HEIM

Býráðsfundur 27.09.2012 kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Sæunn Ó. Hansen, Beinta Olsen, Klæmint Østerø, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Hans Jákup Johannesen, Kári E. Jacobsen

1.
11/00024 2. viðgerð av eykajáttan til víðkan av havnarøkinum í Funningsfirði.

Býráðið samtykti á fundi 03/09-2012 við 1. viðgerð, eftir tilmæli frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini, eina eykajáttan áljóðandi 1,6 mió. til útbyggingina av havnarøkinum í Funningsfirði.
Býráðið hevur á fundi 27/09-2012 við 2. viðgerð samtykt eina eykajáttan uppá 1,6 mió.

2.
11/00294 2.viðgerð av umraðfesting av fíggjarætlanini fyri 2012.

Býráðið samtykti á fundi 03/09-2012 við fyrstu viðgerð, eftir tilmæli frá Sosialu-, mentanar- og fíggjarnevndini, at 396.000 kr. av játtanini til barnaansing verður flutt til íløgur og rakstur av forskúlaskipanini á Skála.
Býráðið hevur á fundi 27/09-2012 við 2. viðgerð samtykt at umraðfesta 396.000 av játtanini til barnaansing til forskúla á Skála.

3.
12/00255 2. viðgerð av eykajáttan til íløgur í Løkshøll.

Býráðið samtykti á fundi 03/09-2012 við 1. viðgerð, eftir tilmæli frá mentanarnevndini og fíggjarnevndini, eina eykajáttan uppá 450.000 kr. til lørift og uppvørpu til Løkshøll.
Býráðið hevur á fundi 27/09-2012 við 2 viðgerð samtykt eina eykajáttan uppá 450.000 kr.

4.
12/00104 Eykajáttan til keyp av gomlu Støkkhøllini á Glyvrum.

Eftir tilmæli frá einum meiriluta í mentanarnevndini mælir fíggjarnevndin til at játta 700.000 kr. í hesum fíggjarárinum til keyp av gomlu Støkkhøllini og at 700.000 kr. verða avsettar á fíggjarætlanini fyri 2013 til keypið.
Býráðið hevur á fundi 27/09-2012 við 1. viðgerð samtykt eina eykajáttan uppá 700.000 kr.

5.
12/00808 Keyp av lendi til grundøki til íbúðarbygging í Runavík.

Eftir til mæli frá Byggi- og býarskipanarnevndini mælir fíggjarnevndin til at keypa uml. 4.160 m2 burtur av matr. nr. 266a og 1a í Runavík til bygging av íbúðum, sum Almannamálaráðið ætlar at byggja til ungdóm við menningartarni og at 1. mió. kr. verður avsett á fíggjarætlanini fyri 2013 til endamálið.
Býráðið hevur á fundi 27/09-2012 samtykt tilmælið frá byggi- og býarskipanar-nevndini og fíggjarnevndini.

6.
12/00801 Ásetan av fíggjarkarmi fyri 2013.

Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2013 til 115 mió kr., við hesum sundurbýti:
Persóns-, felags- og eftirlønarskattur 115 mió.
Fíggjarkostnaður 15 mió.
Rakstur 82 mió.
Íløgur 18 mió. 115 mió.
Býráðið hevur á fundi 27/09-2012 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini at áseta fíggjarkarmin fyri 2013 til 115 mió. kr.