HEIM

Býráðsfundur 4. Sept. 2014 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard
Ikki møtt: Karl Rasmussen

1.
J. nr. 14/00459: 2. viðgerð eykajáttan til meirútreiðslur av íløgum í 2014.

Neyðugt verður við eykajáttan til liðuggerð av arbeiðum, tí neyðug játtan ikki er avsett í ár.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 19/06-2014 mælt til at veita eykajáttan uppá 5. mió. kr., sum verða fíggjaðar við 3 mió. sparingum og 2 mió. úr gjaldførinum.
-Býráðið hevur við 1. viðgerð 26/06-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur við 2. viðgerð 4/9-2014 samtykt eykajáttanina.

2.
14/00435: Býarplanurin á Skála – Økið við Meistarahúsini.

Nú brúk ikki er fyri meistarahúsinum á skála til barnaansing og uppskot er um at broyta byggisamtyktina fyri økið, har húsini standa, soleiðis at húsini framyvir kunnu brúkast til annað endamál eitt nú bústað, hevur Vinnu- og havnarnevndin viðgjørt spurningin, hvørt tað er ráðiligt at broyta ásetingarnar fyri økið, tí høvuðsatkoman til havnarøkið, liggur beint framvið Meistarahúsinum.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir frá at broyta byggisamtyktina fyri økið har meistarahúsini standa.
-Býráðið hevur á fundi 4/9-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

3.
J. nr. 14/00513: Trupulleikar av leysgangandi hundum.

Borgarar hava vent sær til kommunu um ampa av leysgangandi hundum.
-Tekniska nevnd mælir til, at Kunngerð nr. 81 frá 18/6-2014 um skyldu at hava hund í bandi, eisini verður sett í gildi fyri Runavíkar kommunu.
-Býráðið hevur á fundi 4/9-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

4.
J. nr. 14/00517: Umsókn um skattafrælsi.

Stuðulsgrunnurin fyri Kris í Føroyum søkir um skattafrælsi
-Fíggjarnevndin mælir til at játta umsóknini frá Kris um skattafrælsi.
-Býráðið hevur á fundi 4/9-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.