HEIM

Býráðsfundur 11. des. 2014 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

1.
J. nr. 14/00681: 2. viðgerð av eykajáttan til endurgerð av grótkasti.

Grótkastið í Lamba er farið illa í illveðrinum í vetur og mælir Vinnu- og havnarnevndin til, at grótkastið verður gjørt aftur.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at veita kr. 625.000 í eykajáttan, sum verður fíggjað úr gjaldførinum.
-Býráðið hevur á fundi 11/12-2014 samtykt, við aðru viðgerð, at veita kr. 625.000 í eykajáttan, sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

2.
J. nr. 14/00709: 2. viðgerð av eykajáttan til asfaltering v.m. av økinum við eystursíðuna á bátahylinum á Glyvrum.

-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 við 1. viðgerð samtykt at veita kr. 600.000 í eykajáttan.
-Býráðið hevur á fundi 11/12-2014 samtykt, við 2. viðgerð, at veita kr. 600.000 í eykajáttan.

3.
J. nr. 14/00781: 2. viðgerð av eykajáttan til RS 250 Barnaverndartænastan.

-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan á 199 tkr til Barnaverndartænastuna.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 við 1. viðgerð samtykt at veita eina eykajáttan á 199 tkr til Barnaverndartænastuna.
-Býráðið hevur á fundi 11/12-2014 við 2. viðgerð samtykt at veita eina eykajáttan á 199 tkr til Barnaverndartænastuna.

4.
J. nr. 14/00782: 2. viðgerð av eykajáttan til RS 290 Sosial gjøld.

-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt við 1. viðgerð at veita eina eykajáttan á 192 tkr til Sosial gjøld (frípláss og systkinaavsláttur)
-Býráðið hevur á fundi 11/12-2014 samtykt við 2. viðgerð at veita eina eykajáttan á 192 tkr til Sosial gjøld.

5.
J. nr. 14/00783: 2. viðgerð av eykajáttan til RS 380 Felags barnaansing.

-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt við 1. viðgerð at veita eina eykajáttan á 392 tkr til Felags Barnaansing (eyka tilboð og serligur tørvur).
-Býráðið hevur á fundi 11/12-2014 samtykt við 2. viðgerð at veita eina eykajáttan á 392 tkr til Felags Barnaansing.

6.
J. nr. 14/00794: 2. viðgerð av eykajáttan til øki 5 – Mentanarøkið.

-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt við 1. viðgerð at veita eina eykajáttan á 500t kr. til RS 570 Ítróttarøkið og RS 530 Stevnur og tiltøk.
-Býráðið hevur á fundi 11/12-2014 samtykt við 2. viðgerð at veita eina eykajáttan á 500t kr til Ítróttarøkið og Stevnur og tiltøk.

7.
J. nr. 14/00626: Fíggjarætlan fyri 2015.

Í sambandi við at eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015, er neyðugt at tillaga fíggjarætlanina hjá kommununi fyri 2015 samsvarandi.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 10/12-2014 mælt til, at fíggjarætlanin fyri 2015 verður broytt við hesum upphæddin:
Inntøka: Flyting frá landinum 30,790 mió.
Útreiðsla: Rakstur av eldraøkinum 30,310 mió.
Íløgur: Í smb. við eldraøkið 28,705 mió.
-Býráðið hevur á fundi 11/12-2014 at taka undir við fíggjarnevndini.