HEIM

Býráðsfundur 27. mars 2014 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

1. 13/00266: Broyting av Almennu byggisamtyktini fyri neystaøkini.
-Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 18/3-14 mælt til, at ásetingin fyri neystaøki skal verða, at hæddin upp til sill skal verða í mesta lagi 6,0m og mesta hædd á neystinum skal verða 8,5m og takhallið skal verða millum 35 og 50 gradir.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 25/3-14 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild við teirri broyting, at fyri økini D5, D14, D16 og D36 skal loyvda byggihæddin verða í mesta lagi 5,5m frá gólvi til sill.
-Býráðið hevur á fundi 27/03-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
Samtykt við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti.

2. 13/00293: Broyting av býarplaninum í Saltangará.
Talan er um, at 100 m2 av E-2 økinum verður broytt til B5-øki. Býarplansbroytingin hevur ligið frammi og er send býarplansnevndina til avgreiðslu. Býarplansnevndin sigur í skrivi 4/3-14 frá, at nevndin ikki kann viðmæla ætlanini hjá kommununi og biður um møguligar viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Býarplansnevndini, áðrenn málið verður latið Fiskimálaráðnum til avgreiðslu.
-Byggi- og býarplansnevndin hevur á fundi 19/3-14 mælt til at biðja býarplansnevndina viðgerða málið av nýggjum, við atliti til, at kommunan ítøkiliga hevur mett um tørvin ísv. vatnveiting og út frá tí, hevur biðið um ætlaðu broytingina í byggisamtyktini.
-Býráðið hevur á fundi 27/03-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

3. 14/00706: Møgulig broyting av ásetingini fyri økið eystan fyri vegin Hórheiðar frá B-øki til C21-øki, soleiðis, at økið kann verða avlagt til frítíðarskúla.
Tekniska deild mælir heldur til at leggja frítiðarskúla sunnan fyri Skála skúla í staðin fyri á Hórheiðum, tá er heldur ikki neyðugt at gera nakra broyting í býarplaninum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/3-14 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/03-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

4. 14/00015: Fyrispurningur frá Almannamálaráðnum um grundøki til búfelagsskap til fólk við serligum tørvi.
Talan er um at byggja 2 eindir á 6-8 íbúðir á einum grundøki oman fyri Lómsveg, sum er uml. 3000 m2 tilstøddar.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 19/3-14 mælt til, at lata búfelagsskapinum grundstykkið oman fyri Lómsveg.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og Fíggjarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.
-Býráðið hevur á fundi 27/03-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd, Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.

5. 13/00222: Áheitan frá Skúlastýri og skúlaleiðslu um stovnsetan av forskúla í Runavíkar kommunuskúla.
Ein arbeiðsbólkur hevur kanna møguleikarnar at seta á stovn forskúla í Runavík og er niðurstøðan, at tað væl letur seg gera at at seta á stovn forskúla í Runavíkar kommunuskúla. Fíggjarliga er talan um eina íløgu á 500.000 kr og ein øktan rakstrarkostanað á 520.000 kr um árið.
-Sosiala nevnd metir tað ikki ráðiligt at seta forskúla á stovn skúlaárið 2014/2015 av fíggjarligum ávum.
Minnilutin Terje Vestergaard tekur ikki undir við hesum og mælir til at seta forskúla á stovn frá skúlaárinum 2014-2015.
Nevndin er tó samd um, saman við Mentanarnevndini, at viðgerða møguleikan at stovnseta forskúla skúlaárið 2015/2016.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 20/3-14 mælt til at seta á stovn forskúla í Runavíkar kommunuskúla frá skúlaárinum 2015-2016.
-Býráðið hevur á fundi 27/03-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
Samtykt við 8 atkvøðum fyri, einari ímóti og ein blonk.

6. 13/00681: 2. viðgerð av eykajáttan til dagføring og umvæling av Ítróttarhøllina, sum er samanbygd við nýggju fimleikarhøllina.
-Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt at skifta takið og gólvið í høllini og at gera aðrar umvælingar/
dagføringar á Ítróttarhøllina, samstundi sum sum fimleikarhøllin verður samanbygd við nýggju fimleikarhøllina og meðan høllin enn er eitt arbeiðspláss.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan áljóðandi 3,3 mió. til arbeiðið at umvæla/dagføra ítróttarhøllina.
-Býráðið hevur á fundi 27/02-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndin.
-Býráðið hevur á fundi 27/03-2014 samtykt við 2. viðgerð at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

7. 14/00155: 2. viðgerð av eykajáttan til útbygging av havnarlagnum á Glyvrum.
-Vinnu- og havnarnevndin, Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til, at 4,0 mió. kr. verða fluttar frá RS 661 Teknisk mál til RS 751 Kommunal virki.
-Býráðið hevur á fundi 27/02-2014, við fyrstu viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin, Tekniska nevnd og fíggjarnevndin.
-Býráðið hevur á fundi 27/03-2014 samtykt við 2. viðgerð at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin, Tekniska nevnd og fíggjarnevndini.

8. 14/00193: Fuglark søkir vegna Kongshavnar El-virki um byggiloyvi til innrætting av umsitingar-/skrivstovubygninginum á matr. nr. 219f.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta byggiloyvi smb. Tekning nr. A (06) 0.11 dømi B.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi smb. uppskot A og at neyðugar ásetingar verða at tinglesa á ognina.
-Býráðið hevur á fundi 27/03-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.