HEIM

Býráðsfundur 4. apríl 2013 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Ikki møtt: Hallur Ellingsgaard

1.
12/00276: Útfylling av havnalagnum nornan fyri Bakkafrost á Glyvrum.

Talan er um at koyra uml. 17.000 m3 av gróti til hesa seinastu útfyllingina og mælir Vinnu- og havnarnevndin og Fíggjarnevndin mæla til at gera útfyllingina og játta pening til arbeiðið.
Býráðið hevur á fundi 04/04-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Fíggjarnevndini.

2.
13/00165: Umsókn frá Teknistovuni um byggiloyvi til goymslubygning á havnarlagnum í Lamba.

Tekninka deild mælir til at játta byggiloyvi smb. innsendu tekningum.
Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
Býráðið hevur á fundi 04/04-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
13/00151: Betongsaging søkir um útgravingarloyvi á matr. Nr. 102a í Søldarfirði.

Tekniska deild mælir til at játta loyvi til at grava út og planera til parkeringspláss og útigoymslu.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
Býráðið hevur á fundi 04/04-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
13/00191: Útlutan av ítróttarstuðli 2013 til feløgini í kommununi.

Mentanarnevndin mælir til at útluta stuðulin smb. frimlinum, sum varð samtyktur í 2012.
Býráðið hevur á fundi 04/04-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

5.
13/00218: Felags byggimál millum Nes- og Runavíkar kommunu.

Býráðið hevur á fundi 04/04-2013 samtykt at staðfesta avtaluna millum Nes- og Runavíkar kommunu um felags byggimál millum kommunurnar dagf. 25/03-2013 í samband við:
· Vegíbinding frá Rókavegnum til økið hjá Nes kommunu vestan fyri Løkin.
· Framhald av Blikagøtu í Runavík tvørtur um kommunumark í samb. við íbúðarbygging.
· Felags uppskot til møguliga útbygging av ítróttarøkinum við Løkin, soleiðis, at tað gerst rúmligari og vakrari á báðum áarbakkum.
Kommunurnar bera hvør í sínum lagi kostnaðin av ætlanum sínum og útvega neyðug loyvi frá avvarandi myndugleikum.