HEIM

Býráðsfundur 28. februar 2013 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Tiltakslimur: Katrin Absalonsen
Ikki møtt: Jonhard Danielsen

1.
12/00970: Broyting av býarplaninum á Glyvrum – Víðkan av D4-økinum á Bakka.

Talan er um at víðka D4-økið á Bakka við uml. 15.000 m2 .Broytingin er lýst og hevur ligið frammi á býráðsskrivstovuni til eftirlit. Einki mótmæli er komið til broytingina og mælir Tekniska deild til at senda broytingina til Innlendismálaráðið til góðkenningar.
Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/02-2013 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
12/00978: Broyting av býarplaninum – Víðkan av B-øki í Runavík.

Talan er um at leggja ein uml. 8m breiðan geira afturat B-økinum í Runavík. Broytingin er lýst og hevur ligið frammi á býráðsskrivstovuni til eftirlit. Einki mótmæli er komið til broytingina og mælir Tekniska deild til at senda broytingina til Innlendismálaráðið til góðkenningar.
Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/02-2013 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
13/00095: Umsókn um byggiloyvi til tilbygning til Brotið í Saltangará.

Kontrast søkir, vegna sp/f Deild, um byggiloyvi til tilbygning á matr. 239 í Saltangará.
Matr. nr. 239 liggur í A1-økinum í Saltangará og er nýtingarstigið sett til 100%>72% og mælir tekniska deild til at játta byggiloyvi.
Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/02-2013 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
13/00133: Flyting av framhaldsnæmingum, sum eru búsitindi á Skála og í Skálafirði, til framhaldsdeildina í Skúlanum við Løkin.

Bárður Kass Nielsen heitir á býráðið um at viðgera málið um flyting av næmingum av nýggjum.
Mentanarnevndin hevur viðgjørt áheitanina og hevur samtykt at halda fast við fyrr gjørdu viðtøku um, at næmingarnir av Skála og úr Skálafirði frá skúlaárinum 2013/2014 ganga í Skúlanum við Løkin og at teir næmingar, sum eru byrjaðir á Strondum, kunnu gera seg lidnar har um partarnir ynskja tað.
-Býráðið hevur á fundi 28/02-2013 samtykt, við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti, at taka undir við tilráðingini frá Mentanarnevndini.

5.
12/00976: Val av kommunalari valnevnd og valstýrum fyri Runavíkar kommunu fyri tíðarskeiðið 2013 til 2016.

-Býráðið hevur á fundi 28/02-2013 samtykt at velja hesir limir og tiltakslimir í kommunalu valnevndina:
Limir:
Beinta Olsen, Rituvík
Wilhelm Magnus Olsen, Skála
Ragnar S. Olsen, Søldarfjørður
Varalimir:
Liljan Chung, Skálafjørður
Súsanna Debes, Rituvík

Samtykt varð at velja hesar limir og varalimir í valstýrini:

Runavík:
Limir:
Leivur Højgaard, Saltangará,
Kaj Johannesen, Æðuvík
Laura Olsen, Rituvík
Dánjal Poulsen, Lamba
Randi Jacobsen, Søldarfjørður
Lisa Djurhuus, Rituvík
Varalimir:
Maibritt Johannessen, Æðuvík
Magnus Højgaard, Rituvík
Durita Joensen, Glyvrar
Edny Larsen, Lamba
Regin Gregersen, Søldarfjørður

Skála:
Limir:
Eyðun Rasmussen, Skála
Sighvatur Sighvatsson, Skála
Nicolina Mikkelsen, Skála
Varalimir:
Bergljót Thomsen, Skála
Ruth Olsen, Skála

Skálafjørður:
Limir:
Arnfríður Jacobsen, Skálafjørður
Aron Jacobsen, Skálafjørður
Elsa Jacobsen, Skálafjørður
Varalimir:
Arnleyg Petersen, Skálafjørður
Tórleif Hansen, Skálafjørður

Oyndarfjørður:
Limir:
Anni Nielsen, Oyndarfjørður
Erika Lómstein Petersen, Oyndarfjørður
Árni Joensen, Oyndarfjørður
Varalimir:
Hans Petur Olsen, Oyndarfjørður
Eirikkur Joensen, Oyndarfjørður

Elduvík
Limir:
Dánial Martin Hansen, Elduvík
Erling Joensen, Elduvík
Anfinn Clementsen, Elduvík
Varalimir:
Andras Hammer, Elduvík
Jóhanna Reyná, Elduvík

Funningsfjørður:
Limir:
Andreas Hammer, Funningsfjørður
Oluffa Hansen, Funningsfjørður
Sólbjørg Hansen, Funningsfjørður
Varalimir:
Jona Michaelsen, Funningsfjørður
Sigmund Petur Hansen, Funningsfjørður

Funningur:
Limir:
Sámal Petersen, Funningur
Randi Dam, Funningur
Óluva Johannesen, Funningur
Varalimir
Álvur Reyðberg, Funningur
Magdalena Johannesen, Funningur

6.
13/00013: Setan av Dagrøktarleiðara til Dagrøktarskipanina hjá Runavíkar kommunu.

Býráðið hevur á fundi 28/02-2013 samtykt at fylgja innstillingini frá setanarbólkinum og seta Bjørg Rasmussen sum leiðara fyri Dagrøktini í Runavíkar kommunu.