HEIM

Býráðsfundur 28. nov. 2013 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Varalimir: Katrin Absalonsen

1. 13/00610: 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2014 fyri Runavíkar kommunu.
-Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt uppskotið til fíggjarætlan fyri 2014, sum javnvigar við 124,0 mió. kr. Skattaprosentið verður óbroytt 22% og barnafrádrátturin 5.000 kr.:
Skattaintøkur 124,0 mió.
Fíggjarkostn. 15,5 mió.
Rakstur 88,0 mió.
Íløgur 20,5 mió.

2. 13/00688: 2. viðgerð av eykajáttan til øki 3 Børn og ung – (útreiðsluneutral).
Sosiala nevnd mælir til at gera nakrar útreiðsluneutralar flytingar innan øki Børn og ung. At 465.000 kr. verður flutt til konti Barnaansing felags (serligur tørvur), sum verður fíggjað við at flyta 305.000 kr. frá rakstri á dagstovnaøkinum (minni nýtsla, serliga orsaka av at færri børn eru í skipanini) og 160.000 kr. av játtanini til íløgur á dagstovnaøkinum.
Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Sosialu nevnd um útreiðsluneutrala eykajáttan á øki 3.
-Býráðið hevur á fundi 31/10 og 28/11 2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

3. 13/00308: Framhald av útfylling av havnarøki norðan fyri Bakkafrost á Glvyrum.
Innkomin eru 3 tilboð uppá at gera arbeiðið.
Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndin at taka upp samráðingar við RTS Contractors um at taka av tilboðnum áljóðandi 13.627.333 kr.

4. 13/00777: Umsókn frá flutningsfyritøkum um vinnugrundstykki á Skála til bygging av verkstaðsbygningi.
Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 19/11-13 tikið undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at vísa á D26 økið í Skálafirði, sum er ætlað ídnaðar- og vinnuvirkjum, framleiðslu- og goymsluvirkjum og kapittul 5 virkjum.
-Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

5. 13/00745: Broyting av E2-økinum í Saltangará til B-øki, sum umfatar, at ein uml. 100 m2 stórur geiri verður lagdur afturat B-økinum.
Broytingin hevur ligið frammi og er einki mótmæli ella broytingauppskot komið og mælir Tekniska deild til at staðfesta ætlaðu býarplansbroytingina.
Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/11-2013 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

6. 13/00681: Tilboð frá Búsetur at gera dagføring og neyðugar umvælingar á ítróttarhøllini í samband við bygging av nýggju fimleikarhøllini.
-Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og fíggjarnevndini um skifta taki, gólvi og aðrar umvælingar/dagføringar á Ítróttarhøllina, sum verður samanbygd við nýggju fimleikarhøllina og at arbeiðið verður gjørt nú meðan høllin er eitt byggipláss. Samtykt er at taka av tilboðnum frá Búsetur. Umvælingin/dagføringin verður fíggjað av avlopinum á øki 4 og 5, umframt eini netto eykajáttan uppá 1.8 mió. kr.

7. 13/00716: Bygdasavnið Forni søkir um stuðul neyðugar ábøtur á húsið hjá felagnum, sum var átrokandi at gera nú. Møguligt var ikki at fáa meirjáttan frá landsmyndugleikunum og verandi játtan hjá savninum hevur ikki rúm fyri útreiðslum.
Mentanarnevndin og Fíggjarnevndin mæla til at játta 100.000 til Bygdasavnið Forna.
-Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og fíggjarnevndini.

8. 13/00767: Stíf søkir um at leiga Bygdasalin/Kafeteria í Ítróttarhøllini á Skála í samstarvi við Skála Ítróttarfelag og at feløgini í felag reka kafeteria.
Mentanarnevndin mælir til at játta feløgunum fyribils loyvi í eitt ár at hava kafeteria í ítrótthøllini opið.
-Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

9. 13/00770: Uppskot til endurnýggjan av sáttmálanum millum Mentanarhúsfelagið og Runavíkar kommunu um rakstur av Løkshøll.
Mentanarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til nýggjan sáttmála.
-Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 tikið undir við uppskotinum frá mentanarnevndini og samtykti at góðkenna uppskotið til sáttmála.

10. 13/00778: Ásetan av fundardøgum fyri býráðið í 2014.
-Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt at áseta hesar fundardagar fyri 2014: 30/1, 27/2, 27/3, 1/5, 27/5, 26/6, 4/9, 25/9, 30/10 og 27/11.