HEIM

Býráðsfundur 31. mars 2011

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen

Ikki møtt :
Kristian Gaardbo kom kl. 17.45 aftaná, at málini 2-7 vóru viðgjørd.

1.
J. nr. 11/00100

2.
J. nr. 520 - 11/00186
Ársroknskapruin hjá Kongshavnar havnastýri fyri 2010.

-Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 21/03 2011 mælt til góðkenna roknskapin.
-Býráðið hevur á fundi 31/03-2011 einmælt samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini.

3.
J. nr. 022 – 09/00267
Karl Rasmussen biður í skrivi df. 14/03-2011 um at verða loystur frá nevndarsessinum í ferðslunevndini.

-Tekniska nevnd hevur á fundi 23/3-11 tikið áheitanina til eftirtektar, og mælt til at Beinta Olsen tekur sæti í nevndini.
-Býráðið hevur á fundi 31/03-2011 einmælt samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

4.
J. nr. 510 – 11/00200
Avgreiðslu av byggi- og útgravingarloyvum - krøv og treytir til byggiloyvi.

Ummæli frá Teknisku deild:
Mannagongdin við byggimálsviðgerð eigur at verða endurskoða og mælir Tekn. deild til:
at útgravingarloyvi ikki verða játtað, men bert byggiloyvi
at tilsøgn um keyp av grundstykkjum verða herd, í øðrum lagi ikki givin.
at tilsøgn um byggiloyvi verða herd munandi.
at byggiloyvi verða givin við 1 ára tíðarfreist.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 23/3-2011 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild, og arbeiða víðari við málinum.
-Býráðið hevur á fundi 31/03-2011 einmælt samtykt broytingaruppskot frá Arnfinn Langgaard um at endurskoða reglurnar fyri byggimálsviðgerð.

5.
J. nr. 733 – 11/00167
Flyting av parabolskipan í Runavík

Ummæli frá Teknisku deild:
TD mælir til at játta OPUS loyvi at seta skúrin og parabolirnar upp á matr. nr. 276c. Eisini mælir TD til at gera leigusáttmála við ávísum treytum:
tíðaravmarkaðan til 5 ár
at parabolirnar verða settar upp á leigaða stykkinum áðrenn 2 mánaðir
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 23/3-2011 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. Deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/03-2011 einmælt samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini.

6.
J. nr. 111 – 11/00165
Taks biður um álit til umsókn frá Mentanarhúsfelagnum, sum søkir um skattafrælsi.

-Fíggjarnevndin hevur á fundi 24.03.2011 viðmælt at veita skattafrælsi sambært umsóknina.
-Býráðið hevur á fundi 31/03-2011 einmælt samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

7.
J. nr. 111 – 11/00164
Taks biður um álit til umsókn frá Grunninum “Okkara bindibók”, sum søkir um skattafrælsi.

-Fíggjarnevndin hevur á fundi 24.03.2011 viðmælt at veita skattafrælsi sambært umsóknina.
-Býráðið hevur á fundi 31/03-2011 einmælt samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

8.
J. nr. 121 – 11/00208 (10/00038)

9.
J. nr. 046 – 11/00115
Setan av mentanarleiðara til Runavíkar kommunu.

-Býráðið hevur á fundi 31/03-2011 einmælt samtykt at seta Sølva R. Hansen sum mentanarleiðara.