HEIM

Býráðsfundur 30. okt. 2014 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard. Katrin Absalonsen møtti fyri Jonhard Danielsen.

1.
J. nr. 13/00266: Broyting av ásetingunum í býarplaninum fyri D-øki til neyst.

Uppskotið til broyting av býarplaninum D-øki, sum er neystaøki, hevur ligið frammi til almenna hoyring og er einki mótmæli ella broytingaruppskot komið inn tá freistin var úti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at góðkenna broytingina.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
J. nr. 14/00199: Útlutan av ítróttarstuðli.

-Mentanarnevndin mælir til, at restin av upphæddini, sum er avsett til stuðl í 2014 verður útlutaður feløgunum eftir ásetta býtislyklinum.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

3.
J. nr. 14/00742: Umsókn um matstovu- og skeinkiloyvi.

Politiið í Føroyum hevur sent til ummælis umsókn um matstovu-, skeinki- og alment loyvi til matstovuna á Hotel Runavík.
-Fíggjarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

4.
J. nr. 14/00681: Endurgerð av grótkasti.

Grótkastið í Lamba er farið illa í illveðrinum í vetur og mælir Vinnu- og havnarnevndin til, at grótkastið verður gjørt aftur.
-Fíggjarnevndin mælir til, at íløgan verður gjørd og at veita kr. 625.000 í eykajáttan, sum verður fíggjað úr gjaldføinum.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

5.
J. nr. 14/00709: Asfaltering v.m. av økinum við eystursíðuna á bátahylinum á Glyvrum.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at gera arbeiðið við atløgusíðuna liðugt við lyktum, vatn- og el-leiðing og asfaltering. Mettur kostnaður kr. 601.000.
-Fíggjarnevndin mælir til, at íløgan verður gjørd og at veita eykajáttan uppá kr. 600.000 sum verður fíggjað úr gjaldførinum.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

6.
J. nr. 14/00727: Val av stýris- og varalimum til Samstarvið um Økistanastu við Skálafjørðin.

Í stýrið skulu veljast 7 limir og varalimir, harav skal Runavíkar kommuna velja 4 limir og 2 varalimir, sum skulu vera býráðslimir.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at velja hesar limir í stýrið: Magnus Rasmussen, Helgi L. Petersen, Bárður Kass Nielsen og Jónleyg Hammer. Eisini varð samtykt at velja hesar varalimir: Hallur Ellingsgaard og Terji B. Vestergaard.

7.
J. nr. 13/00344: Samstarvsavtalan um Økistænastu við Skálafjørðin.

Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til at samtykkja broytingarnar í § 5 og 6 í samstarvsavtaluni, sum snúgva seg um ognar-, fíggjar- og íløguviðurskifti hjá Skálafjarðarsamstarvinum.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

8.
J. nr. 14/00692: Avtala um keyp av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.

Sosiala nevnd mælir til at taka undir við semjuni millum kommunurnar í Eysturoy um, at Skálafjarðarsamstarvið keypir ognarpartin í ERH, hjá hinum kommununum í Eysturoy.
Kostnaðurin fyri partin sum kommunurnar í Eysturoy, sum ikki eru við í Skálafjarðarsamstarvinum, er ásettur til 22.950.000, harav er parturin hjá Runavíkar kommunu 14.599.565 kr.
-Fíggjarnevndin tekur undir tilmælinum frá Sosialu nevnd, treytað av, at keypsupphæddin verður hildin uttanfyri útrokningina av lániloftinum.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

9.
J. nr. 14/00693: Eigaraviðurskiftini á Eldrasambýlunum í Skálafjarðarsamstarvinum.

-Sosiala nevnd mælir til, at samtykkja avtaluna um at kommunurnar í Skálafjarðarsamstarvinum skipa eitt javnbjóðis eigaraviðurskifti og atgongd til røktarbúplássini á Eldrasambýlunum við Skálafjørðin og Heiminum á Mýrunum.
Parturin, sum Runavíkar kommunu skal gjalda er 14,1 mió. kónur.
-Fíggjarnevndin tekur undir tilmælinum frá Sosialu nevnd, treytað av, at keypsupphæddin verður hildin uttanfyri útrokningina av lániloftinum.
-Býráðið tekur undir tilmælinum frá Sosialu deild, treytað av, at kommunan fær avtalu við Fíggjarmálaráðið um, at keypsupphæddin verður hildin uttanfyri útrokningina av lánilofti fyri kommunur.

10.
J. nr. 14/00733: Útreiðsluneutralar eykajáttanir í 2014.

Fíggjarnevndin mælir til, at játtanir verða fluttar millum rakstrarstøð á øki 1, 2 og 4, smb. yvirliti frá fíggjarleiðaranum. Játtanirnar eru útreiðsluneutralar innan fyri hvørt øki sær.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

11.
J. nr. 14/00626: Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2015 fyri Runavíkar kommunu.

Á fundi 25/09-2014 ásetti býráðið fíggjarkarmin at verða:
Skattaintøkur 128,0 mió.
Fíggjarkostn. 16,5 mió.
Rakstur 90,0 mió.
Íløgur 21,5 mió.
Eftir 1. viðgerð í nevndunum eru samlaðu uppskotini til rakstur 2,4 mió. kr. hægri enn samtykti fíggjarkarmurin og heitir fíggjarnevndin á nevndirnar um at finna sparingar í rakstrinum til 2. viðgerð, soleiðis, at fíggjarætlanin fyri rakstur og íløgur verður í samsvari við samtykta fíggjarkarmin uppá 90 mió. kr.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.