HEIM

Býráðsfundur 29. juni 2017 Kl. 17.00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Ikki møttir: Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen

71/17: Sersamtykt fyri Blikagøtu í Runavík/Saltangará.
Ósbjørn Jacobsen, ark., hevur gjørt skitsuuppskot til útstykkingina við blikagøtu, soleiðis at sum mest fæst burturúr lendinum.
Tekniska deild mælir til at taka undir við skitsuuppskotinum og at arbeiða víðari við projektering og at gera sersamtykt fyri økið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

72/17: Broyting av býarplaninum í Saltangará.
Møgulig broyting ásetingunum fyri økið ímillum Grannatún og vegin á Heygnum í Saltangará.
Tekniska deild mælir til at økið verður verður broytt frá C8-øki (Almenn endamál) til B-øki (Bústaðarendamál) og mælir frá at binda Grannatún saman við Traðarveg.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild. Eisini varð samtykt at frámatrikulera vegin á Líknargøtu og at Tekniska deild arbeiðir við uppskoti til møguliga bygging av raðhúsum oman fyri vegin á Líknargøtu.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

73/17: Broyting av ásetingini í byggisamtyktini fyri neystaøki.
Tekniska deild mælir til at ásetingin í byggisamtyktini fyri D-neystaøkini verður broytt soleiðis: at tað ber til at innrætta frítiðarbústað omaná neyst har tað verður mett ráðiligt og treytað av, at møguleiki er at binda í góðkenda kloakk og at niðara hæddin verður varðveidd sum neyst. Eigarin av neystinum rindar allar útreiðslir í sambandi við íbinding í góðkenda kloakk. Tað er ikki loyvt at hava fastan bústað í neystaøkjum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

74/17: Frábýti av grundstykki á Glyvrum
Eigararnir av matr. nr. 131 á Glyvrum søkja um at fáa frábýtt uml. 660 m2 burtur av grundstykki teirra, niðan móti ætlaðu leingingina av Hjallavegi. Grundstykkið er 1.382 m2 til støddar.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini ámøti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

75/17: Framhald Lygnisvegi í Søldarfirði
Kommunan eigur 8 grundstykkir við Lygnesveg í Søldarfirði, sum vegur ikki er til.
Tekniska deild mælir til at seta arbeiði í gongd at projekta framhald av Lygnesvegi í Søldarfirði.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

76/17: Tilbúgvingarætlan fyri Nes- Sjóvar- og Runavíkar kommunu
Tilbúgvingarnevndin fyri SKS hevur góðkent uppskotið til Tilbúgvingarætlan fyri Nes- Sjóvar og Runavíkar kommunum og mælir bý- og bygdaráðunum í samstarvinum um at samtykkja Tilbúgvingarætlanina.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd, við teirri broyting at ásetingin í § 11 um uppsagnartreytir verður broytt.

77/17: Ítróttarstuðulin 2017
Mentanarnevndin mælir til at útluta ítróttarstuðulin eftir samlaðum útreiðslum, limatali og hølisútreiðslum soleiðis um skotið er upp.
Eisini mælir til, at feløgini, fyri at fáa stuðul 2018, skulu lata kommununi limayvirlit.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

78/17: Hølisviðurskifti til fjórða kommunulæknan á Heilsumiðstøðini í Runavík
Heilsutrygd spyr um Kommunurnar við Skálafjørðin eru sinnaðar at útvega umstøður til tann 4. kommunulæknan í Skálafjaðrar læknadømi.
Stórur tørvur er á at uppnormera til 4 kommunulæknar við Skálafjarðar læknadømi og mælir Sosiala deild til, at arbeitt verður fram í móti at útvega høli til uppnormeringina við tí fyri eyga, at fáa fjórða kommunulæknan í starv sum skjótast.
-Trivnaðarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

79/17: Stýrið fyri Missiónshúsið í Rituvik søkir stuðul til alternativa orkuloysn
-Vísandi til løgfrøðiligt upprit í øðrum máli av sama slag, mælir fíggjarnevndin frá at veita stuðul til hesa verkætlan.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum fíggjarnevndini.

80/17: Grundstykkjaprísur í ávís grundstykkir, sum hava staðið á sølulista í longri tíð
Umsitingin hevur gjørt yvirlit yvir grundstykkir, sum hava staðið til sølu í áravís, men áhugin at keypa hevur ikki verið til staðar. Talan er um 30 grundstykkir.
-Fíggjarnevndin mælir til at prísurin fyri hesi stykkini verður ásettur til 90,- kr m2.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

81/17: Stuðul til vinarbýin hjá Runavíkar kommunu Uummannap í sambandi við flóðaldu
Fíggjarnevndin mælir til at veita 200.000 kr í stuðul til bygdina Nuugaatsiaq, sum liggur í Uummannaq fjørðinum og mælir býráðnum til at veita eykajáttan.
-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.