HEIM

Býráðsfundur 5. november 2009

1.
J. nr. 102 – 09/00594

2. viðgerð av eykajáttan til keyp av gomlu doktarahúsunum í Runavík.
-Fíggjarleiðarin mælir til at samtykkja eykajáttan uppá 1 mió. á nýstovnaða rakstrarstaðið 611 “Kommunalir bygningar, íløgur”. Játtanin verður flutt frá RS 651 “Vatnverk, íløgur”, hetta fær hvørki ávirkan á samlaðu økini sum Tekniska nevnd fyrisitur ella samlaðu figgjarætlanina fyri 2009.
-Býráðið hevur á fundi 24/09-2009 samtykt at játta 1. mió. til keypið av gomlu doktarahúsinum og at játtanin frá rakstrarstaði 651 verður flutt til 611.
-Býráðið hevur á fundi 05/11-2009 samtykt við 2. viðgerð at játta 1. mió. til keypið av gomlu doktarahúsinum og at játtanin frá rakstrarstaði 651 verður flutt til 611.

2.
J. nr. G 81 – 09/00573

Teknistovan v/Eyðun Petersen, Runavík, søkir við skrivi df. 10/08-09 vegna Bakkafrost um at fylla hylin upp millum bátahylin og norðara havnaøkið á Bakka.
-Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 26/10-2009 mælt til at gera arbeiðið og at taka málið upp í samband við fíggjarætlanina fyri 2010.
-Býráðið hevur á fundi 05/11-2009 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini.

3.
J. nr. N 52 – 09/00535

4.
J. nr. 330 – 08/00598

Viðvíkjandi dagtilhaldinum til pensionistar í Runavíkar kommunu.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Mett verður, at bæði hølini hjá Kvinnufelagnum og hjá Eldrafelagnum Nón eru væl egnaði til virksemið til eldratilhald. Tó eru fleiri rúm og meira pláss í hølunum hjá Eldrafelagnum.
Í mun til atkomu fyri rørslutarnað, er miðhæddin í hjá Kvinnufelagnum væl egnað, meðan tørvur er á at gera eina rampu til miðhæddina á Eldrafelagnum.
Fløvin hevur virkað í Kvinnufelagshúsinum í uml. 20 ár.
Í Eldrafelagnum Nón er nógv virksemi sum tey eldru sjálvi skipa fyri.
Samanumtikið metir Sosiala deild, at hølisumstøðurnar í báðum húsunum eru góðar, men húsini hjá eldrafelagnum Nón hava munin í stødd og kunnu tí rúma meira ymiskt virksemi. Somuleiðis verður tað mett at verða ein fyrimunur, at tað frammanundan møta so nógv eldri fólk, ið eru við til at mynda Eldrafelagið og virksemið í húsinum. Mælt verður tí til, at kommunan stuðlar Eldrafelagnum Nón í at fyriskipa og reka eitt eldratilhald.
Mælt verður til, at kommunan setir samskipara í hálvtíðarstarv at samskipa og skapa karmar fyri virksemi hjá dagtilhaldinum, sum tey eldru sjálvi kunnu útfylla. Mett verður, at tilboðið t.d. kann verða opið yrkadagar frá 14.00 til kl 17.00.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 26/10-2009 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild og avseta 300.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2010.
-Býráðið hevur á fundi 05/11-2009 samtykt at avseta 300.000,- á fíggjarætlanini fyri 2010 og at taka upp samráðingar við Eldrafelagið Nón og Dagtilhaldið Fløva um hvar dagtilhaldið skal skipast.

5.
J. nr. 243 – 07/00298

Bygging av nýggjari Støkk-høll í Runavík.
TN-Bygg var á fundinum og greidd frá broytta uppskotinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælt til at geva loyvi til umsóktu broyting.
-Býráðið hevur á fundi 05/11-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini at flyta bygningin smb. tekning df. 28/10-09, treytað av at øll neyðug loyvi verða fingin tilvega.

6.
J. nr. 029 – 09/00514

Broyting av Kommunustýrisskipanini fyri Runavíkar kommunu.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 17.09.2009 samtykt, at málið verður lagt fyri býráðið.
-Býráðið hevur á fundi 24/09-2009 samtykt at góðkenna uppskotið til Kommunustýrisskipan.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 28/10-2009 mælt til at góðkenna uppskotið, við teimum broytingum sum komu á seinasta býráðsfundi.
-Býráðið hevur á fundi 05/11-2009 við 2. viðgerð samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

7.
J. nr. 102 – 09/00600

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2010.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 28/10-2009 gjøgnumgingið uppskotini frá nevndunum til fíggjarætlan fyri 2010, sum vísir eitt hall uppá 16 mió. kr. - Heitt verður á nevndirnar um at koma við sparingum til 2 viðgerð.
-Býráðið hevur á fundi 05/11-2009 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.