HEIM

Eyka býráðsfundur 13.12.2012 kl. 17:00

Býráðslimir: Magnus Rasmussen, Sæunn Ó. Hansen, Beinta Olsen, Klæmint Østerø, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Hans Jákup Johannesen, Kári E. Jacobsen

1.
11/00743 2.viðgerð av eykajáttan til Eysturoyar Barnaverndartænastu.

Eftir tilmæli Sosiala nevnd mælir fíggjarnevndin til at veita veita eina eykajáttan til Eysturoyar Barnaverndartænastu áljóðandi 354.000 kr í inniverandi fíggjarári. Samstarvskommunurnar Nes- og Sjóvar kommuna hava samtykt at játta sín part av hækkingini.
Býráðið hevur á fundi 25/10-2012, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
Býráðið hevur á fundi 13/12-2012, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

2.
12/00276 2. viðgerð av eykajáttan til víðkan av havnarøkinum á Glyvrum.

Eftir tilmæli frá Vinnu- og havnarnevndini mælir fíggjarnevndini til at veita eina eykajáttan uppá 3.000.000 kr. til víðkan av havnarøkinum á Glyvrum.
Býráðið hevur á fundi 25/10-2012, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
Býráðið hevur á fundi 13/12-2012, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

3.
12/00974: 2. viðgerð av eykajáttan til íløgur í 2012.

Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan í 2012 áljóðandi 6,2 mió. til hesi øki:
Tekniska økið 600.000
Vinnu- og havnarøkið 4.050.000
Mentanarøkið 1.550.000
Býráðið hevur á fundi 25/10-2012, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndndini.
Býráðið hevur á fundi 13/12-2012, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndndini.

4.
12/01002: Útreiðsluneutralar flytingar á fíggjarætlanini fyri 2012 fyri økini 1 (Fyrisiting), 3 (Børn og ung) , 4 (Undirvísing) og 6 (Teknisk mál).

Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja tilmæltu broytingarnar frá Fíggjardeildini, sum eru útreiðsluneutralar.
Býráðið hevur á fundi 13/12-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.