HEIM

Býráðsfundur 30.06.2016 kl. 17.00

Býráðslimir:    Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Magnus Rasmussen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

Ikki møtt:        Terje B. Vestergaard

 

69/16: Gøta millum Hjallaveg og Leitisveg.

Áheitan frá íbúgvum á Hjallavegi um at gea eina gøtu millum Hjallaveg og Leitisveg.

Smb. kostnaðarmeting frá Tekn. deild verður gøta/trappa mett at kosta uml. 250.000 kr. Eingin peningur er avsettur á fíggjarætlanini til hetta arbeiði.

-Tekniska nevnd staðfesti á fundi 22/6-2016 at býráðið ikki hevur avsett pening á fíggjarætlanini í ár til hetta arbeiði.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

70/16: Busskýli í Søldarfirði

Landsverk hevur gjørt uppskot til busskýli á vestaru síðu á Søldarfjarðarvegi norðanfyri ELIM og er arbeiðið klárt at bjóða út.

–Tekniska nevnd tekur undir við, at at arbeiðið verður gjørt samsvarandi tekningum hjá Landsverk.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

71/16: Alment wc í Funningsfirði

Borgari í Funningsfirði heitir á kommununa um at fáa alment wc í Funningsfirði.

-Mentanarnevndin mælir at arbeitt verður við eini heildarætlan fyri almennum wc í kommununi. Eingin peningur er avsettur á fíggjarætlan í ár til endamálið.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

72/16: Gøta millum Norðurhædd og Hjallaveg.

Áheitan frá Terja B. Vestergaard um at gera eina gøtu millum Norðurhædd og Hjallaveg.

Smb. kostnaðarmeting frá Tekn. deild verður gøta/trappa mett at kosta uml. 250.000 kr. Eingin peningur er avsettur á fíggjarætlanini til hetta arbeiði.

-Tekniska nevnd staðfesti á fundi 22/6-2016 at býráðið ikki hevur avsett pening á fíggjarætlanini í ár til hetta arbeiði.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

73/16: Upplatingartíðir í Barnaansingini

Áheitan er komin frá foreldrum, um at barnagarðurin letur upp kl. 7.15 í staðin fyri kl. 7.30.

-Sosiala nevnd heldur tað vera umráðandi, at møguleiki er fyri barnaansing fyrr á morgni fyri tey foreldur, ið hava tørv á tí. Fyri 2016 er talan um ein eyka kostnað uppá 30.000 kr, sum kann finnast ár RS 380 í ár. Meirkostnaðurin fyri 2017 verður uml. 66.000 kr.

-Fíggjarnevndin mælir til, at 30.000 kr verða nýttar av RS380 Barnaansing felags í ár og at málið verður tikið upp í samband við fíggjarætlanina fyri 2017.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

 

74/16: Søgan hjá Runavíkar kommunu.

Borgarstjórin hevur sett uppskot fram um, at fáa søguna hjá kommununi skrivaða í bók.

-Mentanarnevndin hevur samtykt at leggja uppskotið fyri býráðið um heimild til at arbeiða víðari við uppskotinum.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

75/16: Eysturoyar Røktar- og Ellisheim søkir um byggiloyvi til dur.

Teknisstovan í Gøtu søkir, vegna Eysturoyar Røktar- og Ellisheim, um byggiloyvi til dur framman fyri verandi felagsrúm og fysioterapi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

76/16: Vetrarfriðing í Funningsfirði.

Áheitan er komin frá bøndrum um at vetrarfriða Funningsfjørð.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at samráðast við partarnar um vetrarfriðing og at taka málið upp í samband við fíggjarætlanina fyri 2017.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

77/16: Byggiloyvi til nýtt missiónshús í Rituvík

Byggiráð søkir vegna Missiónshúsið í Rituvík um loyvi at taka verandi bygning niður og um byggiloyvi til nýtt missiónshús. Eisini verður søkt um loyvi at keypa matr. nr. 213, sum er grannastykki sunnanfyri.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

78/16: Byggiloyvi til seyðahús í Funningsfirði

Rodmundur Nielsen søkir um byggiloyvi til seyðahús, rætt og veg til seyðahús í haganum hjá Pállstovufestinum í Funningsfirði.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini treytað av, at Landsverk góðkennir íbindingina í landsveg og at friðingarmyndugleikin góðkennir ætlanina.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, treytað av at øll viðurskifti í samband við køst, frárensl o.tl. verður gjørt smb. ásetingarnar.

 

79/16: Frábýti av grundstykki til seyðahús í Funningsfirði

Rodmundur Nielsen søkir um at frábýta eitt 3.500 m2 stórt grundstykki til seyðahús og rætt burturav matr. nr. 236a í Funningsfirði.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti, treytað av, at viðkomandi myndugleikar eisini geva loyvi.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

80/16: Sundurbýti av grundstykkjum omanfyri vatnbrunnarnar í Saltangará

Býarplansbroyting er lýst fyri økið omanfyri vatnbrunnarnar í Saltangará, har uppskot er um at broyta øki til sethúsaøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at luta økið sundur í uml. 12 grundstykkir til einkult sethús og fyrireika frábýti so tey kunnu fremjast so skjótt sum býarplanurin er góðkendur.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndini til viðgerðar.

 

81/16: Komandi útstykking við Blikagøtu í Runavík.

Byggi- og býarskipanarnevndin staðfestir, at kappingin fyri økið við Bligagøtu er liðug og vinnarin “Eyes of Runavík” er funnin. Nevndin mælir til, at umsitingin skipar fyri eini tilgongd, har áhugaðir partar (m.a. entreprenørar og íleggjarar) verða kunnaðir um ætlanina og økið annars. Endamálið er at kunna taka støðu til, hvørt vinnarauppskotið kann fremjast í verki. Nevndin mælir til, at umsitingin ger eina ætlan fyri økið, sum verður lagt fyri nevndina aftur í august.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndini til viðgerðar.

 

82/16: Broyting av veganavni í Runavík.

Uppskot frá borgara um at broyta navnið á vegnum, sum gongur niðan til fyrstu niðursetuhúsini í Runavík. Í ár eru tað liðin 100 ár síðan fyrstu húsini vórðu bygd í Runavík.

-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur ikki nakra tilráðing til málið, men leggur málið fyri býráðið til støðutakan.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndini og at umsitingin arbeiðir við at gera uppskot til reglugerð fyri, hvussu gøtunøvn verða ásett.

 

87/16: Setan av samskipara til Ítróttar- og mentanarøkið.

Býráðið hevur á fundi 30/06-2016 samtykt at seta Bárður Højgaard í starv sum samskipara fyri Ítróttar- og Mentanarøkið.