HEIM

Býráðsfundur 31. mai 2012 kl. 17.00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður, Sæunn Ó. Hansen, næstformaður, Beinta Olsen, Klæmint Øster, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Hans Jákup Johannesen, Kári E. Jacobsen
Ikki møtt: Hans Jákup Johannesen, Bjarni Kjeld

1.
Mál-nr. 12/00321 Studningur til frítíðarundirvísing í skúlárinum 2012

Tilráðing
Játtanin til kvøldskúlan í 2012 er kr. 407.000. Útreiðslurnar eru kr. 810.000, og inntøkurnar kr. 403.000. Inntøkurnar stava frá brúkaragjaldi og stuðli frá Mentamála-ráðnum, sum í onkrum lærugreinum letur 50% og í øðrum 100% av kostnaðinum. Tó setur Mentamálaráðið eitt loft á stuðulin - í 2012 var hetta loftið kr. 255.000.
Seinasta vetur hevur kvøldskúlin megnað at hava 2.300 tímar fyri sína játtan.
Í mun til hendan veturin ynskir kvøldskúlaleiðarin at stovna nýggj hold í Føroyskari rættskriving og mállæru (40 t.), máling og list (80 t.), talvi (60 t.) og dugnaskapsroynd í sigling (180 t.). Samstundis er ynski um at hækka tímarnar til fotolæru úr 48 upp í 80, og til blásiljóðføri úr 60 upp í 100.
Ynskini krevja, at tímatalið verður hækkað við 230 tímum, t.v.s. 10%.
Meirútreiðslan hjá Runavíkar Kommunu av hesi hækkan er umleið kr. 60-70.000. Neyvari tøl verða tøk undir fíggjarætlanarviðgerðini í heyst. Fyrra hálvár er ikki endaliga gjørt upp, men sær játtanin út til at halda higartil.
Viðtøka
Mentanarnevndin hevur á fundi 22. mai 2012 samtykt at taka undir við, at tímatalið hjá kvøldskúlanum verður hækkað við 230 tímum til komandi skúlaár.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 31/05-2012 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

2.
Mál-nr. 12/00441 Ítróttarøkið við Løkin í Runavík – Framtíðarætlan í samband við møguliga skiftan av graslíki komandi ár.

Tilráðing
Vísandi til, at fótbóltsvøllurin við Løkin er sera slitin og allarhelst má skiftast komandi ár, mælir Arnfinn Langgaard til, at Runavíkar Kommuna útskrivar eina arkitektakapping um, hvussu ítróttarøkið skal síggja út í framtíðini. Millum broyttu fortreytirnar seinnu árini verða nevnd: FIFA-krøv, nýggja fimleikahøllin, fleiri parkeringsplass ynskilig, møguliga flyting av omankoyring, byggilinjan í mun til landsvegin, friðingin av økinum framvið Løkinum.
Mentanardeildin mælir til, at ein heildarætlan verður gjørd fyri ítróttarøkið við Løkin. Ætlanin skal seta út í kortið, hvørji anlegg til ítrótt eiga at vera á økinum í framtíðini. Mentanardeildin mælir til, at ein heildarætlan inniheldur bæði eitt fótbóltsstadion, møguliga við einum eyka minni venjingarvølli, og eina svimjihøll. Samstundis eiga karmarnir til bogaskjóting at endurskoðast.
Heildarætlanin eigur at taka atlit til, hvussu verandi bygningar eru staðsettir (ítróttarhøllin, komandi fimleikarhøllin og Skúlin við Løkin), hvussu møgulig nýggj verkløg passa inn í heildina, passa í mun til veður og vind, og hvussu stórt disponibla økið er.
Fyri at fá disponibla økið so stórt sum til ber, kundi ein møguleiki verið, at kommunan yvirtók landsvegin frá rundkoyringini til býarmarkið móti Mýrunum, soleiðis at byggilinjan á ítróttarøkinum fluttist nærri vegnum. Við hesum ber til dømis til at flyta vøllin eystureftir og gera nýggj sitipláss á vestaru síðu av vøllinum.
Mest átroðkandi málið er at fáa vaksið um sjálvan fótbóltsvøllin, so hann lýkur krøvini m.a. til stødd, sum eru sett til byrjanina av kappingarárinum 2014, og eigur ein heildarætlan at taka atlit til, at hetta arbeiðið má gerast í 2013.
Viðvíkjandi sjálvum leistinum mælir mentanardeildin til, at tekniska deild ger uppskot til leist fyri tilgongdina at gera eina heildarætlan.
Viðtøka
Mentanarnevndin hevur á fundi 22. mai 2012 samtykt at taka undir við tilmælinum hjá mentanardeildini, og heitir á teknisku deild at hava uppskot til leist klárt til næsta mentanarnevndarfund.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 31/05-2012 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

3.
Mál-nr. 12/00480 KFUM-Skótarnir við Løkin, søkja kommununa um 350.000,00 kr. afturat í fíggjarligum stuðuli til nýggja skótahúsið.

Tilráðing
KFUM-skótarnir við Løkin søkja um ein eyka stuðul til nýggja Skóta- og ungdómshúsið.
Skótarnir hava arbeitt við at reisa peningin, sum manglar í, og hava ymisk tiltøk givið einar kr. 100.000 afturat. Søkt verður um kr. 350.000. Um hesin stuðulin verður latin, kann verkætlanin fara í gongd beinanvegin. Byggitíðin er 7 mánaðir.
Ivasamt er, hvussu verður við verkætlanini, um kommunan ikki stuðlar henni við hesi upphædd.
Viðtøka
Mentanarnevndin hevur á fundi 22. mai 2012 samtykt at lata ein eyka stuðul á kr. 350.000 til verkætlanina við nýggjum Skótahúsi við Løkin, og at upphæddin verður avsett á fíggjarætlanini fyri 2013.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 31/05-2012 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

4.
Mál-nr. 12/00491 Eldrafelagið Kumlá søkir um stuðul á til at skifta vindeygu og hurðar fyri 130.000 kr. Felagið hevur sjálvt ráð at rinda helmingin.

Tilráðing
Eldrafelagið hevur gjørt eina ætlan fyri ístandsetan av húsinum. At skifta vindeygu og hurðar er 1. stig í ístandsetanini av húsinum. 1. stig kostar 127.500 kr. Við MVG og søkir Eldrafelagið Kumlá um stuðul til helmingin av kostnaðinum.
Um hugsa verður um at nevnda umsókn er til 1. stig av 3., eftir restar at skifta klædning og tak. Fyri samlaða upphædd millum 360.000 og 563.000 kr. So eigur kommunan at taka støðu til hvussu hon stuðlar slíkum feløgum.
Runavíkar kommuna hevur áður stuðla eldrafelagnum Nón við 300.000 kr. til keypið av hølunum hjá felagnum í Runavík.
Samanumtikið mælir Sosiala deild til at stuðla Eldrafelagnum Kumlá við 65.000 kr. til skiftan av vindeyum og hurðum. Samstundis verður mælt til at gera reglugerð fyri slíkum stuðli framyvir.
Viðtøka
Sosiala nevnd hevur á fundi 21.05.2012 mælt til at játta Eldrafelagnum Kumlá 65.000 kr. í fíggjarligum stuðli til at skifta vindeygu og hurðar. Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Sosiala nevnd tekur somuleiðis undir við at gera reglugerð fyri slíkum stuðli.
Tilráðing frá fíggjarleiðaranum:
Fígging av hesi útreiðslu er ikki beinleiðis avsett á fíggjarætlanini 2012. Tó er fígging tøk á rakstrarstað 262 “Eldraøkið”. Mælt verður til, at avgerðin verður framd við at stuðulin verður tikin haðani (kto 5490-00 / RS 262). Um hetta hevur við sær, at peningur seinni í ár kemur at vanta í til eldraøkið, kann hetta avgreiðast soleiðis:
1. fígging verður flutt frá øðrum rakstrarstað á øki 2, sum hevur avlop
2. fígging verður flutt frá øðrum rakstrarstað á øki 3, sum hevur avlop - øki 3 er eisini undir ábyrgd hjá Sosialu nevnd
3. biðið verður um, at býráðið játtar fígging við í eina eykajáttan
Viðtøka
Fíggjarnevndin hevur á fundi 24.05.2012 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Sosialu nevnd og at hetta verður fíggjað smbært tilráðingini frá fíggjarleiðaranum.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 31/05-2012 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og Fíggjarnevndini.
-Einmælt samtykt-

5.
Mál-nr. 12/00391 Neyðugar úmvælingar av hølunum, sum Dagstovnurin Varðin hevur í Eik bygninginum á Skála.

Tilráðing
Arbeiðsbólkurin fyri hølisviðurskiftini hjá Varðanum hevur havt tveir fundir og er komin fram til eitt ítøkiligt uppskot um at taka støði í verandi EIK hølum, sum karm um tilboðið hjá Varðanum komandi skúlaár.
Køkur/stova 80.000 kr.
Barna wc 50.000 kr.
Goymsla 30.000 kr.
Hemsur 100.000 kr.
Hurðapartíð 30.000 kr.
Garderoba/vátrúm 110.000 kr.
Køkur/stova 80.000 kr.
El/HVS/máling 100.000 kr.
Snikkaraarb.+ ljóð 50.000 kr.
Óvantað 50.000 kr.
Samlað 600.000 kr.

Grundleggjandi er talan um ein sera góðan bygning, við góðum møguleikum fyri at gerða neyðugar broytingar. Ætlaðu broytingarnar eru skilagóðar íløgur um læknahølini seinni verða tøk til barnaansing, við inngongd/vátrúmi og garderobu mitt í bygninginum. Við ætlaðu loysnini verður mett, at hølini í fermetrum og rúmmetrum kunnu góðkennast til minst 24 børn og 5 vaksin. Viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftum er ikki møguligt, innan verandi høli, at útvega starvsfólkakøk/-rúm. Men, trupulleikin við starvsfólka wc verður loystur og arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólki og umstøðurnar hjá børnum í mun til køk, garderobu og ljóðviðurskifti verða loyst.
Við hesari loysnini fær Varðin hølisumstøður at veita barnaansing/frítíðaransing til børn í forskúlaaldri og børn í 1. flokki komandi skúlaár 2012/13. Men, gjørt verður vart við, at skulaárið 2013/14 og 14/15 eru árgangirnir stórir, 15 + 19 børn, og at nevndu ábøtur á EIK hølini ikki loysa henda tørv.
Bólkurin sær tveir møgulleikar at nøkta tørvin í 2013/15:
1. At EIK og Læknahølini verða nýtt til barnaansing/frítíðaransing ella
2. 2. at Skúlakarmarnir í samband við møguligt forskúlatilboð verða tillagaðir/útbygdir, soleiðis at møguleiki er at hava frítíðaransing til forskúlaflokkin í Skála skúla.
Tilráðing:
Sosiala deild mælir, við støði í omafyrinevnda, til at gera allar neyðugar broytingar til at fáa hølini so arbeiðslig og góð sum gjørligt fyri starvsfólk og børn.
Mettur kosntaður er 600.000 kr. Átrokandi er at taka skjóta avgerð, tí foreldur á skála bíða við tilmelding til frítíðarskúla til tey vita, hvat hendir við hølisviðurskiftunum.
Viðtøka
Sosiala nevnd hevur á fundi 21.05.2012 samtykt at taka undir við umbyggingarætlanini, tó undantikið ætlan um hems, sum verður frárádd, vegna brunakrøv. Mettur kostnaður 500.000 kr.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 31/05-2012 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.
-Einmælt samtykt-

6.
Mál-nr. 12/00294 Royndarskipan við Forskúla í Skála skúla.

Tilráðing
Eftir áheitan frá skúlaleiðsluni á Skála skúla og leiðsluni á Varðanum á Skála verður kannað hvørjir møguleikar eru fyri at seta í verk forskúlatilboð í Runavíkar kommunu.
Í fyrsta umfari verður hugsa um at gerða eina royndarskipan á Skála har hølisumstøðurnar eru góðar í skúlanum, men kannað verður samstundis hvørjir møgulleikar eru í Runavík.
Fyritreytir í Runavík:
Hølisviðurskifti: Skúlaleiðslan er fyri at royna seg við forskúla og metir, at hølini við síðuna av lærarastovuni, har ser 4. er í løtuni, eru rímuliga væl egna til endamálið.
Leiðslan fyri Dagstovnin við Stórá mælir frá at seta forskúla í verk í ár, tí tað er ov nógv útliðið. Um starvsfólk skulu sigast úr starvi og nýggj setast, viðførur tað eyka kostna í uppsagnartíð og komandi starvsfólk náa ikki at fyrireika tilboðið. Leiðslan metir at tilboðið stovnurin veitir í dag er munagott og at samstarvið við skúlan er gott. Víst verður á, at tað eisini innan dagstovnaøkið ber til at menna gott forskúlatilboð. Men um býráðið ynskir at menna forskúlaskipan í skúlaregi, so vil stovnsleiðslan sjálvandi bakka upp um tað.
Fyritreytir á Skála:
Hølisviðurskiftini eru góð í skulanum, ein dupultstova og skúlakøkurin eru tøkir til forskúlatilboð, í einum parti av skúlanum sum er bygdur til endamálið. Um forskúlatilboð verður sett í verk verður mælt til at arbeiða víðari við at tillaga hølini soleiðis at tey skúlaárið 2013/14 kunnu nýtast til frítíðarskúla seinnapart. Hetta ella onnur loysn er neyðug orsaka av bólkurin í forskulaaldiri tá er 19 í talið meðan 1. flokkur eru 15 í talið.
Fíggjarligga standast lutfallsliga stór meirútreiðsla slíkum tilboð, sum lýst niðanfyri:
Verandi støða:
Barnaansing í løtuni 13 børn 392.556

Forskúlaætlan:
Forskúli (13 børn í ½ dag) 544.453
Ansing (13 børn í ½ dag) 446.146
Foreldragjald 282.425
708.174

Meirútreiðsla í løn fyri forskúlaætlanina skúlaárið 2012/13 316.000
Leiðsluviðbót 36.000

Reingerð 50.000
Annar rakstur (meting) 70.000
Meirútreiðsla rakstur íalt 472.000

Meirútreiðsla 5,5 mðr 216.000

Ìløga (20 stólar og borð, v.m.) 150.000

Viðmerkjast skal at høvuðsorsøkin til úteiðsluøkingina er, at roknað verður við útbúnum starvsfólki og at rokna verður við fyrireiðkingartíð í forskúlatilboðnum. Harumframt er eingangsútreiðsla til stólar og borð v.m. Væntandi minka útreiðslurnar hjá Varðanum enn meira um Varðin framyvir bert skal húsart í EIK hølunum.

Almennar viðmerkingar um stovnan av forskúlatilboð:

Kommunan skal taka støðu til, um hon vil menna ansingartilboðið, so børn í forskúlaaldri fáa eina betri byrjan uppá skúlatilveruna. Til tess at røkka hesum máli, má kommunan taka støðu til nøkur øki, ið myndugleikarnir, við ábyrgd á økinum, helst ikki vilja taka støðu til.
·Fyrireiðkingartíð til námsfrøðingar
·Samstarv millum lærarar og námsfrøðingar
·Leggja námsfrøðiligt økið undir skúlaleiðslu
·Rinda ein eyka kostna fyri at betra um tilboðið

Mentamálaráðið
Olaus Jespersen, deildarstjóri, upplýsir í samrøðu 15.05.12, at tað ivaleyst ikki eru trupulleikar, um ein umsókn um forskúlatilboð livir upp til krøvini í kunngerðini um forskúla, ið er gjørd, men ikki lýst enn, men sum tilboðið í Eysturkommunu er í tráð við.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt at kanna hvussu forskúlatilboð verða skipað í grannalondunum. Hvat arbeiðsuppgávan er, og hvussu starvsfólk verða lønt. Grundleggjandi hevur felagið bíðað eftir, at Mentamálaráðið meldar út hvat skal gerast á økinum. Men í takt við at kommunurnar stovna tilboð, er neyðugt hjá felagnum at taka eina støðu.
Føroya Lærarafelag
Herálvur Jacobsen, formaður, upplýsir í samrøðu 18.05.12, at Lærarafelagið ongar trupulleikar hevur við einum leisti, ið líkist tí í Eysturkommunu. Teir leggja dent á, at skúlastjórin hevur yvirskipaðu leiðsluna.
Føroya Pedagogfelag
Maud W. Hansen, forkvinna upplýsir, at tað fyri felagið hevur týdning at pedagogur fær somu fyrðireikingartíð sum lærarin. Hetta er eisini ein góð fyritreyt fyri tvørfakliga samstarvinum. Eisini ynskir felagið, at pedagogur hevur pedagogiska leiðslu at sparra við um pedagogfakligar uppgávur, hóast skúlaleiðari hevur yvirskipaðu leiðsluna.
Sera umráðandi er, at foreldur hava valmøguleika millum dagstovnatilboð og forskúla, tí øll børn í einum árgangi eru ikki búgvin til forskúlatilboð. Uttan slíkan valmøguleika má forskúlatilboðið lagast eftir menningarstignum hjá børnunum. Annars er felagið positivt fyri royndum á økinum og bjóðar seg fram at verða við í tilgongdini.
Tilráðing:
Mentanardeildin og Sosiala deild mæla til at stovnseta forskúlatilboð sum royndarskipan á Skála skúla. Fyribilsmetan av útreiðslum á 216.000 kr. í rakstri og 150.000 kr. í íløgu.
Mælt verður til, at gera neyvari fyrireiking av forskúlaætlan í Runavík til skúlaárið 2013/2014.
So skjótt sum møguligt skal neyv fíggjarætlan gerast fyri rakstrarkostnaðin av forskúlatilboðnum, væntaða minni útreiðslu hjá Varðanum og neyvari meting at íløgutørvinum til forskúlan.
Viðtøka
Sosiala nevnd hevur á fundi 21.05.2012 samtykt at taka undir við tilmælinum um, at seta í verk royndarskipan við forskúla á Skála.
Somuleiðis verður tikið undir við, at Sosiala deild og Mentanardeildin arbeiða víðari við forskúlaætlan fyri Runavíkarøkið til skúlaárið 2013/14.
Viðtøka
Mentanarnevndin hevur á fundi 22. mai 2012 samtykt at taka undir við tilmælinum.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 31/05-2012 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og Mentanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

7.
Mál-nr. 12/00367 Innlendismálaráðið biður um fund við kommununa í samband við fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging sum var 3. mai 2012 og biður býráðið um viðgera málið áðrenn fundin.

Viðtøka
Fíggjarnevndin hevur á fundi 24.05.2012 mælt til at halda fram við samráðingum, sum hava verið við Nes- og Sjóvar kommunur um kommunusamanlegging / kommunalt samstarv.
Viðtøka
Býráðið hevur á fundi 31/05-2012 samtykt at taka saman um samráðingarnar, sum hava verið við Nes- og Sjóvar kommunu um kommunusamanlegging / kommunalt samstarv.
-Einmælt samtykt-