HEIM

Býráðsfundur 30. juni 2011

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe

Ikki møtt:
Sæunn Ó. Hansen
Beinta Olsen
Hans Jákup Johannesen
Kári Egholm Jacobsen

1.
J. nr. 102 – 11/00310
2. viðgerð av eykajáttan til keyp av Journalskipan og Sak-modul til Navision roknskaparskipanina.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 samtykt, at at veita eina eykajáttan á kr. 245.000 til keyp av journalskipan og sakmoduli.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt, við aðru viðgerð, at veita 245.000 kr. í eykajáttan til keyp av journalskipan og sakmoduli.

2.
J. nr. 243 – 11/00314
2. viðgerð av eykajáttan til ger av útbjóðingartilfari og byggiskrá í samband við bygging av nýggjari fimleikarhøll í Runavík.

-Býráðið hevur á fundi 26/05-2011 samtykt at veita eina eykajáttan upp á 700.000 kr til arbeiðið í hesum árinum.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt, við aðru viðgerð, at veita 700.000 kr. í eykajáttan til útbjóðingartilfar og byggiskrá.

3.
J. nr. 230 – 11/00336
Fíggjarætlan fyri Bókasavnið við Løkin fyri 2012.

Tilmæli frá Mentanardeildini:
Mentanardeildin hevur gjørt uppskot til fíggjarætlan fyri 2012, sum javnvigar við
944.442 kr
-Mentanarnevndin hevur á fundi 10/6-11 samtykt at taka undir við uppskotinum frá mentanardeildini til fíggjarætlan fyri 2012
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

4.
J. nr. 105 – 11/00237
Mentanarhúsfelagið søkir í skrivi df. 31/03-2011 um fíggjarligan stuðul til felagið.

-Mentanarnevndin hevur á fundi 10/6-2011 samtykt at játta Mentanarhúsfelagnum sama stuðul sum í fjør, 120.000 krónur.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 27.06.2011 tikið undir við við tilmælinum hjá Mentanarnevndini. Samstundis verður mælt til, at býráðið veitir eykajáttan upp á 120 tkr. til hetta.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini.

5.
J. nr. 521 - 10/00414
Reglur og fastar mannagongdir í samband við órudd á havnaløgum og almennum støðum sum heild.

-Vinnu- og havnanevndin viðgjørdi málið á fundi 21/03 2011. Tekniska deild ger uppskot um reglugerð saman við havnameistaranum. Reglugerðin verður komfirmerað av KSF og umhvørvisstovuni, og løgd fyri Vinnu- og havnarnevndina.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til, at umsitingin fær heimild til at gera eina reglugerð eftir høvuðsprincippunum í uppskoti frá havnameistarinum dagfest 10.06.11, við tillagingum í mun til fyrirsitingarlóg og aðrar lógir og kunngerðir á økinum.
-Vinnu- havnanevdin hevur á fundi 20/6-2011 samtykt, at mæla til, at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild. Samstundis verður mælt til, at málið verður lagt fyri býráðið, við tí fyri eyga, at seta ein politik í verk á økinum.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

6.
J. nr. 11/00335

7.
J. nr. 511 – 11/00361
Víðkan av virkisbygninginum hjá Bakkafrost

Í skrivi df. 16/06-11 søkir TEKNISTOVAN v/Eyðun Petersen, Runavík, vegna Bakkafrost um loyvi at víðka bygningin á matr. nr. 274g við einum tilbygningi sum er 36mx41m til støddar, sambært skitsurnar nr. 01 – 02 – 03 og nr. 04 df. 16/06-11.
Eisini vísir TEKNISTOVAN á at neyðugt verðar at víðka havnalagið við uml. 500 m2 .
Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekningarnar lúka ikki treytirnar til viðgerð til byggiloyvi, og tað ger TEKNISTOVAN eisini greitt, og spyr um kommunan kann geva loyvi til víðari projektering.
TD metir at havnalagið eigur at verða víðka við uml. 750 m2, og metir TD at henda víðkan av havnlagnum kostar uml. kr. 420.000,00.
TD mælir til at geva loyvi til víðari projektering av tilbygninginum.
Eisini mælir TD til at gera umsøkjaranum greitt, at loyvi er tengt av um fígging fæst til víðkanin av havnøkinum.
-Vinnu- havnanevdin hevur á fundi 20/6-2011 samtykt, at mæla til, at fylgja tilmælinum frá teknisku deild, og harumframt fáa eina tíðarætlan frá umsøkjarinum.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

8.
J. nr. 562 – 10/00482
Asfaltering, garður og gongubreyt við Meinigheitshúsið á Skála.

-Tekniska nevnd hevur á fundi 19/4-11 samtykt at mæla til, at keypa lendið fyri hóskiliga upphædd (89 kr/m2), og harumframt gera støði undir garðarnar og mótrokna virðið av hesum arbeiði sum endurgjald fyri lendið. Harumframt er samtykt at veita asfaltstuðul á 30 kr. pr. fermetur, tá ið arbeiðið er gjørt.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 17/5-11 samtykt at TD tosar við Sylverius og formannin í Meinigheitshúsinum um at finna eina semju.
Tilmæli frá Teknisku deild:
TD hevur gjørt kostnaðarmeting av hvussu gongubreytir, garðar móti vegunum og asfalteringin av túninum kostar.
TD mælir til at gera betonggarðin móti gongubreytini á Skálavegi soleiðis, at hesin garður ber vektina av vegi og gongubreyt,
hesin verður mettur at kosta kr. 28.160,00
Stuðlagarð móti ”Bryggjan” er
mettur at kosta kr. 27.500,00
Asfaltering av túninum við
Meinigheitshúsið 400 m2 á
kr. 140,00 mett at kosta kr. 56.000,00 Í alt u/mvg kr. 111.660,00
Her aftur í móti letur Meingheitshúsið lendi til gongubreytirnar ókeypis til kommununa.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 21/6-11 samtykt at mæla til, at treytað av, at meiniheitsráðið góðkennir semjuna, verða garðarnir gjørdir í ár, og asfaltið næsta ár. Bert ein partur av asfaltinum er at meta sum studningur, meðan restin er endurgjald.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

9.
J. nr. 105 – 10/00157
Ger av felags parkeringsøki á Mýrunum til Skótahúsið, Vistarheimið og Barnagarðin.

Í tilboðnum uppá jørðarbeiði, sum skótarnir hava fingið, er eisini ger av parkeringsplássi.
Tilmæli frá Teknisk deild:
-Mentanarnevndin hevur á fundi 10/6-11 tikið undir við, at skótarnir gera parkeringsplássið vegna kommununa.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 21/6-2011 mælt til, at parkeringsplássið verður gjørt eftir ávísing frá Teknisku deild og at kommunan endurridar skótunum kostnaðin kr. 310.000,- tá arbeiðið er góðkent av Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Teknisku nevnd.

10.
J. nr. 561 – 11/00374
Raðfesting av íløgum til vegagerð í kommununi í hesum fíggjarárinum.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til at gera hesa raðfesting av íløgum til vegagerð í ár:
Gøtuljós til vegin á Flat í Funningsfirði
Liðuggerð av Lygnesvegi í Søldarfirði
Liðuggerð av Geilini í Lamba
Liðuggerð av Geilarvegi í Rituvík
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/06-2011 mælt til, at taka undir tilmælinum frá TD, við tí broyting, at í Rituvík verður Geilagøta 2 liðugt asfalterað, og onki gjørt við Geilagøtu 1.
Liðugtgerð av nevndu vegateinum, verður tikið upp til fíggjarætlanarbeiðið til næsta ár.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

11.
J. nr. T 1t – 11/00121
VIST09 søkir um loyvi at keypa 3m av lendi norður eftir, at leggja afturat grundstykkinum matr. nr. 1t Tofta bygd.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til partvíst at ganga umsøknini á møti, soleiðis at skilja, at markið verður flutt 3 metrar norðureftir, frá niðaru síðu á stykkinum, til 3 metrar frá ovaru síðu á húsunum hjá VIST09. Hetta tó treytað av, at Articon við fleiri, sum hava optión uppá grannastykkið, ganga við til hetta. OB hevur tosað við AA frá VIST09, sum metti, at henda loysn var nøktandi, men metti at tað vildi verið ein stórur fyrimunur um ferðsla slapp inn á stykkið norðanífrá. TD mælir til, at kommunan ikki blandar seg uppí hetta, men letur hetta vera eitt mál millum grannarnar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/06-2011 mælt til, at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

12.
J. nr. 512 - 11/00161
Articon v.fl. søkir í skrivi df. 17/06-2011 um at leingja tilsøgnina um grundøki í Runavík til bygging av íbúðum í Runavík, til 1. okt. 2011.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til, at tíðarfreistin verður flutt sambært umsøknini, treytað av, at Articon gongur við til, at markið millum stykkið “hjá” Articon og Vist09, verður flutt 3 metrar norðureftir, frá niðaru síðu á stykkinum, til 3 metrar frá ovaru síðu á húsunum hjá VIST09.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/06-2011 mælt til, at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild..
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

13.
J. nr. 512 – 11/00028
Stuðulsfelagið 22.10.2010, sum hevur obtión uppá grundstykki norðanfyri “Articon o.fl”, søkir við maili df. 19/06-2011 um at fáa obtiónina longda.

-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/06-2011 mælt til, leingja freistina í 3 mánaðar, treytað av, at økið fæst til keyps.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

14.
J. nr. 201100041
Álit um broyting av kommunulæknabygnaðinum við Skálafjørðin.

-Sosiala nevnd hevur á fundi 20/06-2011 einmælt samtykt at leggja málið fyri býráðið.
-Málið tikið av skrá, eftir áheitan frá formanninum í Sosialu nevnd.

15.
J. nr. 111 – 11/00331
TAKS biður í skrivi df. 30/05-2011 um álit viðvíkjandi umsókn frá Ítróttarfelagnum Svani, sum søkir um skattafrælsi.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 27.06.2011 viðmælt at veita skattafrælsi sambært umsóknina.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

16.
J. nr. 243 – 11/00314
Byggiskrá og skipan av nevndararbeiði (organisatiónsplanur) í samband við fyrireiking til bygging av fimleikahøll.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Býráðið hevur samtykt eina tilgongd í sambandi við fyrireiking til bygging av nýggjari fimleikahøll og mælir Tekn. deild til, at býráðið samtykkir víðari gongdina í málinum - Uppskot df. 27/06-2011.
-Mentananevndin hevur á fundi 28/6-11 samtykt, at mæla til, at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

17.
J. nr. G 211b – 11/00116
Umsókn um byggiloyvi til MAGN støð á Høgabóli í Saltangará.

Í skrivi df. 07.02-11 søkirAi2 – Arkitekt & Inginiør, Kolding, vegna MAGN, Tórshavn um byggiloyvi til nýggja bensinstøð í Saltangará á matr. nr. 211b sambært innsendum tekningum.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá byggi- og býarskipanarnevndini.

18.
J. nr. G 219d – 11/00391
Hølisviðurskiftini hjá Fimleikafelagnum Støkk komandi venjingar-/kappingarár.

-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.