HEIM

Býráðsfundur 3. september 2012 kl. 17

1.
11/00024 Víðkan av havnaøkinum í Funningsfirði

Viðgerð av eykajáttan í samband við víðkan av havnaøkinum í Funningsfirði
Tilmæli
Tekniska deild mælir til, at arbeiðið við at víðka havnaøkið í Funningsfirði verður fíggjað við eykajáttan, og at arbeiðið verður framt í 2012.
Viðtøka
Vinnu og havnanevndin samtykti á fundi tann 27. aug 2012 at fylgja tilmælinum frá TD.
Fíggjarnevndin hevur á fundi 31.08.2012 tikið undir við uppskotinum, og at biðið verður um eykajáttan til at fíggja arbeiðið.

2.
12/00294 Kanning av møguleikanum at seta í verk forskúlatilboð í Runavíkar kommunu

Tilráðing
Kunning um útreiðsluneutrala eykajáttan til Forskúli á Skála fyri fíggjarárið 2012
Býráðið samtykti á fundi 31/05-2012 at taka undir við Sosialu nevnd og Mentanarnevndini at gera royndarskipan við Forskúla á Skála. Fyribilsmetan av útreiðslunum vóru 216.000 kr. í rakstri og 150.000 kr. í íløgu, íalt 366.000 kr.
So skjótt sum møguligt skuldi neyv fíggjarætlan gerast fyri rakstrarkostnaðin av forskúlatilboðnum, væntaða minni útreiðslu hjá Varðanum og neyvari meting at íløgutørvinum til forskúlan. Hetta skal verða grundarlag fyri eykajáttan har samlaði meirkostnaðurin skal fíggjast av rakstraravlopinum á barnaansing felags.
Hetta komandi skúlaárið verður forskúli settur á stovn á Skála við 12 næmingum. Játtanin til virksemið (396 tkr í 2012) er útreiðsluneutral, men fer tó frá øki 3 hjá SN til øki 4 hjá MN, og skal tí samtykkjast av býráðnum sum eykajáttan. Fyri fíggjarárið 2013 er talan um eina øking í rakstrinum.
Samanumtikið:
Forskúlatilboðið kostar 396 tkr. Játtan til hetta verður flutt frá øki 3 til øki 4.
RS 342 Varðin sparir í lønarúrteiðslumog rakstri, tí børnini nú bert verða ansað har ½ dag.
Partur av foreldaragjaldinum fer nú til forskúlan.
Írestandi upphædd verður tikin av RS 380.
Tilráðing frá fíggjarleiðaranum:
Forskúlatilboðið á Skála kostar í hesum fíggjarári (2012) 396 tkr, sum er 30 tkr meira enn fyrsta metingin. Økingin er í metta rakstrarkostnaðinum.
Mælt verður til, at tilboðið verður fíggjað við eini útreiðsluneutralari eyajáttan, har 396 tkr verða fluttar frá øki 3 til øki 4 (alt í nettotølum, sí uppsetingina omanfyri):
Øki 4
Rakstrarstað 425 Forskúli, íløga 150.000
Rakstrarstað 424 Forskúli, rakstur 246.000
Samlað fyri øki 4 396.000

Øki 3
Rakstrarstað 342 Dagstovnurin Varðin -98.000
Rakstrarstað 380 Barnaansing felags -298.000
Samlað fyri øki 3 -396.000
Av tí, at talan er um íløgu, og at flytingin er millum øki, sum eru undir ábyrgd av hvør sínari nevnd, eigur eyajáttanin at verða samtykt á 2 býráðsfundum.
Viðtøka
Fíggjarnevndin hevur á fundi 31.08.2012 tikið undir við tilmælinum.

3.
12/00255 Lørift og uppvørpa til Løkshøll

Tilmæli frá Mentanardeildini.
Býráðið valdi seinasta heyst, at seta kr. 600.000,- av til lørift og uppvørpu í Løkshøll. Hendan upphæddin var mett at røkka til útgerð av hóskandi dygd til alla vanliga framvísing í Løkshøll, tó ikki til biografvirksemi.
Fyri summarferiuna vórðu tilboð heintaði inn frá føroyskum veitarum. Útgerðin í innkomnu tilboðunum varð ikki mett at hava
ætlaðu dygdina.
Samanumtikið játtaði býráðið kr. 600.000,-
Mettur samlaður kostnaður biograf-loysn kr. 1.064.146,-
Írestandi peningur kr. 464.146,-
Eftir okkara tykki stendur valið tí nú millum eina fyribils "bíliga" loysn, sum nøktar tørvin hjá ráðstevnum við meira her og nú, ella ein fullfíggjaða fyrstafloks loysn, sum gevur hølunum heilt nýggjar møguleikar.
Mælt verður til at taka av betru loysnini.
Tilráðing frá fíggjarleiðaranum.
Á íløgufíggjarætlanini í skúlanum við Løkin eru 900 tkr tøkar á RS 413. Ein møguleiki er at gera eina umraðfesting og nýta hesa upphædd at fíggja meirkostnaðin til lørift og uppvørpu. Verður tað ikki gjørt, er neyðugt at veita eykajáttan, um arbeiðið skal gerast og fíggjast í 2012.
Viðtøka
Mentanarnavendiin hevur á fundi 27. august samtykt at taka undir við tilmælinum og at heita á býráðið um at lata eina eykajáttan á kr. 450.000. Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin hevur á fundi 31.08.2012 tikið undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og mælir til, at eykajáttan upp á 450 tkr verður veitt at fíggja hetta.

4.
12/00391-19 Hølisviðurskiftini hjá barnaansingini á dagstovninum Varðanum á Skála

2. viðgerð av eykajáttan, samtykt av býráðnum 21/6-2012.
Tilráðing frá Sosialu deild:
Tekniska deild hevur biðið um tilboð uppá arbeiðið frá tveimum byggifyritøkum.
Tekniska deild mælir til at taka av lægra tilboðnum.
Sosiala deild tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild. Somuleiðis mælir Sosiala deild til, at 150.000 kr., ið frammanundan eru avsettar til endamálið, skulu flytast frá ábøtur á verandi stovnar til íløgu í Varðan og at søkt verður um eykajáttan til írestandi.
Viðtøka
Sosiala nevnd hevur á fundi 11.06.2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deil og sosialu deild og at málið verður beint í fíggjarnevndina í samband við eykajáttan.
Tilráðing frá fíggjarleiðaranum:
Mælt verður til, at játtan til arbeiðið verður fingin til vega, sum Sosiala nevnd hevur skotið upp.
Fíggjarnevndin hevur á fundi 14.06.2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarleiðaranum.
Býráðið hevur á fundi 21/06-2012 samtykt at taka undir við sosialu nevnd og fíggjarnevndini