HEIM

Býráðsfundur 29. januar 2015 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen, Arnfinn Langgaard og Katrin Absalonsen.

1.
J. nr. 14/00806: SEV søkir um loyvi at leggja sjókaðalar um Skálafjørð og framvið vegnum frá Rókavegi til Gl. Stoypivirki við Heiðaveg og víðari inn á Bakka.

-Tekniska nevnd mælir til at játta umsóknina við ávísum treytum.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

2.
J. nr. 15/00042: SEV søkir um lendi til bygging av transformarastøð norðan fyri Magn støðina í Saltangará, á øki, sum er partur av økinum, sum Magn leigar.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at játta umsóknini, treytað av, at Magn gevur tilsøgn um lendi og at bygningurin verður gjørdur snøggur, so hann hóskar til býarmyndina og at eingin gangur kemur frá bygninginum.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
J. nr. 14/00558: Sp/f 2xJ-Bygging søkir um byggiloyvi til høvuðsumvælan av bygningi á matr. nr. 80e í Søldarfirði og at húsið fær eina hædd afturat.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini, treytað av, at byggistigið ikki fer upp um 0,5 og hæddin ikki fer upp um 6,5m, sum ásett í byggisamtyktini.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
J. nr. 14/00845: TN-Bygging søkir vegna Bústaðir um byggiloyvi til íbúarbygning við 16 íbúðum á Blikagøtu í Runavík.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknina.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

5.
J. nr. 14/00770: Vælveru Fitness søkir um byggiloyvi til umbygging av eigaraíbúð nr. 1 á matr. nr. 153f í Saltangará til fitnescentur.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi við ávísum treytum um teknik-/goymslurúm og rýmingarleið, smb. tilvísing frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

6.
J. nr. 13/00293: Broyting av E2-økinum í Saltangará til B-øki, sum umfatar, at ein uml. 100 m2 stórur geiri verður lagdur afturat B-økinum.

Broytingin hevur ligið frammi og er einki mótmæli ella broytingauppskot komið og mælir Tekniska deild til at staðfesta ætlaðu býarplansbroytingina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

7.
J. nr. 14/00849 – 15/00066: Áskoðaraskýli við Løkin.

Fyri uml. 10 árum síðan varð fundamentið til áskoðaraskýlið stoypt, men síðan er ikki meira hent við verkætlanini. Nú hevur fyritøkan, sum teknaði skýlið, vent sær til kommununa við tilboði um at veita skýli, nú fyritøkan hevur aðra verkætlan í kommununi og tí kann bjóða kommununi skýlið fyri ein sera rímiligan prís (1,15 mió kr.)
-Mentanarnevndin mælir til, at taka av tilboðnum og at partar av arbeiðinum verður gjørt sum sjálvboðið arbeiði og at verkætlanin verður fíggjað yvir 3 ár.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til játta byggiloyvi til skýlið.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

8.
J. nr. 15/00064: Val av kommunalum umboði í skúlastýrið. Karl Rasmussen, sum er valdur sum kommunalt umboð í skúlastýrið á Skála, hevur biðið um at varamaðurin tekur sæti fyri hann í nevndini.

-Mentanarnevndin mælir til, at Tórbjørn Jacobsen verður fastur limur í skúlastýrinum á Skála, umboðandi býráðið og at Karl Rasmussen verður varalimur.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

9.
J. nr. 14/00729: Samskipan av ansingartilboði til børn við serligum tørvi.

-Sosiala nevnd mælir til, at námsfrøðiligur ráðgevi verður settur til umsiting av tilboði og fyriskipanum til børn í barnaansingini, sum hava serligar avbjóðingar.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.

10.
J. nr. 14/00626: 2 viðgerð av Fíggjarætlan fyri 2015 «við eldraøkinum».

Í sambandi við at eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015, var neyðugt at tillaga fíggjarætlanina hjá kommununi fyri 2015 samsvarandi.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt, við aðru viðgerð, at fíggjarætlanin fyri 2015 verður broytt við hesum upphæddum í samband við eldraøkið:
Inntøka: Flyting frá landinum 30,790 mió.
Útreiðsla: Rakstur av eldraøkinum 30,310 mió.
Íløgur: Í smb. við eldraøkið 28,705 mió.

11.
J. nr. 15/00806: Uppskot um broyting av kunngerð um val til Løgtingið og kommunurnar.

-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 samtykt at taka undir við uppskotinum, tó ynskir býráðið at hoyra borgararnar í Funningi, Elduvík, Funningsfirði og Skálafirði áðrenn støða verður tikin til spurningin um at niðurleggja smáu valstøðini í kommununi.
Samtykt við 8 atkvøðum fyri, tveimum ímóti og einari blankari atkvøðu.