HEIM

Býráðsfundur 29. apríl 2010

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Bárður Kass Nielsen fyri Karl Rasmussen

Ikki møtt :
Klæmint Østerø
Kári E. Jacobsen

1.
J. nr. 521 – 09/00133

Sp/f Vígdis v/P.N. Danielsen søkir um at leiga burturav økinum millum Mekanik og AWI Boats til virksemi teirra.
Ummæli frá Teknisku deild:
Økið ið søkt verður um, er eitt D2-øki og lýkur umsókta virksemi ikki treytirnar fyri D2-øki. Mælt verður frá at ganga umsóknini á møti, men ístaðin at vísa umsøkjaranum til ídnaðarøki á Rituvíkshálsi.
-Vinnu- og havnanevndin hevur á fundi 22/04-2010 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 einmælt samtykt at taka undir við tilráðingini frá Vinnu- og havnarnevndini.

2.
J. nr. T 226 – 04/00330

3.
J. nr. 230 – 10/00017

Fíggjarætlan fyri Bókasavnið við Løkin fyri 2011.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 mælt til at kommunustudningurin hækkar úr 110.000 til 310.000 kr. fyri 2011.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 einmælt samtykt at taka undir við tilráðingini frá Mentarnevndini.

4.
J. nr. 105 – 10/00112

Fíggjarligur stuðul til ítróttarfeløgini í kommununi 2010.
3 umsóknir eru komnar afturat um stuðul frá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Tjaldur og Støkk.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 mælt til at stuðla eftir sama leisti sum seinasta ár.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 einmælt samtykt at taka undir við tilráðingini frá Mentarnevndini.

5.
J. nr. 046 – 10/00182

Seta av leiðara til Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu.
4 umsóknir eru komnar til starvið.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 samtykt at seta Marjun Berg, Runavík í starv.

6.
J. nr. T 88 – 09/00464

A. Olsen, Runavík søkir 26/04-09 um loyvi at leggja tak á ein part av túninum millum sethúsini matr. nr. 88 í Runavík og bilhúsið hjá J. Hammer.
Ummæli frá Teknisku deild:
IV Kapittul 3. Gr. stk. 4 sigur at ”bilhús og onnur úthús sum eru føst í húsini verða tald við í nýtingarstigið”.
Nýtingarstigið fyri B-økini er 0,30 og er nýtingarstigið fyri matr. nr. 88 við bilhúsunum er 314m2 /1.316 m2 = 0,24<0,30 í lagi. Tekn. deild hevur varhugan av, at HGV er farið inn í verandi bilhús við sínum virksemi, og kundi tað bent á at bilhúsið, sum verður uml. 218 m2, verður ein verkstaður. Tað er loyvt at hava vinnuvirksemi inni á B-økinum, um so er at virksemið ikki órógvar grannalagið. -Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 mælt til at játta byggiloyvi. -Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 einmælt samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini 7.
J. nr. EL 20 – 10/00176

Bjørn á Heygum, adv. søkir vegna M. Jógvansdóttir, Norðskála um loyvi at frábýta 3.684 m2 burtur av matr. nr. 20 í Elduvík til samanlegging við matr. nr. 27 í Elduvík.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Stykkini liggja í G1-øki sum er útlagt til landbúna í býarplaninum og er innangarðsjørð og knýtt at uttangarðsjørð.
Tekn. deild mælir til at játta umsóknina við teirri treyt, at Matrikulstovan, sambært nýggju landbúnaðarlógini, kann býta matr. nr. 20 sundur.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 einmælt samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

8.
J. nr. S 103 – 10/00201

Í skrivi df. 20/04-10 søkja R. S. Olsen og P. Solmunde vegna Samkomuna ELIM í Søldarfirði um loyvi at stoypa kjallarahæddina í tilbygninginum uppí samkomuhúsið á matr. nr. 103 í Søldarfirði sambært skitsu df. 18. mai 2009.
Ummæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til at játta byggiloyvi til kjallarin.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 einmælt samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini

9.
J. nr. 202 – 10/00136

Víðkan av kirkjugarðinum á Glyvrum.
Ummæli frá Teknisku deild:
Eitt tilboð eru komið uppá liðugtgerð av eystasta graviøki í nýggja kirkjugarðinum á Glyvrum og mælir Tekn. deild til at taka av tilboðnum frá JHR Entreprenørar, Saltangará
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 einmælt samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini

10.
J. nr. 255 – 08/00004

Nevndin fyri Felagið Høganes spyr í skrivi 4/5-2009 um kommunan kann útvega byggibúgvi øki at seta sluppina Høganes á.
-Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 15/03-10 mælt til at kanna kostnaðin fyri alternativari loysn við einum dúki ella prosending, soleiðis at skipið fyribils kann verða liggjandi í bátahylinum.
Ummæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild hevur kannað alternativa loysn, t.e. at tetta skrokkin við útv. dúki/presending og mælir til at taka av tilboðnum frá MEST.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild um at leggja dúk/presending um skipið.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 22/04-2010 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Mentanar-nevndini og mælir til at veita eykajáttan, sum verður fíggjað úr gjaldførinum.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 einmælt samtykt at taka undir við Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini.

11.
J. nr. 105 – 10/00157

KFUM-skótarnir við Løkin søkja við skrivi df. 23/03-2010 um fíggjarligan stuðul til lendisarbeiði, fundament og sokkul v.m. til nýtt skótahús í Runavík.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 mælt til at veita fíggjarligan stuðul til verkætlanina.
Stuðulin er treytaður av at øll fíggingin til verkætlanina er fingin til vega og at stuðulin verður útgoldin tá húsið er innilokað.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 22/04-2010 mælt til at játta stuðul upp á 500.000 kr við teimum treytum, sum mentanarnevndin skjýtir upp.
-Býráðið á fundi 29/04-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
Samtykt við 8 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

12.
J. nr. 111 – 10/00164

13.
J. nr. 512 - 08/00098

Endurskoðan av býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 viðgjørdt býarplanin við broytingunum, ið komu fram ísamband við framløgu fyri býráðnum tann 14.04.10.
Mælt verður til at strika C34 og økja um C36 (til bønhús og kirkjugarð) í Funningsfirði.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 einmælt samtykt at taka undir við uppskotinum til býarplan dagf. 27/05-2010 við teimum broytingum sum Byggi- og býarskipanarnevndini mælir til.