HEIM

Býráðsfundur 30. september 2010

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Kári E. Jacobsen
Bárður Kass Nielsen

Ikki møtt :
Hans Jákup Johannesen

1.
J. nr. 502 - 10/00248

Endurskoðan av býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.
Viðgerð av innkomnum klagum og broytingaruppskotum til framlagda uppskotið til býarplan.
12 broytingaruppskot og mótmæli komu inn áðrenn freistin var úti.
-Býráðið hevur á fundi 30.09.2010 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
J. nr. 431 – 09/00542

Faroese Innovative recyling søkir um leigu av øki á Skála til nýtslu viðv. jørðhita og innsamlan, skiljing og avskipan av skrottmetalli.
-Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 20/09-2010 mælt frá at játta skrottgoymslu og viðgerð av skrotti á havnarøkjunum í kommununi og framman fyri bygdum økjum og mælir til at útseta málið um leigu, til støða er tikin til um slíkt virksemi í framtíðini kann verða á havnarøkinum.
-Býráðið hevur á fundi 30.09.2010 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnanevndini.

3.
J. nr. 541 – 10/00413

4 tilboð eru innkomin uppá arbeiðið við á og kloakk frá barnagarðinum á Skála.
-Býráðið hevur á fundi 30.09.2010 einmælt samtykt at taka av tilboðnum frá Sp/f Klettar áljóðandi kr. 290.598,00 u/mvg.
Klæmint Østerø tók ikki lut í viðgerðini av málinum.

4.
J. nr. 562 – 10/00482

Sólbjørg Johannesen, Skála søkir við skrivi df. 11/09-2010, vegna Meinigheitshúsið á Skála, um loyvi at gera laðarðar grótgarðar móti Skálavegi við einum ”fríøki” í svinginum Skálavegur/ Bryggjan.
Ummæli frá Teknisku deild:
Sólbjørg vísir til eina gamla avtalu um øki til gongubreyt o. a..
TD deild mælir til at keypa lendi til 2m breiða gongubreyt, og at kommunan ger gongubreytina við støði til garðin niðan móti gongubreytini.
TD mælir til at játta byggiloyvi til garðarnar treytað av, at garðarinir verða settir av av Teknisku deild.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 21/09-2010 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 30.09.2010 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

5.
J. nr. 566 – 10/00475

Føroyska Staðarnavnanevndin biður í skrivi df. 09/09-2010 um viðmerkingar til áheitan um broyting av bygdarnavnaformunum “Lambi” og “Skáli”.
-Av tí at Býráðið í tveimum umførum fyrr hevur játtað at bygdanøvnini skulu broytast, mælir Byggi- og býarskipanarnevndin á fundi 21/09-2010 til, at bygdanøvnini skulu verða Lamba og Skála.
-Býráðið hevur á fundi 30.09.2010 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

6.
J. nr. 06/00888

Ólavur Groth hevur vent sær aftur til borgar-stjóran við fyrispurningi um nakar møguleiki er fyri, at eitt møguligt bygdarsavn kann ogna sær gamla skúlan í Søldarfirði.
Ummæli frá Teknisku deild:
Í skrivi df. 29/06-10 sigur Búnaðarstovan at gøtan skal hegnast av, so seyður ikki sleppur inn á gøtuna.
Hetta kann TD saktans taka undir við teytað av, at kommunan ikki rindar endurgjald fyri bøin, sum verður avskorin av gøtunum.
Annars heldur TD fast við fyrstu tilráðingina sum stendur niðan fyri:
Búnaðarstovan hevur 2/5-2008, í telefon spurt um kommunan vil keypa grundstykki og bygningin undir gamla skúlanum í Søldarfirði, sambært skrivi frá kommununi df. 01 / 02 –06.
Nýggja mannagongdin hjá Búnaðarstovni er, at kommunan keypir lendi upp til víðari sølu.
TD mælir til at kommunan keypur eitt hóskandi stykkið undir skúlanum og bygningin, við 2 gøtum, eina frá Gerðisvegi og suður til skúlan, og eina úr Toft niðan til skúlan.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 24/08-2010 samtykt at taka undir við Teknisku deild og at beina málið til Byggi- og býarskipana-nevndina til viðgerðar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/09-2010 tikið undir við tilráðingini frá Teknisku deild, við teirri treyt, at kommunan ikki rindar endurgjald fyri bøin sum verður avskorin av gøtunum.
-Býráðið hevur á fundi 30.09.2010 einmælt samtykt at útseta málið.

7.
J. nr. T 266ag – 10/00484

Claus H. Pedersen, Tórshavn søkir vegna samkomuna Jehovas Vidner, Saltangará um loyvi at byggja Ríkissal á matr.nr. 266ag í Runavík sambært tekningum nr. (99)1.01revd. 15.08.2010 - (99)1.02 - (99)1.03 -(99)1.04 - (99)1.05 -(52)3.01revd. 15.08.2010 - (99)3.01 - (99)3.02 - (99)3.03 og nr. (99)3.04 df. 31/03-2010.
Ummæli frá Teknisku deild:
Landsverk hevur viðgjørt málið til útgravingarloyvi og játta útgraving og var fólk frá Lansverk hjá tá húsið var avsett.
TD metir ikki at tað er neyðugt at senda hesa umsókn til Landsverk til ummælis.
Tekn. deild mælir til at játta umsóknina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/09-2010 mælt til at taka undir tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 30.09.2010 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

8.
J. nr. 512 – 10/00477

Articon søkir í skrivi df. 15/09-2010 um at fáa freistina fyri tilsøgn um grundøki til íbúðarbygging í Runavík longda til 30/06-2011.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/09-2010 mælt til at leingja freistina til
31. desember 2010.
-Býráðið hevur á fundi 30.09.2010 einmælt samtykt at taka undir við broytingaruppskoti frá Arnfinni Langgaard, um at freistin verður longd til 30. juni 2011, treytað av, at projektering og sølutilfar er klárt áðrenn 31.12.2010.

9.
J. nr. 102 – 10/00507

Ásetan av fíggjarkarmi kommunurnar fyri 2011.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23.09.2010 mælt til fylgjandi fíggjarkarm:
— Persónskattur 101
— Felagskattur 3
— Inntøkur 104
— Gjaldføri 2
— Fíggjarkostn. 13
— Rakstur 72
Íløgur 17

-Býráðið hevur á fundi 30.09.2010 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarevndini.