HEIM

Býráðsfundur 26. januar 2017

 Býráðslimir:       Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi L. Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári E. Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

 

 

1/17: Grót frá Eystur- og Sandoyartunnlunum

Góðkenning av avtaluni við P/F Eystur- og Sandoyartunlar um grótmóttøku úr undirsjóvartunlinum.

Avtalan inniber, at Runavíkar kommuna tekur ímóti 58% av grótmongdini, sum er uml. 409.000 m3

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna avtaluna við P/F Eystur- og Sandoyartunlar um grót úr undirsjóvartunlinum.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

2/17: Avtøka av vegservitutti á matr. nr. 59 í Søldarfirði

Ein gamal vegservituttur gongur ígjøgnum matr. nr. 59. Mælt verður til at strika servituttin, tí ein almenn gøta er gjørd tætt við, sum samanbindur Gerðisveg og Søldarfjarðarveg.

-Tekniska nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at strika servituttin.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

3/17: Rakstrarætlan fyri 2017 fyri Kongshavnar havnarstýri

Stýrið fyri Kongshavnar havnarstýri hetur sent rakstrarætlanina hjá felagsskapinum til góðkenningar. Nettoinntøkan er 725.000 og rakstrarútr. Kr. 425.100.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna rakstrarætlanina fyri 2017.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

4/17: Val av valstýrum og valnevnd fyri býráðssetuna 2017-2020

-Fíggjarnevndin hevur gjørt uppskot til val av limum í valnevndina og tey 7 valstýrini í kommununi og mælir til, at tikið verður undir við uppskotinum um val av nevndar- og stýrislimum.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

5/17: Val av 2 limum í skattakærunevndina

Í skattakærunevndina fyri Eysturoy skulu veljast 7 limir og 7 varalimir, harav skal Runavíkar kommuna velja 2 limir og 2 varalimir í nevndina.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

6/17: Jógvan Christiansen søkir um byggiloyvi til goymslubygning á matr. nr. 142a á Skála

Søkt verður um at byggja ein 72 m2 stóran goymslubygning í tveimum hæddum á matr. nr. 142a á Skála. Tekniska deild deild mælir til at játta byggiloyvi.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

7/17: Keyp av havnarøki í Søldarfirði

Talan er um økið ímillum kajøki (Bátahylin) og vegin Oman á Sand matr. nr. 90a og 116a tilsamans uml. 1.600 m2. Økið skal leggjast saman við havnarøkinum D12 í býarplaninum.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at kommunan ognar sær lendi millum havnarøki og vegin.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

8/17: Yvirtøka av Fólkafundinum

Mentanardeildin hevur verið í samráðingum við Advent Events Management um yvirtøku av konseptinum Fólkafundurin.

-Mentanarnevndin mælir til at arbeiða víðari við einum uppleggi, hvussu mentanarvika og fólkafundur kann samskipast.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.

 

9/17: Endurskoðan av kommunustýrisskipanini og fundarskipanini hjá Runavíkar kommunu

Í samband við skipan av nevndum fyri valskeiðið 2017-2020, var semja um at skipa eina nýggja nevnd “Náttúru- og Umhvørvisnevndin”. Í hesum sambandi verður neyðugt at tillaga kommunustýrisskipanina hevur fyrisitingin gjørt uppskot til tillagingar í samband við nýggju nevndina.

-Fíggjarnevndin mælir til at arbeitt verður víðari við uppskotinum um broyting av kommunustýrisskipanini til næsta fund.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at arbeiða víðari við uppskotinum til broyting av Kommunustýrsisskipanini fyri Runavíkar kommunu.