HEIM

Býráðsfundur 24. nov. 2011

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen

1.
J. nr. 105 – 11/00530 2. viðgerð av eykajáttan til fíggjarligan stuðul til hondbóltsfelagið Tjaldur.

Tilmæli frá Mentanardeildini:
Hondbóltsfelagið Tjaldur søkir um fíggjarligan stuðul til felagið, orsaka av fíggjarligu støðuni/trupulleikunum sum felagið er komið í.
Tilmæli frá Mentanardeildini:
Mentanardeildin mælir til, at býráðið letur eina eykajáttan, ið kann hjálpa Tjaldur á føtur aftur, eins og kommunan fyrr hevur hjálpt øðrum feløgum.
-Mentanarnevndin mælir til at játta umsókinia. Fíggjarnevndin mælir til at játta kr. 125.000 kr. í stuðli.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2011 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini og fíggjarnevndini og veita ein fíggjarligan stuðul uppá 125.000,- kr.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2011 einmælt samtykt við 2 viðgerð at játta kr. 125.000,- í stuðli til Hondbóltsfelagið Tjaldur.

2.
J. nr. T 114d – 11/00111 KFUM-Skótarnir við Løkin søkja við skrivi df. 15/02-11 um loyvi at byggja skótahús á matr. nr. 114 í Runavík.

Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deil mælir til at geva KFUM-skótunum við Løkin byggiloyvi sambært tekningum nr. 0-101 df. 31/10-11, 1-100 df. 31/10-11, 1-101 df. 31/10-11, 1-102 df. 17/05-11, 2-100 df. 31/10-11, 2-101 df. 31/10-11, 1-301 df. 31/10-11, 5-301 df. 31/10-11, Matrerialebeskrivelse df. 31/10-11 og notatir í skrivinum hjá NOTIR frá arkitektunum/verkfrøðingunum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/11-2011 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2011 einmælt samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini.

3.
J. nr. 102 – 11/00543 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2012 fyri Runavíkar kommunu.

-Fíggjarnevndin hevur á fundi 17/11-2011 mælt til at góðkenna uppskotið til fíggjarætlan fyri 2012, sum javnvigar við 128.129.000 kr:

Rakstur kr. 80.374.000
Íløgur kr. 34.755.000
Fíggjarkostnaður kr. 13.000.000
kr. 128.129.000

Inntøkur kr. 111.629.000
Útreiðslur kr. 128.129.000
Hall kr. 16.500.000

Mælt verður til at fíggja íløguna til bygging av fimleikarhøll og keyp av bygningi og grundøki í miðbýnum við lántøku kr. 16,5 mió.
Mælt verður til at skattaprosentið verður óbroytt 22,00% og barnafrádráttin verður hækkaður við 250 kr/barn til kr. 4.500,00.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2011 samtykt uppskotið til fíggjarætlan fyri 2012.

4.
J. nr. 11/00006 Setan av leiðara til Barnagarðin á Mýrunum.

-Býráðið hevur á fundi 24/11-2011 einmælt samtykt at seta Jastrid Weihe í starvið.

5.
Áseting av fundardøgum fyri 2012.

-Býráðið hevur á fundi 24/11-2011 ásett hesar fundardagar:
26/1 – 23/2 – 29/3 – 26/4 – 31/5 – 21/6 – 6/9 – 27/9 - 25/10 og 29/11.