HEIM

Býráðsfundur 26.06.2014 kl. 17.00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Ikki á fundi: Kári E. Jacobsen og Karl Rasmussen.

1.
13/00827: Umsókn um stuðul til felagshús í Skálafirði.

Áhugafelag í Skálafirði søkir um fíggjarligan stuðul til keyp av einum neysti, sum skal brúka sum felagshús hjá íbúgvunum í Skálafirði. Søkt verður um stuðul til keyp av húsinum og til tilfar, meðan arbeiðið at seta húsini í stand, verður gjørt sum sjálvboðið arbeiði.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 20 mai mælt til, at játta 150.000 í stuðli yvir tvey ár til keyp av tilfari, tá felagið hevur ogna sær bygningin.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá mentanarnevndini og mælir til, at 75.000 verða avsettar í 2015 og 75.000 í 2016, treytað av, at felagið fyrst hevur ognað sær bygningin.
-Býráðið hevur á fundi 27. mai 2014 samtykt at beina málið í Vinnu- og havnarnevndina og Byggi- og býarskipanarnevndina til viðgerðar.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir frá at loyva ætlaðu nýtsluni av bygninginum, av tí at hetta krevur nýggja spillivatnsinstallatión, p-øki, vatnveiting o.a. Umframt, at tað ikki er í samsvar við byggisamtyktina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við viðtøkuni hjá Vinnu- og havnarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

2.
14/00396: Roknskapurin fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim fyri 2013.

-Sosiala nevnd mælir til at taka roknskapin hjá Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyri 2013, sum Sp/f Grannskoðarastovan hevur sett upp, til eftirtektar.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2014 samtykt at taka roknskapin til eftirtektar.

3.
J. nr. 14/00438: Roknskapurin hjá Kongshavnar Havn fyri 2013.

-Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at taka roknskapin hjá Kongshavnar Havn fyri 2013, sum Sp/f Grannskoðarastovan hevur sett upp, til eftirtektar.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2014 samtykt at taka roknskapin til eftirtektar.

4.
J. nr. 14/00446: Endurskoðan av Fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2014.

Allar nevndir hava viðgjørt endurskoðan av fíggjarætlanini fyri 2014 og mæla til, at fremja sparingar á fíggjarætlanini fyri 3 mió. (1,7 mió. í rakstri og 1,3 mió. í íløgum).
-Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum frá nevndunum og mælir til at taka undir við uppskotnu sparingunum.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

5.
J. nr. 14/00459: Eykajáttan í sambandi við meirútreiðslur av íløgum í 2014.

Neyðugt verður við eykajáttan til liðuggerð av arbeiðum, tí neyðug játtan ikki er avsett í ár.
Talan er verkætlanirnar: Fimleikarhøll 1,5 mió., Blikagøta 1,0 mió., útfylling á Bakka 1,7 mió. og asfaltering av oljukajini 0,8 mió. Tilsamans 5,0 mió. kr., sum mælt verður til at fíggja við 3 mió. í sparingum og 2 mió. úr gjaldførinum.
-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja eykajáttanina áljóðandi 5,0 mió. kr. Mælt verður somuleiðis til, at fíggja eykajáttanina við sparingum og úr gjaldførinum, sum fíggjarleiðarin hevur mælt til.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

6.
14/00432: Framtíðarætlanin við Dagstovninum Lítla Mørk.

Aftaná summarferiuna verður bara bara eitt barn í vøggustovualdri og 3 í frítíðarskúlaaldri á Dagstovninum Lítla Mørk og mælir sosiala nevnd til, at Dagstovnurin komandi skúlaár bert verður brúktur sum frítíðarskúli og niðurlagdur sum barnaansing til børn undir skúlaaldur.
-Býráðið hevur á fundi 26/06-2014 samtykt fyribils at niðurleggja vøggu-/barnagarðstilboðið meðan frítíðarskúlatilboðið heldur áfram.