HEIM

Býráðsfundur 26.05.2016 kl. 16.00

Býráðsfundur 26. mai 2016

Býráðslimir:    Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen, Arnfinn Langgaard og Kristian Gaardbo.

 

54/16: Eykajáttan – Nýggj tekja til Ítróttarhøllina á Skála

Tá fíggjarætlanin fyri 2016 varð løgd, var játtanin til gólv og tak til Ítróttarhøllina ov lítil og vísir tað seg, at takið er val dýrari enn mett, serliga tí arbeiðið við dúki undir tekjuna varð mett ov lágt og arbeiðið við at taka asbest takið burtur ikki varð tikið við.

Tekniska deild mælir tileina eykajáttan áljóðandi 700.000, soleiðis at bæði gólvið og takið á ítróttarhøllini á Skála kunnu verða skift í ár.

-Fíggjarnevndin mælir til alt játta eina eykajáttan áljóðandi kr. 700.000 kr til takið á Ítróttarhøllini.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

55/16: Eykajáttan – Vatnveitingin av Skála

Nú arbeiðið at leggja vatn um fjørðin er um at verða liðugt og kostnaðurin uppgjørdur, vísir tað seg at tørvur er á eini eykajáttan uppá 3.740.000 kr (tá er íroknað 440.000 kr sum vóru avsettar í 2015, men ikki brúktar). Har umframt viðtók býráðið í februar at leggja vatn út eftir Mýrunum til Rituvíkar, nú SEV er farið undir at grava eina grøv fram við vegnum og møguleiki er at leggja vatnleiðingina í somu grøv, fyri ein væl minni kostnað, enn um kommunan skuldi gjørt tað sjálv. Kostnaðurin fyri hetta er 700.000 kr.

Tekniska deild mælir til at játta 4.400.000 kr til vatnveitingina.

Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og heitir á fíggjarnevndina um at útvega eina eykajáttan áljóðandi 4.400.000 til endamálið.

-Fíggjarnevndin mælir til alt játta eina eykajáttan áljóðandi kr. 4.4 mió. kr. til vatnveiting.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

56/16: Eykajáttan til umbygging av Heilsudeplinum í Runavík

Sosiala deild vísir á, at í samband við at tá fíggjarætlanin varð løgd, vóru 300.000 kr avsettar fyri 2016 til umbygging av Heilsudeplinum og at avtalað varð, at restin (av fíggingarpartinum hjá Runavíkar kommunu) skuldi útvegast við eykajáttan. Nú er arbeiðið komið væl áleiðis og mælir Sosiala deild til, at veita eina eykajáttan áljóðandi kr. 700.000 kr til umbyggingina.

Nes kommuna hevur útvega fígging til sín part av umbyggingini.

-Sosiala nevnd hevur samtykt at beina málið um eykajáttan til fíggjarnevndina.

-Fíggjarnevndin mælir til alt játta eina eykajáttan áljóðandi kr. 700.000 kr Heilsudepilin.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

 

57/16: Eykajáttan til Skálafjarðarsamstarvið

Í tveimum umførum í 2015 hava kommunurnar í Skálafjarsamstarvinum verið noyddar at veita eykajáttan til rakstur av Økistænastuni við Skálafjørðin, tí játtanin frá landinum ikki rakk til, hóast økið varð rikið á sama hátt, sum undan yvirtøkuni.

Játtanin frá løgtinginum uppá 3.3 mió. kr. er ikki tikin við í fíggjarætlanini hjá kommununum fyri 2016

Leiðslan fyri Økistænastuna við Skálafjørðir vísir á, at bygningarnir treingja til ábøtur, umframt at fleiri rakstrartól treingja til at verða skift út. Leiðslan mælir til, at hesin peningur verður játtaður til viðlíkahald, umbygging og útvegan-/útskifting av rakstrartólum, sum stórur tørvur er á.

-Sosiala nevnd mælir til at taka undir við áheitanini frá leiðsluni fyri Økistænastuna við Skálafjørðin um at tær 3,3 mió. kr. verða brúktar til íløgur, ábøtur og broytingar í Skálafjarðarsamstarvinum.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.

-Býráðið hevur á fundi 28/04-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

 

58/16: Ársroknskapurin fyri Økistænastuna við Skálafjørðin 2015.

Samlaði kostnaðurin av eldraøkinum í 2015 fyri Skálafjarðarsamstarvið er 62.160.978 kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

59/16: Ársroknskapur hjá Kongshavnar Havnarstýri fyri 2015

Ársroknskapurin, sum er góðkendur í nevndini fyri Skálafjarðar Havnarstýri gevur eitt rakstraravlop uppá 503.886 kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

60/16: Ársroknskapurin fyri Runavíkar kommunu fyri 2015

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til ársroknskap fyri 2015, sum Sp/f Januar og Sp/f Grannskoðarastovan hava grannskoðað.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

61/16: Býarplansbroyting vestan fyri Berøa í Saltangará.

Berøa hevur keypt afturat grundstykkinum vestureftir í samband við æltaða útbygging, og er í hesum sambandi er neyðugt at broyta býarplanin, um útbygging vestan fyri verandi bygning kann játtast.

-Byggi- og býarplansnevndin mælir til at uml. 465 m2 av D-økinum verður broytt til C7-øki.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

62/16: Frábýti av grundstykkjum á Høgabóli.

Byggiráð søkir vegna R. Jacobsen um frábýti av 5 grundstykkjum burtur av matr. nr. 211o, 211l, 211n og 209c í Saltangará.

-Byggi- og býarskipanarnevdin mælir til at góðkenna umsóknina.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

63/16: Samanlegging av tveimum grundstykkjum í Rituvík.

J. Gaardlykke søkir um at leggja grundstykkini matr. nr. 152 og 157 í Rituvík saman í eitt stykki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

64/16: Skúlin í Funningsfirði.

Bønhúsnevndin í Funningsfirði setir fram ynski um, at tillaga eina skúlastovu í Funningsfirði til teirra virksemi.

Fundur hevur verið við Bønhúsnevndina og Staðbundnu nevndina fyri Elduvík og Funningsfjørð um málið.

-Mentanarnevndin mælir til, at bønhúsnevndin fær loyvi til at bøta um stovuna suðureftir, so hon betri kann nýtast til bønhús og tey bera útreiðslurnar av hesum.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

65/16: Umsókn um matstovuloyvi.

Politiið sendir umsókn frá Steakhous Café og Restaurant um matstovuloyvi til ummælis.

Tekniska deild metir ikki, at tað eru tekniskar forðingar fyri at geva loyvi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

68/16: Samskipari til mentanarøkið

Kommunan hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur á ítróttar- og mentanarøkinum við Løkin og metir Mentanardeildin, at tíðin er komin at samskipa virksemið í kørmunum betur.

Meðan Skúlin við Løkin við kvøldskúla og musikkskúla hava fastar karmar kring virksemi sítt, og Bókasavnið er í fremstu røð, tá um mentanartiltøk ræður, so manglar ein yvirskipað samskipan á ítróttar- og mentanarøkinum.

-Býráðið samtykti á fundi 28/04-2016 at seta ein bólk, mannaður við borgarstjóranum, formanninum í Mentanarnevndini, Mentanarleiðaranum og Starvsfólkaleiðaranum, til tess at koma við einum endaligum uppskoti um innihaldið í starvinum sum samskipari á Mentanar- og ítróttarøkinum til næsta regluliga fund hjá Mentanarnevndini og hevur bólkurin gjørt tilmælir til mentanarnevndina.

-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá bólkinum.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.