HEIM

Býráðsfundur 5. september 2013 kl. 17.00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Vara limir: Katrin Absalonsen møtti fyri Jonhard Danielsen.
Ikki møtt: Tórbjørn Jacobsen, Kári E. Jacobsen, Arnfinn Langgaard og Jonhard Danielsen.

1.
13/00486 : Teknistovan søkir vegna Kassavirkið á Bakka um byggiloyvi til nýtt Kassavirki.

Byggi- og býarskipaarnevndin mælir til at játta byggiloyvi við teimum ásetingum sum Tekniska deild ásetir.
-Býráðið hevur á fundi 5/9-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini um at játta byggiloyvi.

2.
12/00742: 2. viðgerð av eykajáttan til umvæling av bryggju í samband við brandskaða umborð á Athenu.

-Býráðið hevur á fundi 30/05-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini um at veita eina eykajáttan uppá 1. mió. kr. til umvæling av bryggjuni.
-Býráðið hevur á fundi 5/9-2013 samtykt, við 2. viðgerð, at játta 1. mió. kr. til umvæling av bryggjuni.

3 .
12/00855 : 2. viðgerð av eykajáttan til keyp av Politistøðini í Runavík, matr. nr. 103 Tofta bygd.

-Býráðið hevur á fundi 27/06-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini um at veita eina eykajáttan uppá 2,5 mió. til keypið.
-Býráðið hevur á fundi 5/9-2013 samtykt, við 2. viðgerð, at játta 2.5 mió. kr. til keypið.

4.
12/00228: Broyting av býarplani og byggisamtykt fyri D1øki sunnan fyri Fjøruveg í Runavík, A1 øki í Saltangará, frá rundkoyrinigni í Runavík og inn á Høgaból og E1 øki í Grannatúni í Saltangará til B-øki. Broytingin hevur ligið alment frammi til kunningar og er einki mótmæli ella broytingaruppskot innkomið.

Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskiparnevndin mæla til at taka undir við tilráðingin frá Tekn. deild og broyta byggisamtyktina fyri omanfyri nevndu øki.
-Býráðið hevur á fundi 27/06-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskiparnevndin.

5.
13/00549: Umbøn um eykajáttan til rakstur av Eysturoyar barnaverndartænastu.

-Sosiala nevnd og Fíggjarnevndin mæla til at veita Barnaverndartænastuni eina eykajáttan áljóðandi kr. 863.000 treytað av, at samstarvskommunurnar eisini játta sín lutfalsliga part av hækkingini.
-Býráðið hevur á fundi 27/06-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

6.
13/00423: Val av 2 foreldraumboðum og kommunalum umboði til nevndina fyri Ungdómshúsið á Toftum.

-Býráðið hevur, eftir tilmæli frá Sosialu nevnd, samtykt at velja Terja B. Vestergaard sum lim í nevndina umboðandi býráðið.

7.
13/00266: Útlegging av økjum til neyst og skúrar til størri bátar.

Tekn. deild heldur, at tað er mælir til at endurskoða ásetingarnar fyri verandi neystaøki, heldur enn at leggja nýggj øki út til neyst og skúrar til størri bátar.
Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/06-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskiparnevndin.

8.
13/000440: Býarplansbroyting – Broyting av D4 økinum norðan fyri Bakkafrost á Glyvrum.

Broytingin hevur ligið frammi frá 22/7-2/9-2013 og er einki mótmæli ella broytingaruppskot komið. Tekniska deild mælir til at góðtaka broytingina og avgreiða hana endaliga til Innlendismálaráðið.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/06-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskiparnevndin.