HEIM

Býráðsfundur 22. mars 2018 kl. 17.00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Ikki á fundi: Helgi Lamhauge Petersen

28/18: Bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum

Árni Winther, arkitektar, søkja um byggiloyvi til nýggja kirkju á Glyvrum og hava sent nýggjar visualiseringar og aðra staðseting. Í fyrra uppskotinum var staðsetingin 18 metrar frá vegmiðju og hæddin 14 metrar omanfyri veghæddina á landsvegnum. Hetta er nú broytt soleiðis, at teinurin frá vegmiðju er 26 metrar og hæddin røkkur áleið 11 metrar uppum veghæddina á landsvegnum.

Seinast málið var fyri í nevndini (BBN), varð víst á, at ein fráboðan um eitt gamalt sornhús í økinum, var send kommununi. Heitt er á Søvn Landsins um at gera eina meting um sodnhúsgrundina og at máta hana upp. Henda máting er ikki framd enn.

Tekniska deild mælir nevndini til at meta, um innsenda tilfar gevur eina nøktandi lýsing av verkætlanini, og um hetta kann verða grundarlag undir serstakari byggisamtykt fyri verkætlanini at byggja nýggja kirkju á Glyvrum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin metir, at innsendu visualiseringarnar eru nøktandi og mælir til, at gjørt verður uppskot til serstaka byggisamtykt fyri økið.

-Býráðið hevur á fundi 22/3-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

29/18: Umskipan av uttangarðs jørð á Skála.

Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn, um umskipan av uttangarðsjørð 63-248a, 63-247a og 63-114a á Skála, til ummælis. Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 22/3-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

30/18: Umsókn frá SEV um byggiloyvi til flytan av trafostøð í Runavík.

SEV søkir um byggiloyvi til nýggja trafostøð í Runavík, sunnan fyri Barnagarðin á Mýrunum, í staðin fyri støðina, sum stendur har nú. Staðsetingin, sum søkt verður um, er nakrar metrar norðari og eystari enn verandi støð. Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi til nýggja trafostøð, sum søkt verður um.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 22/3-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

31/18: Tíðaravmarkað parkering í grótbrotinum við Bónus.

Áheitan er komin frá handilslívinum um at broyta ásetingina fyri parkering í grótbrotinum, tí eftir hondini verður grótbrotið í stóran mun brúkt til parkering hjá starvsfólkum á ymsum stovnum kring um í býnum og eru ov fáir støðubásar til kundar hjá handlunum.

-Av tí at ferðslunevndin ikki hevur verið virkin, mælir Tekniska nevnd til, at ferðslunevndin fæst at virka aftur og at málið verðu latið nýskipaðu Ferðslunevndini til viðgerðar.

-Býráðið hevur á fundi 22/3-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd um at fáa málið til viðgerðar í Ferðslunevndini.

32/18: Útlutan av mentanarstuðli.

Eftir umrøðu í mentanarnevndini, hevur Etly N. Højgaard, býráðslimur, gjørt uppskot til annan leist fyri, hvussu mentanarstuðulin skal útlutast.

Siðvenjan higartil hevur verið, at borgarar og felagsskapir hava kunnað søkt um stuðul til verkætlanir alt árið, og at mentanarnevndin síðan hevur tikið støðu til hvørja einstaka umsókn sær.

Í mentanarálitinum, sum varð gjørt á heysti 2016, er uppskot um at endurskoða leiðreglurnar fyri mentanarstuðul.

-Mentanarnevndin mælir til at skipa mentanarstuðulin eftir nýggja leistinum og at útluta eftir hesum leisti fyrstu ferð aftaná 1. oktober í ár, og at lýst verður við hesum í góðari tíð frammanundan.

-Býráðið hevur á fundi 22/3-2018 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini, sum hevur við sær, at Mentanarnevndin viðgerð ella játtar stuðul í samráð við Mentanardeildina samsvarandi mentanarálitinum. Útlutanin eftir hesum leisti verður latin fyrstu ferð eftir 1/10-2018.

33/18: Kommunugjald fyri børn í frítíðaransingini í Kelduni.

Frískúlin Keldan heitir at kommununa um fíggjarligan stuðul til ansing av børnum í frítíðarskúlanum (aftaná skúlatíð) fyri børn í forskúlanum og í 2 flokki.

Kommunan rindar frammanundan fyri børn í frítíðarskúlanum, sum ganga í 1 flokki. Í løtuni er tað ongin onnur kommuna sum stuðlar Frískúlanum í Kelduni við gjaldi til frítíðarskúlan.

Fyri næmingar í Frískúlanum gjalda kommunurnar pr. næming sambært Frískúlalógini.

-Trivnaðarnevndin býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin mælir frá at játta umsóknini um stuðul til frítíðarskúla fyri børn í forskúla og 2. Flokki, meðan minnilutin mælir til at játta stuðul til frítíðarskúla fyri børn í 2. flokki.

-Fíggjarnevndin samtykti á fundi 19/3-2018 at leggja viðtøkuna í Trivnaðarnevndini fyri Býráðið til støðutakan.

-Á býráðsfundinum 22/3-2018 vórðu framsett 3 broytingaruppskot:
1. Borgarstjórin setti fram broytingaruppskot um at beina uppskotið aftur í Trivnaðarnevndina.
Uppskotið varð felt við 1 atkvøðu fyri (Torbjørn Jacobsen) og 9 atkvøðum ímóti (Terje Beinar Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum)

2. Síðani varð atkvøtt um meirlutatilmælið frá Trivnaðarnevndini um ikki at veita ansingarstuðul til 2. flokk, men framhaldandi at stuðla ansing í 0. og 1. flokki.
Uppskotið varð felt við 3 atkvøðum fyri: (Torbjørn Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir og Kristian Gaardbo) og 7 atkvøðum ímóti (Terje Beinar Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jóhan Vest, Selinda í Heiðunum)

3. At enda varð atkvøtt um broytingaruppskot, sum Kári E. Jacobsen og Terji B. Vestergaard settu fram á fundinum, har mælt verður til at taka undir við minnilutanum í Trivnaðanevndini “...at veita ansingarstuðul til 2. flokk”.
Hetta uppskot varð samtykt við 7 atkvøðum fyri (Terje Beinar Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jóhan Vest, Selinda í Heiðunum) og 3 atkvøðum ímóti (Torbjørn Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Kristian Gaardbo).