HEIM

Býráðsfundur 28. apríl 2011

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen

1.
J. nr. 103 – 11/00263
Ársroknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2010.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin fyri 2010.
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2011 einmælt samtykt at góðkenna roknskapin.

2.
J. nr. 111 – 11/00238

3.
J. nr. 243 – 11/00169
Bygging av nýggjari fimleikahøll sunnan fyri Ítróttarhøllina í Runavík.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Vísandi til frágreiðing df. 18/03-2011, mælir Tekn. Deild til at arbeiða víðari við ætlanini smb. fylgjandi raðfesting:
1) 3.2.1. Gera byggiskrá og bjóða út í heildarveiting.
2) 3.2.2. Gera byggiskrá, projektera og bjóða út í høvuðsenterprisu.
3) 3.1.4. Gera byggiskrá og liðugt projekt fyrst, saman við TN Bygging, og loyva munandi broytingum til verandi projekt.
-Ein meiriluti í mentanarnevndini Kári E. Jacobsen og Hans J. Johannesen mæla til at velja raðfestin nr. eitt frá Teknisku deild (3.2.1.)
Ein minniluti Fríðbjørg Weihe mælir til, at raðfesting nr. trý frá Teknisku deild verður vald (3.1.4.)
-Býráðið á fundi 28/04-2011:
Fyrst varð atkvøtt um broytingaruppskot frá Arnfinn Langgaard um, at býráðið heldur seg til viðtøkuna frá okt. 2010 og fer í samráðingar við TN Bygging og Støkk um yvirtøku av projektinum við einum íløgukarmi á 25 mió., við nøktandi grundøki, við umklæðingarrúmi til NSÍ og evt. køki, ella taka hædd fyri hesum, um ráð ikki er at gera tað samstundis. Gera byggiskrá, velja bygginevnd, sum umboðar býráðið, Tekn. deild og brúkararnar og leggja tað aftur fyri býráðið um 2 mánaðar. Broytingaruppskotið fekk 5 atkvøður fyri og 6 ímóti og fall sostatt.
Arnfinn Langgaard, Fríðbjørg Weihe, Beinta Olsen, Kristian Gaardbo og Bjarni Kjeld atkvøddu fyri
Magnus Rasmussen, Sæunn Ó. Hansen, Kári E. Jacobsen, Hans J. Johannesen, Klæmint Østerø og Karl Rasmussen atkvøddu ímóti.
Síðan varð atkvøtt um minnilutaupp-skotið frá Fríðbjørg Weihe, sum fekk 5 atkvøður fyri og 6 ímóti og fall sostatt.
Arnfinn Langgaard, Fríðbjørg Weihe, Beinta Olsen, Kristian Gaardbo og Bjarni Kjeld atkvøddu fyri
Magnus Rasmussen, Sæunn Ó. Hansen, Kári E. Jacobsen, Hans J. Johannesen, Klæmint Østerø og Karl Rasmussen atkvøddu ímóti.
Síðan varð atkvøtt um meirilutauppskotið frá Kára E. Jacobsen og Hans J. Johannesen, sum fekk 6 atkvøður fyri og 4 ímóti og varð sostatt samtykt.
Magnus Rasmussen, Sæunn Ó. Hansen, Kári E. Jacobsen, Hans J. Johannesen, Klæmint Østerø og Karl Rasmussen atkvøddu fyri.
Arnfinn Langgaard, Fríðbjørg Weihe, Beinta Olsen, og Bjarni Kjeld atkvøddu ímóti.
Kristian Gaardbo atkvøddi ikki.

4.
J. nr. 132 – 08/00068
Trappulift/atkoma í Glyvra skúla.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Fyrispurningur er aftur komin frá skúlaleiðsluni um, at fáa eina trappulyft gjørda frá høvuðsgongini og upp á fyrstu hædd. Tekn. deild hevur áður kannað hetta og var niðurstøðan tann, at rættast er við eini lift norðan fyri skúlan, sum er til allar hæddirnar (kostn. uml. 1. mió.) og er tað framvegis niðurstøðan hjá Tekn. deild.
Í hesum fíggjarárinum eru kr. 200.000,- er avsettar til lyft, og kann ein trappulyft, sum kann leggjast upp at vegginum, fáast fyri kr. 150.000 +mvg,.
TD mælir til at brúka tær avsettu kr. 200.000,- til eina trappulift og at 1 mió. kr. verður avsett komandi ár til lift til allar hæddirnar.
-Mentanarnevndin mælir til, at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2011 einmælt samtykt at brúka tær kr. 200.000,-, sum eru avsettar á fíggjarætlanini, til eina trappulift.

5.
J. nr. 243 – 09/00492
Uppsetan av girðing við áskoðaraplássini á ítróttarøkinum í Runavík.

Tilmæli frá Teknisku deild:
TD hevur kannað um til ber at fáa heilgalvaniseraða girðing í Føroyum, men ber tað ikki til. Um girðingin ikki verður heilgalvaniserað, vil hon rusta beinanvegin og mælir TD tí til, at hetta verður gjørt uttanlands.
Ein annar møguleiki er at brúka rustfrítt stál, men er tað rættiliga kostnaðarmikið.
TD hevur sett seg í samband við Teknistovuna v/Eyðun Petersen (sum upprunaliga hevur teknað áskoðara økið) og biðið um eina endaliga sniðgeving og innheintan av tilboði uppá heilgalvaniseraða girðing og mælir TD til, at taka av tilboðnum kr. 160.000 +mvg.
-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2011 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanar-nevndini.

6.
J. nr. 562 – 10/00482
Garður og gongubreyt fram við Meinigheitshúsinum á Skála.

Ummæli frá Teknisku deild:
Á fundi 23/03-11 viðtók Teknisk nevnd at gera yvirlit yvir kostnaðin við gongubreytum, keyp av lendi og asfaltering.
Keyp av lendi til gongubreytir og skráan móti norði er kr. 16.643,00
Kostnaður av gongubreyt og støði undir garðar er kr. 18.790,00
Munur kr. -2.147,00
Økið, sum skal asfalterast, er uml. 420 m2. Matrikuleringsútreiðslurnar eru ikki við í uppsetingini.
-Tekniska nevnd mælir til, at keypa lendið og harumframt gera støði undir garðarnar og mótrokna virðið av hesum arbeiði í endurgjaldinum fyri lendið. Harumframt verður mælt til, at játta asfaltstuðul á 30 kr. pr. fermetur.
-Málið tikið av skrá eftir áheitan frá forkvinnuni í Teknisku nevnd.

7.
J. nr. 561 – 11/00101
Uppskot um yvirtøku av landsvegnum inni í bygdini í Oyndarfirði

Ummæli frá Teknisku deild:
Kommunan hevur útlagt byggiøkir fram við landsvegnum, men er tað Landsverk, sum setir treytirnar fyri byggilinju v.m. Tað er sera óheppið fyri byggimálsviðgerðina, tí treytirnar eru ikki tær somu, sum kommunan setir. M.a. kann onki byggjast nærri vegnum enn 10m.
Umsitingin hevur samráðst við Landsverk um treytirnar fyri yvirtøku av vegnum, sum bjóðar kommununi at yvirtaka vegin og vilja teir umvæla áarinntøkini, ið treingja til, men onki verður gjørt við gøtulyktir.
Tekn. deild mælir til at yvirtaka vegin, tá vegurin hevur fingið nýtt slitlag á øllum strekkinum.
-Tekniska nevnd mælir til, at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2011 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

8.
J. nr. 502 – 11/00260
Broyting av ídnaðarøkinum Yviri á Hálsi í Rituvík.

Ummæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild er komin til, at rættast er at broyta Ídnaðarøkið í Rituvík.
Sum er, er eitt uml. 16.500 m2 stórt øki lagt sunnan fyri bygningarnar, sum eru bygdir á sunnara partinum í ídnaðarøkinum, og koma møguligir bygningar á hesum øki at standa sera árendir í lendinum.
TD mælir til at gera umbýti við Neshaga og Búnaðarstovuna soleiðis, at hesir 16.500 m2 verða verða umbýttir við eitt øki eystan fyri herðuna, soleiðs at bygningarnir verða settir lægri og verða samstundis fjaldir frá Æðuvíkarvegnum. Í hesum sambandi má býarplanurin broytast tilsvarandi.
Eisini mælir TD til at tillaga byggiætlanirnar fyri økini, og lýsa teir alment sum Serstakar byggisamtyktir við heitinum ávikavist D31-N og D31-S.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2011 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

9.
J. nr. 733 – 11/00167
Flyting av parabolskipanini hjá Opus í Runavík

Ummæli frá Teknisku deild:
Antennurnar hava staðið á kommunalari ogn í meira enn 20 ár, uttan nakra skrivliga avtalu. Nú skal byggjast á økinum og mugu antennurnar flytast. Opus hevur fingið ávíst eitt øki, sum kann leigast frá kommununi til endamálið. Leigumálið er avmarkað til 5 ár.
Opus er ikki væl nøgt við, at leigumálið er avmarkað, tí tað kostar nógv at flyta útgerðina og ynskja teir heldur at fáa øki til keyps. Sambart byggisamtyktini er trupult at selja stykki til annað endamál enn til sethúsagrundstykki.
Tekn. deild mælir til at halda fast við samtyktina frá 23/3-11, men at broyta tíðarfreistina í leigumálinum til 9 ár og 11 mánaðir, og at leigumálið kann leingjast 5. hvørt ár.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við Tekn. deild..
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2011 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

10.
J. nr. 401 – 11/00126
Sáttmáli um læknasamtakið í Eiðis læknadømi, sum Funningur er partur av.

Ummæli frá Sosialu deild:
Sosiala deild hevur kannað uppskotið til sáttmála og mælir til at góðtaka sáttmálan við teirri broyting, at seinasta av §8 verður strikað.
-Sosiala nevnd mælir til at taka undir við sáttmálanum við nevndu broyting av §8 um uppsøgn..
-Býráðið hevur á fundi 28/04-2011 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.