalinum, sum hevur verið seinastu árini, verður neyðugt at planleggja hvussu framtíðar frítíðaransingin (í løtuni frá 0-2 flokk) skal skipast, tí plásstrot kemur at verða í verandi kørmum.

-Trivnarnevndin mælir til at seta ein arbeiðsbólk at koma við tilráðing um hvussu frítíðarskúlatilboðini eiga at skipast í framtíðini. Í nevndini skulu verða umboð frá Frítíðaransingini og skúlunum í Rituvík og á Skála. Arbeiðið skal verða liðugt í heyst.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

55/17: Uppnevnan av grundsformonnum til hvalvágna í Skálafirði.

Sýslumaðurin biður um uppskot til uppnevnan av grindsformonnum fyri fyribils góðkendu hvalvágna í Skálafirði.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at skjóta upp 4 grindsformenn og 2 varamenn til fyribils góðkendu hvalvágna í Skálafirði.

 

56/17: Val av hegnsýnisnevndum fyri Skála/Skálafjørð, Funningsfjørð/Elduvík, Funning og Oyndarfjørð.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við uppskotinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini um val av limum í hegnsýnisnevndirnar fyri Skála/Skálafjørð, Funningsfjørð/Elduvík, Funning og Oyndarfjørð.

 

57/17: Stuðul til Ungdómshúsið á Toftum.

Nes kommuna sigur frá, at tey hava økt stuðulin til Ungdómshúsið á Toftum og spyr, um Runavíkar kommuna er sinnað at stuðla ungdómshúsinum á Toftum fíggjarliga um so er, at kommunan ikki hevur fingið eitt tilboð til ungdómin.

-Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.