HEIM

Býráðsfundur 27/10-2011 kl. 17.00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen

Ikki møtt :
Karl Rasmussen
Klæmint Østerø

1.
J. nr. 541 – 10/00167 Góðkenning av spillivatnsætlanini fyri Runavíkar kommunu.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til, at góðkenna spillivatnsætlanina, sum P/F S.M. Jacobsen hevur gjørt eftir áheitan frá kommununi. Ætlanin er eisini send Umhvørsvisstovuni.
TD mælir til at góðkenna spillivatnsætlanina, tó undantikið tíðarætlanina.
-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deid.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at góðkenna spillivatnsætlanina. Tó er tað ikki møguligt at fremja alla ætlanina innan tíðarfreistina.

2.
J. nr. 512 – 11/00161 Selmar Nielsen, arkitektar, Tórshavn søkja í skrivi dagf. 14/03-11 um byggiloyvi til 23 íbúðir á matr. nr. 1b í Runavík, sambært innsendum tekningum.

Tilmæli frá Teknisku deild:
TD mælir til at játta umsóknina við vanligum treytum, sum eru, at byggiloyvi stendur við í mesta lagi 2 ár.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
J. nr. 050 – 10/00028 Minnisvarði á Høgabóli.

“Varðin á Høgabóli” v/Jákup Lamhauge, Saltangará søkir í skrivi dagf. 19/10-2011 kommununa um at fíggja kostnaðin av at gera økið til standmyndina á Høgabóli, eftir skitsuætlan og kostnaðarætlan sum Teknistovan v/Eyðun Petersen hevur gjørt.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til ganga umsøknini á møti.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við ætlanini og at málið verður tikið upp í samband við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2012.

4.
J. nr. 503 – 11/00558 Jarðarkeyp til útstykking í Saltangará.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild skjýtir upp at leingja Hjallaveg smb. tekning df. 18/10-11, er víst hvar Hjallavegur ætlast at liggja, og hvussu ein útstykking kann gerast.
Jarðarkeyp v.m. er mett til uml. 2 mió. kr. og mælir Tekn. deild til at taka upp samráðingar um keyp av byggilendinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini og at málið verður tikið upp í samband við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2012.

5.
J. nr. 552 – 10/00533 Uppskot til fíggjarætlan fyri 2012 fyri Skálafjarðar Sløkkilið.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini.

6.
J. nr. 105 – 11/00530 Hondbóltsfelagið Tjaldur søkir um fíggjarligan stuðul til felagið, orsaka av fíggjarligu støðuni/trupulleikunum sum felagið er komið í.

Tilmæli frá Mentanardeildini:
Mentanardeildin mælir til, at býráðið letur eina eykajáttan, ið kann hjálpa Tjaldur á føtur aftur, eins og kommunan fyrr hevur hjálpt øðrum feløgum.
-Mentanarnevndin mælir til at játta umsókinia. Fíggjarnevndin mælir til at játta kr. 125.000 kr. í stuðli.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini og fíggjarnevndini og veita ein fíggjarligan stuðul uppá 125.000,- kr.

7.
J. nr. 102 – 11/00543 Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2012 fyri Runavíkar kommunu.

-Fíggjarnevndin gjøgnumgingið fíggjarætlan fyri øki 1 (skjal A) og uppskotini frá øllum nevndunum til fíggjarætlan fyri 2011 – sí yvirlit, skjal B.
Samsvar er ikki millum inntøkur og útreiðslur. Staðfestast kann, at hallið er 29,5 mió.
Um fimleikarhøllin verður lánsfíggjað, 13 mió, og sostatt hildin uttanfyri karmin, er talan um 16,5 mió.
Heitt verður á nevndirnar um at koma við sparingum, bæði í rakstri og íløgum til 2. viðgerð.
Mælt verður til at skattaprosentið verður óbroytt (22%) og at barnafrádrátturin fyri 2012 hækkar við 250 kr til 4.500 kr.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við fíggarnevndini.