HEIM

Býráðsfundur 27. mai 2010

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, formaður
Sæunn Ó. Hansen, næstformaður
Beinta Olsen
Klæmint Østerø
Bjarni Kjeld
Arnfinn Langgaard
Bárður Kass Nielsen
Kristian Gaardbo
Fríðbjørg Weihe
Hans Jákup Johannesen
Kári E. Jacobsen

1.
J. nr. 046 – 09/00708

Karl Rasmussen, býráðslimur søkir við skrivi df. 1/5-2010 um at fáa longt farloyvi frá býráðnum til 31/12-2010 vegna lestrarørindi í Danmark.
-Býráðið hevur á fundi 27/05-2010 einmælt samtykt at játta umsóknina.

2.
J. nr. 132 – 10/00236

Umsókn um víðka skúlasamstarv millum Skála- og Stranda skúla í samband við 7 flokk.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 18/05-2010 samtykt at taka upp fund við skúlaleiðaran og skúlastýrið um málið.
Býráðið hevur á fundi 27/05-2010 einmælt samtykt at taka undir við mentanarnevndini.

3.
J. nr. 533 – 10/00217

Spælipláss á Skála
Ummæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild hevur gjørt kostnaðarmeting av at gera spælipláss á Skála, sum er eitt gamalt ynski frá borgarunum.
Kostnaðarmeting av at planera, stoypa kant/garð, hegn, rampa v.m. kr. 151.329,00
Sí kostnaðarmeting
-Byggi- og býarskipanarnevndin á fundi 07/05-2010 viðgjørt málið. Meirilutin, Arnfinn Langgaard og Beinta Olsen, mælir til at arbeiðið verður tikið við í fíggjarætlan fyri 2011.
Minnilutin Hans Jákup Johannesen mælir at taka 30.000 kr av gjaldførinum og at restin av arbeiðinum verður gjørt sum frívilligt arbeiði.
-Býráðið á fundi 27/05-2010 atkvøddi fyrst um minnilutauppskotið frá Hans J. Johannesen, sum fall 3 atkvøðum fyri og 6 ímóti.
Hans J. Johannesen, Bjarni Kjeld og Klæmint Østerø atkvøddu fyri
Arnfinn Langgaard, Kári Jacobsen, Beinta Olsen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe og Magnus Rasmussen atkvøddu í móti.
Síðan varð atkvøtt um meirilutauppskotið frá Arnfinn Langgaard og Beintu Olsen, sum varð samtykt við 7 atkvøðum fyri og 2 ímóti.
Arnfinn Langgaard, Kári Jacobsen, Beinta Olsen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Bárður Nielsen og Magnus Rasmussen atkvøddu fyri.
Klæmint Østerø og Bjarni Kjeld atkvøddu ímóti.

5.
J. nr. 111 – 10/00207

Taks biður í skrivi df. 23/04-2010 um álit til umsókn frá Bláa Krossi um skattafrælsi.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 20.05.2010 mælt til at geva skattafrælsi til Bláa Kross.
Býráðið hevur á fundi 27/05-2010 einmælt samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

6.
J. nr. 111 – 10/00233

Taks biður í skrivi df. 04/05-2010 um álit í samb. við umsókn frá áhugabólki um skattafrælsi.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 20.05.2010 mælt til at geva skattafrælsi .
Býráðið hevur á fundi 27/05-2010 einmælt samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

7.
J. nr. 103 – 10/00137

Umskipan av rakstrarstøðum á kommunalu fíggjarætlanini.
Ummæli frá Roknskapardeildini:
Smb. broyttu roknskaparreglunum verður mælt til hesar broytingar afturat teimum, sum fíggjarnevndin samtykti 18/3-2010:
RS 631 Vetrarfriðing á Skála kr. 500.000,-
RS 751 Útfylling á Bakka kr. 400.000,-
verður flutt til konto 0730
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 20.05.2010 mælt til at taka undir við tilmælinum frá fíggjarleiðaranum.
Býráðið hevur á fundi 27/05-2010 einmælt samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

8.
J. nr. 255 – 08/00004

2. viðgerð av eykajáttan til dúk/presending av leggja um kjølin á m/s Høganes.
Ummæli frá Teknisku deild:
Vísandi til fundarsamtykt frá seinasta fundi 15/03-10 hevur Tekn. deild kannað alternativa loysn, t.e. at tetta skrokkin við útv. dúki/presending, sí tilboð frá P/F Mest.
TD hevur kannað tilboðið og mælir til at taka av tilboðnum stórt kr. 108.769,00 v/r mvg.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 21/04-2010 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild um at leggja dúk/presending um skipið og at málið verður beint í fíggjarnevndina.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 22/04-2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini frá 21/04.2010.
Mælt verður til, at býráðið samtykkir eina eykajáttan, svarandi til upphæddina (110 tkr), sum verður fíggjað úr gjaldførinum.
-Býráðið hevur á fundi 29/04-2010 mælt til at taka undir við Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini.
Býráðið hevur á fundi 27/05-2010 samtykt at taka undir við mentanarnevndini og fíggjarnevndini við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti.
Klæmint Østerø atkvøddi ímóti.

9.
J. nr. 103 – 10/00249

Roknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2010.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 20.05.2010 mælt til at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2009, sum varð framlagdur av grannskoðarunum.
Býráðið hevur á fundi 27/05-2010 einmælt samtykt at góðkenna ársroknskapin fyri Runavíkar kommunu fyri 2009.