HEIM

Býráðsfundur 25. januar 2018 kl. 17.00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Ikki møtt: Helgi L. Petersen og Kristian Gaardbo

 

1/18: Tálming av ferðlsuni í Oyndarfirði

Jóhan Vest heitir á kommununa um at seta hámarksferðina inni í bygdini í Oyndarfirði niður til 30 km/t.

-Tekniska nevnd mælir til at fáa Ferðslunevndina at virka aftur og at leggja hetta málið fyri Ferðslunevndina.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

2/18:  Bingjur sum goymsla í longri tíðarskeið

Tað standa nógvar bingjur runt um í kommununi, sum verða brúktar til goymslu o.a., bæði við og uttan loyvi. Summar hava staðið so leingi, at eingin varar av teimum longur.

-Umhvørvisnevndin mælir til at nokta loyvi til at seta bingjur upp til goymslu v.m., men at Tekniska deild kann geva loyvi til styttri tíðarskeið, tá tað er neyðugt at brúka bingjur í samband við bygging, flutning av vøru o.tl.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2018 samtykt at beina málið aftur í Umhvørvisnevndina.

 

3/18: Umsókn um keyp av geira á Skála

H. J. Johannesen søkir um at keypa ein uml. 65 m2 stóran geira burturav matr. 257s til samanlegging við matr. nr. 135b.

Vísandi til at kommunalir leiðingar liggja í geiranum, sum søkt verður um at keypa, mælir Tekniska deild frá at selja hendan geiran.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at ganga umsóknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

4/18: Umsókn um nýtt vegsamband í Rituvík

D. Olsen søkir um at matr. nr. 156 verður knýtt í nýggja veginí Kass, í samband við nýggju útstykkingina, sum verður gjørd í Rituvík.

Í projektinum fyri útstykkingina gongur nýggi vegurin ímóti trøðni matr. nr. 150a, sum er landsjørð og kemur so statt ikki í nærheitini av mar. nr. 156.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at ganga umsóknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

5/18: Reglur fyri gøtuljósum/útiljósum á kommunalum og privatum øki

Tá talan er um gøtu-/útiljós eru nakrar ógreiðar mannagongdir um, hvør skal rinda fyri nýstlu og viðlíkahald av hesum. Mælt verður til at fáa greiðar reglur á økinum.

-Tekniska nevnd mælir til, at kommunan bert rindar fyri gøtuljós á almennum vegi, gøtum og parkeringsplássum, meðan privat parkeringsøki v.m. verður rindað av avvarðandi eigarum.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2018 samtykt at beina málið aftur í Teknisku nevnd.

 

6/18: Broyting av býarplaninum - havnalagið

Í samband við útfyllingina til nýggju rundkoyringina í Rókini við tunnilsmunnan verður neyðugt at broyta býarplanin fyri økið í Rókini.

Kommunan hevur gjørt avtalu við Tunnilsfelagið um at útfylla uml. 15.000 m2 afturat D1-økinum í Rók og hevur Tekniska deild gjørt uppskot til broyting av býarplaninum fyri hetta økið, sum mælt verður til at góðkenna.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum um at víðka D1-øki í Rókini við 15.000 m2

-Vinnu og havnarnevndin mælir til at víðka D1-øki í Rókini við 15.000 m2

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

7/18: Broyting av býarplani – Útstykking uppi í Leitinum, Saltangará

Í samband við ætlaðu útstykkingina uppi í Leitinum verður neyðugt at víðka B-øki eystur eftir.

Tekniska deild mælir til, at B-økið verður víðkað eystur eftir til kotu 100, svarandi til økið, sum kommunan hevur keypt til nýggju útstykkingina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

8/18: Serflutningstænastan - Endurskoðan av avtalu      

Sáttmálin um serflutning er útgingin og støða skal takast til, um hann skal framleingjast ella endurskoðast.

-Trivnaðarnevndin mælir til at framleingja sáttmálan til 30/6-2018 um samstarvskommunurnar taka undir við hesum. Eisini varð samtykt at kanna, um serflutningurin kann samskipast við aðra koyring.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

9/18: Setan av starvsfólk at taka sær av umhvørvismálum

Tað hevur ikki verið kapacitetur á Teknisku deild til, í nóg stóran mun, at taka sær av umhvørvismálum og tí liggja nógvar av hesum uppgávum á láni og støðan á økinum er ikki nøktandi. Mælt verður til, at sett verður eitt umhvørvisfólk at taka sær av og hava ábyrd av hesum málum.

-Umhvørvisnevndin mælir til, at umhvørvisfólk verður sett í starv.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/1-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini og fíggjarnevndini.