HEIM

Býráðsfundur 28.01.2016 kl. 17:00

 

 

 

Býráðslimir:

 

 

 

Tórbjørn Jacobsen, Magnus Rasmussen Bárður K. Nielsen, Jónleyg Hammer, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

Varalimir:                Kristian Gaardbo fyri Terja B. Vestergaard

Ikki møtt:                Helgi L. Petersen og Kári E. Jacobsen

 

1/16: Drive-in Bio í Saltangará.

J. Lamhauge søkir um loyvi at reka eitt Drive-in Bio á økinum matr. nr. 246s (p-øki) í Saltangará nøkur kvøld um vikuna.

-Mentanarnevndin hevur á fundi 15/1-16 mælt til at játta umsóknina og mælir til at beina málið í Teknisku nevnd til viðgerðar.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini, treytað av, at Tekniska nevnd viðgerð málið og tekur undir við, at p-økið kann verða brúkt til ætlanina.

 

2/16: Umsókn um byggiloyvi til dokk á Skála.

Skipasmiðjan Mest søkir um loyvi til at inniloka dokkina á Skála.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at arbeiða víðari við málinum, sum eisini ber við sær broytingar í byggisamtyktini.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

3/16: Broyting av býarplani og byggisamtykt fyri Skála.

Í samband við umsókn um bygging av dokk, er neyðugt at broyta býarplanin og byggisamtyktina fyri Skála.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til, at býarplanurin og byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at serligt loyvi verður avsett í býarplaninum, sum loyvir hægri bygningum á økinum við dokkina, enn verandi byggisamtykt loyvir.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

4/16: Virkisgrundstykki í Grótbrotinum á Skála.

Tórleif Hansen søkir um grundstykki í grótbrotinum á Skála til bygging av virkisbygningi í staðin fyri ídnaðargrundstykkið, sum hann hevur fingið til keyps, oman fyri bátahylin í Skálafirði.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin taka undir við ætlanini hjá Teknisku deild um, at Tórleif fær loyvi at ogna sær grundstykki í grótbrotinum ímóti at kommunan fær ognina niðri við bátahylin aftur.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

5/16: Neystaøki í Søldarfirði.

Møgulig býarplansbroyting í samband við nýtt neystaøki í Søldarfirði.

Uppskot er komið um at gera nýtt neystaøkið frá Trøllaklett í Søldarfirði til størri neyst, serliga til frítíðarbátar.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at Tekniska deild ger verkætlanina meira ítøkiliga, fyrireikar býarplansbroyting og broyting í byggisamtyktini, sum eisini loyvir summarbústøðum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við, at Tekniska deild um at gera verkætlanina meira ítøkiliga og at fyrireika broyting av býarplaninum og møguliga broyting av byggisamtyktini.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

6/16: Vegasambandið til og frá Eysturoyartunnilinum.

Í samband við staðseting av tunnilsmunnanum í Rókini, mælir Tekniska deild til at fyrireika íbindingarvegirnar og ferðsluna til broyttu umstøðurnar.

-Vinnu- og havnarnevndin, Tekniska nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndin taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at seta arbeiðsorku av at viðgera ferðslumynstrið og vegakervið til broytta ferðingarmynstrið.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin, Teknisku nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

7/16: Lendi til Eysturoyartunnilin.

Landsverk søkir, vegna Eysturoyartunnilin, um at kommunan letur 893 m2 burturav matr. nr. 93a Tofta bygd, sum kommunan eigur, til vegin til tunnilin.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at lata umsókta lendi til veg til tunnilin.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

8/16: Broyting av býarplaninum í Søldarfirði í samband við oljugoymslurnar.

Í samband við útbygging av oljugoymslum í Søldarfirði, er neyðugt at víðka D-økið í býarplaninum og somuleiðis at broyta byggisamtyktina í økinum.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at nýtt pkt. verður gjørt í býarplaninum og tilhoyrandi pkt. í byggisamtyktini, sum loyvir hægri bygningum.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

9/16: Útstykking á Høgabóli í Saltangará.

Byggiráð søkir um loyvi at gera útstykkingarveg til sethúsaøki á Høgabóli. Talan er um part av matr. nr. 209a og matriklarnar 211k, 211n og 211o í Saltangará, við íbindingin í Heiðaveg sunnan fyri Bank Nordik.

-Tekniska nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um loyvi at gera útstykkingarvegin til byggiætlanina.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

10/16: Garðavegur í Søldarfirði

Liðuggerð av sunnari end av Garðavegnum í Søldarfirði við gongubreyt, kantsteinum, vendiplássi og spilli- og regnvatnsleiðingum.

-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at seta arbeiðið í verk og at arbeiðið verður fíggjað av konto 670 (Vegir og øki) og 660 (Spillivatn).

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

11/16: Víðkan av kirkjugarðinum í Rituvík.

Kirkjuráðið í Rituvík mælir til, at kirkjugarðurin í Rituvík verður víðkaður.

-Byggi- og býarplansnevndin mælir til, at kommunan ognar sær lendi til víðkan av kirkjugarðinum og at broyta býarplanin í hesum sambandi. Mælt verður somuleiðis til, at seta pening av á fíggjarætlanini fyri 2017.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

12/16: Býarplansbroyting á Glyvrum.

Uppskot um broyting av býarplaninum á Glyvrum (matr. 134 og part av 101a) frá C9-øki (Alment endamál) til A1-øki (Miðstaðarendamál) í samband við umsókn um grundøki til handilsbygning.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta býarplanin á økinum har «Glyvra Bio» stóð soleiðis, at uml. 2.345 m2 av C9-økinum verður broytt til A1-øki.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

 

13/16: Landsvegurin oman fyri bygdirnar Søldarfjørður - Runavík.

Í landsvegaætlanini hevur nýggjur landsvegur seinastu uml. 40 árini verið planlagdur at liggja omanfyri bygdirnar frá Søldarfirði til Runavíkar.

Landsvegurin verður neyvan lagdur í hesum lendi og liggur í vegin fyri øðrum ætlanum í økinum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at fyrireika broyting av býarplaninum, har landsvegurin omanfyri bygdirnar verður tikin burtur úr ætlanini.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin og at málið síðan verður lagt fyri býráðið til viðgerðar aftur.

 

14/16: Kongshavnar havnarstýrið – Rakstrarætlan fyri 2016.

-Fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið til rakstrarætlan fyri Kongshavnar Havnarstýri fyri 2016, við eini mettari inntøku uppá kr. 850.000,- og einum rakstraravlopi uppá kr. 345.750,-. Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

15/16: Læknahúsini á Eiði.

Eiðis kommuna spyr, um Runavíkar kommuna er sinnað at lata Eiðis kommunu sín part í læknahúsunum á Eiði. Talan er um ognarpartin, sum Funnings kommuna átti í læknahúsunum. Læknadømið er fyri kortum broytt og hoyra borgarar í Funningi nú til Heilsudepilin við Skálafjørðin.

-Sosiala nevnd og Fíggjarnevndin mæla til at selja kommununar part í læknahúsinum á Eiði til Eiðis kommunu.

-Býráðið hevur á fundi 28/1-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og Fíggjarnevndini.

 

16/16: Eldrasambýlið á Skála.

Karl Rasmussen og Bárður K. Nielsen heita á býráðið um at virka fyri, at ætlanin at niðurleggja virksemið á Eldrasambýlinum á Skála verður slept.

-Sosiala nevnd mælir til at leggja málið fyri býráðið.

-Borgarstjórin setti fram uppskot um at samtykkja, at Runavíkar býráð heitir á umboðini, sum sita í Skálafjarðar samstarvinum vegna Runavíkar kommunu, um skjótast gjørligt at mæla Skálafjarðar samstarvinum til, at brúkið av ymsu ognum tess verður tikið upp til nýggja viðgerð, vísandi til skjal nr. 3 í máli 16/16