HEIM

Býráðsfundur 24. febr. 2011 kl. 17.00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen

Ikki møtt :
Hans Jákup Johannesen

1.
J. nr. 512 – 10/00627

Umsókn frá KFUM-skótunum við Løkin um víðkan av grundstykkinum.
Ummæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til at játta umsóknina við teirri treyt, at hagin Mýrarnar sunnari partur vil selja stykkið til KFUM-Skótarnir við Løkin og søkja um frábýti av stykkinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/02-2011 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2011 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
J. nr. 561 – 11/00101

Uppskot um yvirtøku av landsvegnum í Oyndarfirði.
Ummæli frá Teknisku deild:
Í samband við sundurbýti av einum grundstykki í Oyndarfirði uppat landsvegnum, kravdi Landsverk, at stykkið skuldi leggjast 10m frá landsvegnum.
Hetta mótmælti kommunan í mun til húsini, sum stóðu framvið landsvegnum.
Málið steðgaði upp her, men í samband við at umsøkjarin rykti Landsverk eftir málinum, kom skriv df. 02/02-11 frá Landsverk um kommunan kundu yvirtaka vegin gjøgnum bygdina.
TD hevur leysliga kannað strekkið og er komin til:
At 6 tvørrennur liggja um vegin í ymiskum dimenisiónum.
At 5 gamlir træpelar eru á stekkinum.
At vegurin er fleiri ferðir avgrivin, og at gravirnar eru asfalteraðar, men lagdir eru her.
Kommunan hevur lagt byggiøkir út framvið vegnum, men stýrir Landsverk øllum viðurskiftum fram við vegnum, og er tað sera óheppið fyri byggimálsviðgerðina.
Vegstrekkið er 818m og kostar kavagraving kr. 10/m í alt kr. 8.180,00/ár sambært Landsverk.
TD mælir til at yvirtaka vegin við teimum treytum, at træpelarnir verða útskiftir, tvørrennurnar verða kannaðar og settar í stand við áarinntøkum og nýtt asfalt verður lagt á vegin.
-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við Tekn. deil. Eisini mælir nevndin til at taka upp samráðingar við Landsverk um yvirtøkuna.
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2011 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

3.
J. nr. G 211b – 11/00082

MUNIN søkir 01/02-11, vegna MAGN, Tórshavn um graviloyvi (loyvi at byrja jørðarbeiðið) á matr. nr. 211b í Saltangará.
Ummæli frá Teknisku deild:
TD mælir til at játta umsóknina við hesum treytum:
At uppfyllingin á matr. nr. 211b byrjar frá Fjarðavegi soleiðis, at ferðslan eftir Heiðavegi verður tarnað minst møguligt.
At at stik verður sett um áfyllingina eftir loknan arbeiðsdag tá áfyllingin byrjar frá Heiðavegi, soleiðis at skaði ikki stendst av arbeiðinum.
At vegirnir verða reinsaðir væl og virðiliga eftir loknan arbeiðsdag.
At arbeiðstakarin rindar útreiðslurnar, sum standast av skaða á koyribana, gongubreyt, kantsteinar, vatnleiðing, el-leiðing og telefonleiðing undir arbeiðinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/02-2011 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild og leggja afturat.
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2011 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini, tó soleiðis, at øll uppfyllingin verður frá Fjarðavegi.

4.
J. nr. G 156b – 11/00103

Sp/f Selmar Nielsen arkitektur, søkir í skrivi df. 16/02-11, vegna P/F EFFO, Tórshavn um loyvi at umbyggja EFFO-støðina í Saltangará á matr. nr.156b sambært tekningum nr. (50) 100 df. 16/02-11 – (99) 3.001 df. 01/02-11 - (99) 3.201 df. 13/01-11 og nr. (99) 3.101 df. 13/01-11, tekningar um Brunaviðurskifti, Konstruktiónstekningar og HVS-tekningar koma seinni. Ætlanin er at byrja umbyggingina í mars mánað í ár.
Ummæli frá Teknisku deild:
TD mælir til at geva byrjanar byggiloyvi sambært tekningum nr. (50) 100 df. 16/02-11 – (99) 3.001 df. 01/02-11 - (99) 3.201 df. 13/01-11 og nr. (99) 3.101 df. 13/01-11.
Endaligt byggiloyvi verður ikki giviðfyrr enn tekningar um Brunaviðurskifti, Konstruktións-tekningar og HVS-tekningar eru móttiknar og góðkendar av Brunaumsjón Landsins og býráðnum.
-Byggi- og býarsakipanarnevndin hevur á fundi 16/02-2011 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild við teirri treyt, at øll loyvi frá øðrum myndugleikum fyriliggja áðrenn endaligt byggiloyvi verður útskrivað.
-Býráðið hevur á fundi 24/02-2011 samtykt at taka undir heildarætlanini smb. tekningunum frá Sp/f Selmar Nielsen, men at byggiloyvi verður útskrivað tá endaligar tekningar og onnur neyðug loyvi fyriliggja.