HEIM

Býráðsfundur 25. juni 2015 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard og Arnfinn Langgaard.

1.
J. nr. 15/00264: Frítíðaransing til 2. flokk.

Árligi rasktrarkostnaðurin av at økja tilboðið til Frítíðaransing verður 1.820.000 kr., umframt íløgur kr. 820.000 fyrsta árið.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til at til at seta frítíðaransing fyri 2. flokk á stovn frá 1. januar 2016.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

2.
J. nr. 15/00337: Eykajáttan til Barnaverndartænastuna.

Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajáttan uppá 1.527.000 kr. til Barnaverndartænastuna.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 1.527.000 til Barnaverndartænastuna.

3
J. nr. 15/00127: P/F Borg søkir um byggiloyvi til víðkan av Timburhandlinum í Runavík vestur eftir.

Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi við teimum treytum, sum Tekniska deild mælir til.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
J .nr. 15/00356: Teknistovan søkir vegna Bakkafrost, um byggiloyvi til nýggjan fyrisigingarbygning á Bakka.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at játta byggiloyvi við teimum treytum, sum Tekniska deild mælir til.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

5.
J. nr. 15/00348: Umsókn frá tveimum borgarum um at friða fyrstu búsetingina í Rituvík.

Økið, sum søkt verður um at friða, er í býarplaninum útlagt sum byggiøki, talan er um økini matr. nr. 180 og matr. nr. 178 Tofta bygd. Fyrsta búsetingin liggur á matr. nr. 178 og er hesin matrikul 1733 m2 til støddar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at halda fast við galdandi býarplan.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

6.
J. nr. 14/00681: Endurgerð av grótkastinum í Lamba, sum fórst í ódnarveðri veturin 2013.

Í 2014 varð samtykt at gera hetta arbeiðið og varð peningur avsettur til endamálið, men tá arbeiðið ikki varð gjørt í 2014, fall játtanin sostætt burtur. Áðrenn arbeiðið kann setast í verk, verður neyðugt at avseta 625.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2015 til hesa íløgu.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 625.000 kr til grótkastið í Lamba.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 625.000 kr til grótkastið í Lamba.

7.
J. nr. 14/00709: Asfaltering v.m. av eystursíðuni av bátahylinum á Glyvrum.

Í 2014 varð samtykt at gera hetta arbeiðið og varð peningur avsettur til endamálið, men tá arbeiðið ikki varð gjørt í 2014, fall játtanin sostætt burtur. Áðrenn arbeiðið kann setast í verk, verður neyðugt at avseta 600.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2015 til hesa íløgu.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 600.000 kr til asfaltering av eystaru síðu við bátahylin á Bakka.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 600.000 kr til asfaltering av eystaru síðu við bátahylin á Bakka.

8.
J. nr. 15/00333: Framhald av Blikagøtu í Runavík.

Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til at játta eina eykajáttan uppá 2 mió. kr. til liðuggerð av Blikagøtu. Tá er eftir at asfaltera sunnaru helvt at strekkinum, sum eigur at bíða til útgrevstrararbeiðið til íbúðirnar hjá Bústøðum er gjørd.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 2. mió. kr til framhald av Blikagøtu.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 2. mió. kr til framhald av Blikagøtu.

9.
J. nr. 15/00334: Umvæling av Pakkhúsbygninginum (Beta-bygninginum), sum fekk stóran skaða í ódnini veturin 2013.
Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajátta uppá 500.000 kr. til umvælingina av skaðanum, tað er parturin sum kommunan má bera í samband við skaðan, tí hesin partur ikki er umfataður av Tryggingini, men var neyðugur at gera nú bygningurin varð høvuðsumvældur aftaná stóra stormskaðan.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 500.000 kr til umvæling av Pakkhúsbygninginum «Beta-bygninginum».
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 500.000 kr til umvæling av Pakkhúsbygninginum «Beta-bygninginum».

10.
J. nr. 15/00335: Stovnsetan av forskúla í Glyvra skúla – Íløga.

Í samband við stovnsetan av forskúla í Glyvra skúla, varð mett neyðugt, eisini at seta gomlu fysikk stovuna í stand, fyri at gera pláss fyri tveimum forskúlaflokkum, sum skulu byrja á Glyvrum eftir summarferiuna í ár.
Arbeiðið er mett at kosta 400.000 kr og mæla Mentanarnevndin og fíggjarnevndin til at veita eina eykajáttan á 400.000 kr. til hesa íløgu.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 400.000 kr til íløgu í Glyvra skúla í samband við stovnsetan av forskúla.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 400.000 kr til íløgu í Glyvra skúla í samband við stovnsetan av forskúla.

11.
J. nr. 15/00336 – Liðuggerð av atløgubryggjuni á Bakka.

Arbeiðið av atløgusíðuni á bryggjuni á Bakka, sum skuldi verða endaliga liðugt í 2014, var ikki endaligt fyrrenn í 2015. Av tí at arbeiðið fór tvørturum fíggjarár, fall tann parturin av játtanini burtur, sum ikki var brúkt á 2014 var endað. Talan er ikki um ein meirkostnað av arbeiðinum, men at játtanin, sum fall burtur á nýggjárinum, ikki varð avsett á fíggjarætlanini fyri 2015, tí roknað varð við, at arbeiðið fór at verða liðugt í 2014.
Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajátta 450.000 kr. til atløgubryggjuna á Bakka.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 450.000 kr til liðuggerð av atløgubryggjuni á Bakka.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 450.000 kr til liðuggerð av atløgubryggjuni á Bakka.

12.
J. nr. 15/00338: Eykajáttan til viðlíkahald av skúlabygningum

Í samband við ætlaðu umvælingarnar av skúlabygningum, varð upphæddin á fíggjarætlanini fyri 2015 lækkað úr 750.000 kr. niður í 300.000 kr. Tekniska deild metir tað alneyðugt, at m.a. arbeiðið at skifta vindeygu í Skála skúla verður gjørt endiliga liðugt, umframt, at alt vanligt viðlíkahald má halda fram. Tí kemur avsetti peningurin als ikki at strekkja. Tekniska deild mælir til at avsettar verða 450.000 kr. afturat á fíggjarætlanini fyri 2015 til hesi arbeiði.
-Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajátta uppá 450.000 kr. til umvæling av skúlabygningum.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 450.000 kr til umvæling av skúlabygningum.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 450.000 kr til umvæling av skúlabygningum.

13.
J. nr. 15/00339: Eykajáttan til viðlíkahald av Ítróttarhallum

Neyðugt er at gera umvælingar á Ítróttarhøllina á Skála, umframt vanligt víðlíkahald á Bylgjuna. Játtanin til viðlíkahald er niðurskorðin til 200.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2015, men fíggjartørvurin til viðlíkahald í 2015 er nógv størri.
Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajáttan uppá 500.000 kr. til umvæling og viðlíkahald av Ítróttarhallunum (200.000 til ítróttarhøllina á Skála og 300.000 til Bylgjuna).
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 500.000 kr til umvæling og viðlíkahald av Ítróttarhallunum (200.000 til ítróttarhøllina á Skála og 300.000 til Bylgjuna).
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 500.000 kr til umvæling og viðlíkahald av Ítróttarhallunum (200.000 til ítróttarhøllina á Skála og 300.000 til Bylgjuna).

14.
J. nr. 15/00368: Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum.

Framskrivingar av fíggjarstøðuni hjá fyri Økistænastuni hjá Skálafjarðarsamstarvinum vísir, at talan er um eitt framskrivað hall fyri 2015 uppá 3 mió. kr. Harav er parturin hjá Runavíkar kommunu útvið 2. mió. kr.
Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan uppá 2. mió. kr. til Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 2. mió. kr til Økistænastuna hjá Skálafjraðarsamstarvinum.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 2. mió. kr til Økistænastuna hjá Skálafjraðarsamstarvinum.