HEIM

Býráðsfundur 24. juni 2010

1.
J. nr. 103 – 10/00137

2. viðgerð av umskipan av rakstrarstøðum á kommunalu fíggjarætlanini.
Ummæli frá Roknskapardeildini:
Smb. broyttu roknskaparreglunum verður mælt til hesar broytingar afturat teimum, sum fíggjarnevndin samtykti 18/3-2010:
RS 631 Vetrarfriðing á Skála kr. 500.000,-
RS 751 Útfylling á Bakka kr. 400.000,-
verður flutt til konto 0730 (upptikin skuld)
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 20.05.2010 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarleiðaranum.
-Býráðið hevur á fundi 27/05-2010 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini

2.
J. nr. T 93d – 10/00261 og 01/00212

Sp/f Rókin um loyvi at keypa bygningin á matr. nr. 93d til maskinverkstað, kavaravirki og skrivsovuhølir.
Ummæli frá Teknisku deild:
Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og Havnarnevndin hava á fundum ávikavist 07/05-10 og 12/05-10 viðgjørt líknandi umsókn um sama bygning og var henda umsókn avvíst við teirri orsøk, at D2-øki er útlagt til makinverkstøð og bygningar til báta- og skipabygging.
Kavaravirki kann koma fyri til bátar og skip, men metir Tekn. deild ikki, at kavaravirki hevur brúk fyri maskinverkstað og stórari skrivstovu. Tekn. deild mælir frá at játta umsóknina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 19/05-2010 samtykt at biðja um eina nágreinliga frágreiðing um ætlaða virksemi.

Ummæli frá Teknisku deild:
Tekniska deild hevur kannað málið nærri og hevur í hesum sambandi biðið umsøkjaran um skrivliga at greiða nærri frá, hvat ætlaða virksemi verður váttað, at virksemið í høvuðsheitum er byggivinna.
Ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri økið:
Økið D2
a.) Økið verður nýtt til havnarlag og virksemi, ið beinleiðis hava samband við sjóvinnu so sum maskinverkstað og bygging til báta- og skipabygging.
b.) Størsta loyvda nýtingarstig er 0,6.
Ásetingarnar fyri øki loyvi ikki ætlaða virksemi og tí verður mælt frá at játta umsóknina.
-Meirilutin í Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 26/05-2010 mælt til at geva Sp/f Rókin loyvi til at keypa bygningin matr. nr. 93d sum stendur á leigaðari grund til maskinverkstað, kavaravirki og skrivstovuhølir.
Minnilutin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Meirilutin í Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 02/06-2010 mælt frá at játta umsóknina.
Minnilutin mælir til at játta umsóknina.

3.
J. nr. T 184 – 10/00278

Áki Højgaard, Runavík o.fl. søkja við skrivi df. 01/06-10 um loyvi at býta 5 grundstykkir og vegøki frá matr. nr. 184 Tofta bygd (Rituvík), sum víst á tekning df. 01/06-10.
Ummæli frá Teknisku deild:
TD mælir til at játta umsóknina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/06-2010 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.

4.
J. nr. 243 – 08/00490

Sparkivøllur í Æðuvík.
Skriv við 49 undirskriftum er handað kommununi frá bygdafólkinum í Æðuvík í samband við, at tey ynskja at sparkivøllurin verður størri enn standard vøllurin sum ætlanin er at leggja í bygdini.
Tey vísa á, at tey eru sinnað at gera arbeiðið ókeypis og ynskja eisini, at virðislønin fyri reinastu bygd verður brúkt til endamálið.
- Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/06-2010 samtykt at halda fast við viðtøkuna frá 16. Sept. 2009.

5.
J. nr. – 10/00311

Eykajáttan til liðuggerð av barnagørðunum á Skála og í Søldarfirði.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Í fíggjarætlanini fyri 2010 bleiv samlað avsett 2.5 mill. til byggistig 1. Vónin var tó at røkka at gera ½ barnagarðar soleiðis, at teir kundu takast í brúk. Uttanum økið var tó ikki alt við í hesi meting, sum t.d. asfaltering av bilstøðuplássum v.m.
Nýggj meting er gjørd, ið staðfestir, at ætlanin ikki fer at halda. Nýggja metingin vísir, at tað mangla 0,9 mió. kr. í Søldarfirði og 0,6 mió. á Skála. Harumframt kemur indeksregulering av 4 ársfjórðingi 2009 og fyri 1. og 2. ársfjórðingi 2010, mett til uml. 0,3 mió. Samlað 1,8 mill. fyri liðugtgerð av byggistig 1 av báðum barnagørðunum.
Í nýggju metingini er alt tikið við fyri liðugtgerð av byggistig 1. Somuleiðis eisini neyðugar broytingar, alt uttanumøkið og asfaltering.
Sosiala deild mælir til, at byggistig 1. verður gjørt so fulfíggjað sum gjørligt og at heitir á fíggjarnevndina um at játta eykajáttan uppá 1.8 mió. kr.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 14/06-2010 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 17.06.2010 samtykt at veita 1,5 mió í eykajáttan, sum verður fíggjað úr gjaldførinum. Neyvari útrokningar gera, at fíggjarnevndin metir, at m.a. indeksreguleringin og asfalteringin verða bíligari, enn mett.

6.
J. nr. 352 – 10/00306

TAKS biður í skrivi df. 08/06-2010 um álit til umsókn frá Skála Ítróttarfelag, sum søkir um skattafrælsi.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 17.06.2010 viðmælt til at veita skattafrælsi til Skála Ítróttarfelag.

7.
J. nr. 046 10/00177
Setan av havnarmeistara við Runavíkar Havn.
7 umsóknir eru komnar til starvið.