HEIM

Býráðsfundur 1. september 2011

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Karl Rasmussen
Fríðbjørg Weihe

Ikki møtt:
Klæmint Østerø
Kristian Gaardbo
Hans J. Johannesen
Kári E. Jacobsen

1.
J. nr. 105 – 11/00237 2. viðgerð av eykajáttan um fíggjarligan stuðul til Mentanarhúsfelagið.

-Mentanarnevndin hevur á fundi 10/6-2011 mælt til at játta Mentanarhúsfelagnum sama stuðul sum í fjør, 120.000 krónur.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 27.06.2011 tikið undir við við tilmælinum hjá Mentanarnevndini. Samstundis verður mælt til, at býráðið veitir eykajáttan upp á 120 tkr. til hetta.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2011 einmælt samtykt, at veita eina eykajáttan uppá kr. 120.000,00 til Mentanarhúsfelagið.

2.
J. nr. G 219e – 11/00335 2. viðgerð av eykajáttan til keyp av Beta-bygninginum í Saltangará.

-Vinnu- og havnarnevdin hevur á fundi 20/6-2011 mælir til, at kommunan keypir bygningin.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 27/6-11 tikið undir við tilmælinum hjá Vinnu- og havnanevndini og mælir til, at býráðið veitir eykajáttan upp á 4,2 mió til keypið.
-Býráðið hevur á fundi 30/06-2011 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2011 einmælt samtykt, at veita eykajáttan uppá 4,2 mió. kr. til keyp av bygninginum.

3.
J. nr. 541 – 09/00562 Liðuggerð av vegnum Hórheiðar á Skála.

-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 24/8-2011 mælt til, at gera arbeiðið í ár, og beina málið í fíggjarnevndina fyri at fáa játtan til endamálið.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 25/08-2011 tikið undir við Byggi- og býarskipanarnevndini og mælir til at veita eina eykajáttan upp á 300 tkr.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2011 einmælt samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanar-nevndini og fíggjarnevndini.

4.
J. nr. 352 – 11/00366 Eykajáttan 2011 til øki 3: (Barnaansing).

Tilmæli frá Sosialu deild:
Í mun til framskriving og meting av rakstrarútreiðslunum pr. 30 juli 2011, koma at resta 881.000 í til øki 3.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 22/08-2011 samtykt at beina málið í fíggjarnevndina við áheitan um meirjáttan á 881.000 kr. til øki 3. Børn og ung.
Somuleiðis varð samtykt at gera neyvari uppgerð yvir tørvin á meirjáttan fyri økið 2. Almannamál og beina tað í fíggjarnevndina.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 25.08.2011 mælt til at samtykkja eina eykajáttan á 881.000 til økið.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2011 einmælt samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjar-nevndini.

5.
J. nr. 102 – 11/00458 Eykajáttan til øki 2: Almanna- og Heilsumál.

Fyri fíggjarætlanina fyri 2011 er ov lítið avsett til Almanna- og heilsumál.
Tilmæli frá Sosialu deild:
Eftir at hava gjøgnumgingið rakstrarstøðini á øki 2. Almannamál og mett um væntaðu ársnýtsluna út frá rakstaríutreiðslunum pr juli 2011, er niðurstøðan, at tað at resta kr. 150.000 í fyri 2011.
Sosiala nevnd mælir til at samtykkja eina eykajáttan uppá kr. 150.000 til økið.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 25.08.2011 tikið undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
-Býráðið hevur á fundi 01/09-2011 einmælt samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.