HEIM

Býráðsfundur 26. nov. 2015 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard og Katrin Absalonsen.

1.
J. nr. 13/00672: Umsókn um frábýti av grundstykki til neyst.

Ólavur Jacobsen søkir um at fáa frábýtt neystagrundstykki burtur av matr. nr. 35a á Glyvrum.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at ganga umsóknini á møti.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin.

2.
J. nr. 15/00453: Broyting av byggisamtyktini í Oyndarfirði.

Bárður Árnason søkir um at broyta byggsamtyktini í Oyndarfirði frá F-øki til C-øki (C12-C46), soleiðis at sparkivøllur kann gerast á økinum niðan fyri Skúlan, sum bygdarfólkið hevur ynski um.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

3.
J. nr. 15/00655: Býarplansbroyting á Skála.

Poul Anker Zachariassen søkir um at broyta byggsamtyktini fyri matr. nr. 210a á Skála frá E1-øki til B-øki, soleiðis at sethús kann byggjast á økið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

4.
J. nr. 15/00740: Sp/f Bøgesvang søkir um at kunna keypa matr. 71aa í Søldarfirði til privat vinnuligt virksemi.

Stykkið liggur í B-øki og er smb. Byggisamtyktini ikki loyvi at hava vinnuligt virksemi. Smb. 10 gr. Í byggisamtyktini, ber til at gera frávik.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti, vísandi til 10. 10 í Byggisamtyktini um frávik.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

5.
J. nr. 15/00770: TN-Bygging søkir vegna Radiobúðina um byggiloyvi til tilbygning.

TN-Bygging søkir vegna P/F Radiobúðina um loyvi at binda bygningin hjá Radiobúðini og grannabygningin, sum tey eisini eiga, saman við einum millum bygningi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

6.
J. nr. 15/00694: Útreiðsluneutralar eykajáttanir í 2015, 2. viðgerð.

-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja útreiðsluneutralar eykajáttanir á øki 3, 4, 5 og 6 á íalt 1.690 tkr.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2015 samtykt, við aðru viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndin.

7.
J. nr. 15/00687: Fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2016, 2. viðgerð.

-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2016, sum javnvigar við 191,2 mió. kr., við einum óbroyttum skattaprosentið uppá 22% og barnafrádrátti uppá 5.000 kr.:
Skattaintøkur -175,2 mió.
Fíggjarkostn. 16,0 mió.
Rakstur 136,5 mió.
Íløgur 38,7 mió.
Lántøka -16,0 mió.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

8.
J. nr. 15/0015/0: Ásetan av fundardøgum fyri býráðið í 2016.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2015 samtykt at áseta hesar fundardagar fyri býráðið í 2016: 28/1, 25/2, 31/3, 28/4, 26/5, 30/6, 1/9, 29/9, 27/10 og 24/11.