HEIM

Býráðsfundur 28. mai 2015 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

1.
J. nr. 14/00681: Endurgerð av grótkastinum í Lamba, sum fórst í ódnarveðri veturin 2013.

Í 2014 varð samtykt at gera hetta arbeiðið og varð peningur avsettur til endamálið, men tá arbeiðið ikki varð gjørt í 2014, fall játtanin sostætt burtur. Áðrenn arbeiðið kann setast í verk, verður neyðugt at avseta 625.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2015 til hesa íløgu.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 625.000 kr til grótkastið í Lamba.

2.
J. nr. 14/00709: Asfaltering v.m. av eystursíðuni av bátahylinum á Glyvrum.

Í 2014 varð samtykt at gera hetta arbeiðið og varð peningur avsettur til endamálið, men tá arbeiðið ikki varð gjørt í 2014, fall játtanin sostætt burtur. Áðrenn arbeiðið kann setast í verk, verður neyðugt at avseta 600.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2015 til hesa íløgu.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 600.000 kr til asfaltering av eystaru síðu við bátahylin á Bakka.

3.
J. nr. 15/00333: Framhald av Blikagøtu í Runavík.

Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til at játta eina eykajáttan uppá 2 mió. kr. til liðuggerð av Blikagøtu. Tá er eftir at asfaltera sunnaru helvt at strekkinum, sum eigur at bíða til útgrevstrararbeiðið til íbúðirnar hjá Bústøðum er gjørd.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 2. mió. kr til framhald av Blikagøtu.

4.
J. nr. 15/00334: Umvæling av Pakkhúsbygninginum (Beta-bygninginum), sum fekk stóran skaða í ódnini veturin 2013.

Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajátta uppá 500.000 kr. til umvælingina av skaðanum, tað er parturin sum kommunan má bera í samband við skaðan, tí hesin partur ikki er umfataður av Tryggingini, men var neyðugur at gera nú bygningurin varð høvuðsumvældur aftaná stóra stormskaðan.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 500.000 kr til umvæling av Pakkhúsbygninginum «Beta-bygninginum».

5.
J. nr. 15/00335: Stovnsetan av forskúla í Glyvra skúla – Íløga.

Í samband við stovnsetan av forskúla í Glyvra skúla, varð mett neyðugt, eisini at seta gomlu fysikk stovuna í stand, fyri at gera pláss fyri tveimum forskúlaflokkum, sum skulu byrja á Glyvrum eftir summarferiuna í ár.
Arbeiðið er mett at kosta 400.000 kr og mæla Mentanarnevndin og fíggjarnevndin til at veita eina eykajáttan á 400.000 kr. til hesa íløgu.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 400.000 kr til íløgu í Glyvra skúla í samband við stovnsetan av forskúla.

6.
J. nr. 15/00336 – Liðuggerð av atløgubryggjuni á Bakka.

Arbeiðið av atløgusíðuni á bryggjuni á Bakka, sum skuldi verða endaliga liðugt í 2014, var ikki endaligt fyrrenn í 2015. Av tí at arbeiðið fór tvørturum fíggjarár, fall tann parturin av játtanini burtur, sum ikki var brúkt á 2014 var endað. Talan er ikki um ein meirkostnað av arbeiðinum, men at játtanin, sum fall burtur á nýggjárinum, ikki varð avsett á fíggjarætlanini fyri 2015, tí roknað varð við, at arbeiðið fór at verða liðugt í 2014.
Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajátta 450.000 kr. til atløgubryggjuna á Bakka.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 450.000 kr til liðuggerð av atløgubryggjuni á Bakka.

7.
J. nr. 15/00338: Eykajáttan til viðlíkahald av skúlabygningum

Í samband við ætlaðu umvælingarnar av skúlabygningum, varð upphæddin á fíggjarætlanini fyri 2015 lækkað úr 750.000 kr. niður í 300.000 kr. Tekniska deild metir tað alneyðugt, at m.a. arbeiðið at skifta vindeygu í Skála skúla verður gjørt endiliga liðugt, umframt, at alt vanligt viðlíkahald má halda fram. Tí kemur avsetti peningurin als ikki at strekkja. Tekniska deild mælir til at avsettar verða 450.000 kr. afturat á fíggjarætlanini fyri 2015 til hesi arbeiði.
Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajátta uppá 450.000 kr. til umvæling av skúlabygningum.

8.
J. nr. 15/00339: Eykajáttan til viðlíkahald av Ítróttarhallum

Neyðugt er at gera umvælingar á Ítróttarhøllina á Skála, umframt vanligt víðlíkahald á Bylgjuna. Játtanin til viðlíkahald er niðurskorðin til 200.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2015, men fíggjartørvurin til viðlíkahald í 2015 er nógv størri.
Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajáttan uppá 500.000 kr. til umvæling og viðlíkahald av Ítróttarhallunum (200.000 til ítróttarhøllina á Skála og 300.000 til Bylgjuna).
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 500.000 kr til umvæling og viðlíkahald av Ítróttarhallunum (200.000 til ítróttarhøllina á Skála og 300.000 til Bylgjuna).

9.
J. nr. 15/00368: Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum.

Framskrivingar av fíggjarstøðuni hjá fyri Økistænastuni hjá Skálafjarðarsamstarvinum vísir, at talan er um eitt framskrivað hall fyri 2015 uppá 3 mió. kr. Harav er parturin hjá Runavíkar kommunu útvið 2. mió. kr.
Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan uppá 2. mió. kr. til Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 2. mió. kr til Økistænastuna hjá Skálafjraðarsamstarvinum.