HEIM

Býráðsfundur 28. januar 2010

1.
J. nr. G 81 – 10/00016

Teknistovan v/Eyðun Petersen søkir við skrivi df. 11/01-2010 vegna Bakkafrost um byggiloyvi til ein uml. 1450 m2 stóran goymslubygning á havnarlagnum á Bakka smb. viðsendu tekningum.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Økið sum søkt verður um, er partur av bryggjuvirkseminum hjá Runavíkar Havn og ikki ætlað til byggilendi.
Tekn. deild mælir ístaðin til at byggja uppí kassavirkið norður eftir. Tá er neyðugt at víðka grótfylluna norður eftir.
-Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 18/01-2010 mælt til at geva principiella tilsøgn til byggiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 28/01-2010 samtykt at játta umsóknini frá Bakkafrost, um at byggja ein bygning millum bygningarnar á havnarlagnum á Bakka.
-Einmælt samtykt-
Kári Jacobsen luttók ikki í viðgerðini av málinum.

2.
J. nr. 255 – 08/00004

Nevndin fyri Felagið Høganes spyr í skrivi 4/5-2009 um kommunan kann útvega byggibúgvi øki at seta sluppina Høganes á.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD hevur gjørt 2 uppskot til hvussu Høganes kann setast/leggjast, annað við Bátahylin á Bakka og hitt á Skipanesi.
Tætt sunnan fyri vegin til atløgusíðuna á Skipanesi, er Tróndar neyst sum eigur at verða varðveitt órørt.
Sunnan fyri grótkastið millum neystini og gamla handilin metir TD at HØGANES kann setast/leggjast, men hetta førir við sær at grótkastimá víðkast, men hevur TD ikki gjørt kostnaðarmeting av víðkan av grótkastinum.
-Vinnu- og havnanevndin hevur á fundi 21/09-2009, sum fyribils loysn, mælt til at lata Høganes liggja har hon er og at gera okkurt slag av undirbygging so sluppin ikki søkkur, og sum endaliga loysn at leggja hana inni á Glyvrum sum víst á viðløgdu tekning frá Teknistovuni dagf. 09.09.09
----------
Nevndin fyri Høganes sigur í skrivi df. 23/11-2009 at tey taka undir við fyribilsloysnini sum skotin er upp, tó at tey høvdu ynskt sær eina varandi loysn. Tey mæla eisini til, at ein loysn verður funnin við vakmyndatóli og “schengen” hegni, soleiðis at skipið er betur vart ímóti herverki, sum er ein stórur trupuleiki.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 19/01-2010 mælt til at taka undir við uppskotunum um fyribilsloysn í bátahylinum í Saltangará og sum endalig loysn at leggja skipið á Glyvrum smb. tekning frá Teknistovuni df. 9/9-09.
-Býráðið hevur á fundi 28/01-2010 samtykt at kanna kostnaðin fyri at byggja uppundir skipið, soleiðis at tað liggur trygt í bátahylinum í Saltangará.
-Einmælt samtykt-

3.
J. nr. 330 – 08/00598

Skipan av Dagtilhaldi í Runavíkar kommunu.
Uppskot um reglugerð fyri dagtilhaldið og spurninginum um navnið og hølisviðurskifti.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 18/01-2010 mælt til at heitið á dagtilhaldinum verður ”Dagtilhaldið í Runavík” og hevur heitt á Sosialu deild um at arbeiða víðari við reglugerð fyri dagtilhaldið til býráðsfundin.
-Á býráðsfundi 28/01-2010 vóru tvey broytingaruppskot sett fram, annað frá Kristian Gaardbo, Sæunn Ó. Hansen og Fríðbjørg Weihe, sum mæla til, at dagtilhaldið fær navnið ”Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu”, sum varð samtykt við 5 atkvøðum fyri og 4 ímóti.
Sæunn Ó. Hansen, Fríðbjørg Weihe, Kristian Gaardbo, Arnfinn Langgaard og Magnus Rasmussen atkvøddu fyri. Beinta Olsen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen og Klæmint Østerø atkvøddu ímóti. Bjarni Kjeld atkvøddi ikki.
Broytingaruppskotið frá Kára E. Jacobsen, um at dagtilhaldið fær navnið ”Fløvi” fall sostatt burtur.

4.
J. nr. G 265d – 04/00007

Teknisstovan v/Eyðun Petersen, søkir við skrivi dagf. 09/09-09, vegna Frithleif Olsen, um byggiloyvi til íbúðarbygning við 8 íbúðum á matr. nr. 265d í Saltangará. Víst verður á, at ætlanin verður tillagað loyvinum frá kommununi í skrivum dagf. 03/03-04 og 05/10-07.
Fyri at ætlanin kann gerast veruleiki og arbeitt kann verða víðari við ætlanini er, at vegaføringin til økið verður avgreidd.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/09-2009 mælt frá at játta byggiloyvi grundað á fygjandi :
Mett verður ikki, at rætt er at leiða meiri ferðslu gjøgnum torgið.
Alternativ loysn við vegi suðureftir til Tjaldraveg er mett at verða ov dýr til eitt einstakt byggjarí.
Mælt verður til at taka upp samráðingar við umsøkjaran um keyp/umbýti av stykkinum.
-Býráðið hevur á fundi 24/09-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
Aftaná samráðingar um umbýti av matr. nr. 265d við 2 grundstykkir á Høgaleiti, hevur Frithleif Olsen boðað frá, at hann ikki er áhugaður at umbýta stykkið við 2 grundstykkir á Høgaleiti sum hann hevur fingið í boði.
-
Vísandi til at treytað byggiloyvi er givið til matr. 265d, er ivamál um møguleiki er fyri at ganga frá givnu tilsøgn. Umsøkjarin vísir á 3 uppskot til loysn av málinum
1. at kommunan keypir matr. nr. 265d
2. at umsøkjarin fær eitt annað høgligt stykki í býti
3. at kommunan ger veg til stykkið
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 26/11-2009 mælt til at avtaka býráðsviðtøkuna frá 24/09-2009 og at samráðast við Frithleif um uppskot hansara til loysn av málinum.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/01-2010 samtykt at mæla til at gera gjøgnum-grevstur av vegi til grundøki, sí viðlagda kort.
Áðrenn arbeiðið verður sett íverk skal trygd fáast fyri at farið verður undir byggingina.
Kostnaðarmeting fyri gjøgnumgrevstur av vegnum skal vera tøk til býráðsfundin.
-Býráðið samtykti einmælt at taka málið av skrá og gera nærri kanningar til næsta fund.

5.
J. nr. T 97 – 10/00019

P/f Danstein, Runavík søkir um byggiloyvi til uppíbygging av bygninginum sum stendur á matr. nr. 97 Tofta bygd (við gravsteinarnar)
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekniska deild hevur kannað málið. Øki í bygt verður á liggur í D1 øki, t.v.s. á havnarlagið har bert er loyvt at byggja til vinnu endamál l í hava við havnarlagið at gera.
Danstein hevur sum er fingið eitt tíðaravmarkað leigumál við treytum, sí viðlagda leigusáttmála.
Mælt verður til at játta byggiloyvi við somu treytum sum eru fyri økið og at verandi kontainari verður tikin burtur.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/01-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 28/01-2010 samtykt at at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-
Klæmint Østerø luttók ikki í viðgerðini av málinum.

6.
J. nr. 202 – 06/00843

Reglugerð fyri kirkjugarðarnar í kommununi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 20/01-2010 mælt til at broyta reglugerðina
so hon er galdandi fyri alla kommununa.
-Býráðið hevur á fundi 28/01-2010 samtykt at at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-