HEIM

Býráðsfundur 5. okt. 2011

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen

1.
J. nr. 243 – 11/00169 Bygging av nýggjari fimleikahøll sunnanfyri Ítróttarhøllina í Runavík.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Nú byggiskráin er liðug, verður mælt til at arbeiða víðari við málinum, út frá gjørdum samtyktum og broytingum til hesar, eftir nevndu skjølum:
• Framløgan, dagfest 04.10.11
• Tilmælið frá teknisku deild, dagfest 04.10.11
• Totalentreprisekonkurrence fase I, dagfest 04.10.11
• Totalentreprisekonkurrence fase II, konkurrence- og byggeprogram, dagfest 04.10.11
• Udbudsbrev for totalentrepriseudbud af Runavik ny idrætsfacilitet, dagfest 30.09.11
• Tilbudsliste
• Totalentreprisekontrakt
• Udbudstidsplan dagfest 30.09.11
-Mentanarnevndin hevur á fundi 04/10-2011 samtykt, at mæla til, at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 05/10-2011 samtykt at taka undir við mentanarnevndini við hesum ískoyti:
· Býráðið ynskir, at møguleiki skal verða fyri, antin við kravi um alternativa/grøna orku í útbjóðingartilfarinum, ella við forhandling aftaná at vinnari er funnin.
· Stýrisbólkurin hevur heimild til at gera smærri “ikki prinsippiellar” broytingar í ætlanini.
· Økið, sum kann verða umfatað av projektinum, er reyða økið á kortinum, sum kann víðkast til at umfata økið vestan fyri umklæðingarbygningin á Ítróttarhøllini til tað gulu linjuna oman ímóti Løkinum.
-Einmælt samtykt-