HEIM

Býráðsfundur 31. januar 2013 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Ikki møtt: Helgi L. Petersen

1.
12/00971: Val av limi í Tilbúgvingarnevndina hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði.

Vísandi til nýggju reglurnar um nevndina í SKS, er borgarstjórin føddur limur í nevndini fyri SKS og mælir Vinnu- og havnarnevndin til umboðini verða: Magnus Rasmussen, Jonhard Danielsen og Karl Rasmussen. Tiltakslimur: Jónleyg Hammer.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2013 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Vinnu- og havnarnevndini.

2.
13/00048: Rakstrarætlan fyri Kongshavnar Havnarstýri.

Vinnu- og havnarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til rasktrarætlan fyri Kongshavnar Havnarstýri.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2013 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Vinnu- og havnarnevndini.

3.
13/00064: Val av limum í Kommunalu Ferðslunevndina.

Tekniska nevnd mælir til at velja velja formannin í Teknisku nevnd Tórbjørn Jacobsen og Sigrid Dalsgaard fyri Teknisku deild í nevndina. Har umframt verður eitt umboð valt av Politinum og eitt umboð frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum hevur eygleiðarastatus.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2013 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Teknisku nevnd.

4.
J. nr. 13/00059: Val av limum í Barnaverndarnevndina.

Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum í felags Barnaverndarnevndina fyri kommunurnar við Skálafjørðin.
Nes kommuna og Sjóvar kommuna velja somuleiðis hvør sínar tveir limir í nevndina.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd um at velja Miriam Rasmussen og Janhild Olsen sum fastar limir og Hendrik Jacobsen og Lis Sørensen sum tiltakslimir umboðandi Runavíkar kommunu.

5.
J. nr. 13/00059: Val av limum í Skattakærunevndina fyri Eysturoy.

Í skattakærunevndina fyri Eysturoy skulu 7 limir veljast, harav skulu tveir limir og tveir tiltakslimir veljast fyri Runavíkar kommunu.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndni um at velja Napoleon Jacobsen og Bárður Kass Nielsen sum fastar limir og Eyðun Gaardbo og Kinnu Olsen sum tiltakslimir umboðandi Runavíkar kommunu.