HEIM

Býráðsfundur 30. apríl 2015 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

1.
J. nr. 15/00254: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 179 í Oyndarfirði.

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/4-15 mælt til at játta byggiloyvi við ávísum treytum, sum Tekniska deild mælir til.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2015 samtykt, at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
J. nr. 15/00181: Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 233-234 á Skála.

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/4-15 mælt til at játta byggiloyvi við ávísum treytum, sum Tekniska deild mælir til.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2015 samtykt, at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
J. nr. 14/00558: Umsókn um byggiloyvi til útbygging av bygninginum hjá Rás2 matr. nr. 80e í Søldarfirði.

Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi við ávísum treytum sum Tekniska deild mælir til, m.a. at tillaga tekningarnar soleiðis, at byggistigið er innanfyri markið sum ásett í byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2015 samtykt, at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
J. nr. 15/00074: Útlutan av Ítróttarstuðli 2015 til feløgini í kommununi.

Mentanarnevndin mælir til, at ítróttarstuðulin verður útlutaður feløgini eftir nýggjum býtislykli, har hølisleiga verður innroknað sum ein partur av stuðlinum, soleiðis, at gjald ikki verður kravt fyri hølisleigu framyvir.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2015 samtykt, at taka undir við tilráðingini frá Mentanarnevndini.

5.
15/00041: Ársroknskapurin fyri Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2014.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til ársroknskap fyri 2014, sum Sp/f Januar og Sp/f Grannskoðarastovan hava grannskoðað.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2015 samtykt, at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2014.