HEIM

Býráðsfundur 29.09.2016 kl. 17.00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Magnus Rasmussen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen,
Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

95/16: Grundstykki á Ídnaðarøkinum á Hálsi.
JHR-Entreprenørar eiga eitt grundstykki Yviri á Hálsi og søkja um loyvi at keyp ein part av grannastykkinum matr. nr. 47r.
-Byggi- og býarskipanarnendin mælir til at selja JHR-Entreprenørum ½ av matr. nr. 47r til samanlegging við grundstykki teirra matr. nr. 47q.
-Býráðið hevur á fundi 29/9-16 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina.

96/16: Samanbinding av Fjarðarvegi og Bakkavegi.
Fyri at binda Fjarðarveg og Bakkaveg saman mangla 300m og mælir Tekniska deild til, at avlopsgrót frá komandi útstykking verður brúktur til vegin og at játtanin verður brúkt burturav játtanini til havnarbygging.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at taka undir við tilráðningini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/9-16 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

97/16: 2. Viðgerð av eykajáttan til útstykking í Saltangará.
Tekniska deild hevur gjørt tvey uppskot til hvussu økið oman fyri vatnbrunnarnar í Saltangará kann býtast upp í grundstykkir. Pláss kann verða fyri 11 grundstykkjum á uml. 500-540 m2 ella 17 stykkjum á uml. 340 m2 til tøtt-lág hús.
Tekniska deild mælir til, at arbeitt verður við eini planloysn við støði í tí tørvi, sum bíðilistin til grundstykki vísir.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Fíggjarnevndin mælir til at arbeiðið verður fíggjað við at flyta kr. 500.000 av RS 63502, 1. mió. av RS 63510, 1. mió. úr gjaldførinum og 0,5 mió. við grundstykkjasølu.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini. Íløgan verður fíggjað við 0,5 mió. kr. Av RS 63502, 1 mió. kr. Av RS 63510 og eini eykajáttan á 1,5 mió. kr.
-Býráðið hevur á fundi 29/9-16 samtykt, við aðru viðgerð, at íløgan verður fíggjað við 0,5 mió. kr. av RS 63502, 1 mió. kr. Av RS 63510 og eini eykajáttan á 1,5 mió. kr.

98/16: Fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2017.
Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2016 fyri Runavíkar kommunu.
Á fundi 6/9-2016 ásetti býráðið fíggjarkarmin at verða:
Inntøkur:
Persónsskattur133,5
Felagsskattur 16,0
Eftirlønarskattur 31,5
Útreiðslur:
Fíggjarkostnaðir 16,5
Rakstur140,0
Íløgur 24,5
Eftir fyrstu viðgerð í nevndunum eru samlaðu uppskotini til rakstur 2,7 mió. kr. hægri enn samtykti fíggjarkarmurin. Har umframt er ein økingin uppá 1,2 mió. (uppskot frá “Roðanum”) ikki tikin við.
-Fíggjarnevndin heitir á nevndirnar um at finna sparingar í rakstrarútreiðslunum til 2. viðgerð av fíggjarætlanini.
-Býráðið hevur á fundi 29/9-16 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini til 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2017.

99/16: Larmur og útlát frá russiskum skipum, sum liggja við bryggju í kommununi.
Runavíkar kommuna og Runavíkar Havn hava móttikið fleiri klagur um larm og útlát frá russiskum skipum seinastu tíðina.
Seinastu mánaðirnar hevur Runavíkar Havn gjørt ljóðmátingar. Skráseting av royki verða eisini gjørd, saman við skráseting av hvørji skip liggja við bryggju dag fyri dag.
-Vinnu- og havnarnevndin hevur ikki nakað tilmæli, men mælir til at málið verður umrøtt í býráðnum.
-Býráðið hevur á fundi 29/9-16 umrøtt málið. Vísandi til, at Siri Stenberg, landsstýriskvinna hevur boðað frá, at hon fer at leggja málið um larm og útlát frá skipum, sum koma í føroyska havn, fyri løgtingið í heyst, samtykti býráðið at bíða við viðgerðini av hesum máli, til landsmyndugleikin er komin til eina niðurstøðu.