HEIM

Býráðsfundur 30. apríl 2009

1.
J. nr. 370 – 09/00219

Yvirtøka av umsitingini av Serflutningsskipan Landsins.
Ummæli frá Sosialu deild:
-Sosiala nevnd hevur á fundi 22/04-2009 mælt til at yvirtaka umsitingina av Serflutningsskipanini.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2009 samtykt at taka undir við sosialu nevnd.

2.
J. nr. 132 – 08/00249

3.
J. nr. 252 – 08/00523

Projektør (kanón) og lørift til auluna í Skúlanum við Løkin.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2009 samtykt at keypa lørift og projektør til auluna.

4.
J. nr. 566 – 09/00271

Gøtunøvn og adressir í Runavík, Saltangará og á Glyvrum
Tekn. deild mælir til:

· at strika gøtunavnið oman Sandheyggj, og leggja adressurnar til Sýnarveg nr. 1 – 3 – 5 og 7.

· at strika gøtunavnið Garðsgøtu, hesin vegur hevur eina adressu og verður mælt til at leggja adressuna til undir Gørðum nr. 3B.

· at strika gøtunavnið við Íshyl, hesin vegur hevur onga adressu.

· at strika gøtunavnið Blikagøtu, og leingja Tjarnarveg til markið millum Saltangará – Runavík, og broyta adressuna á matr. nr. 1s til Tjarnarveg 15
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/04-2009 tikið undir við tilráðingin frá Teknisku deild, tó verður mælt frá at strika gøtunavnið oman Sandheyggj og mælt verður til, at gøtunavnið Blikagøta verður brúkt til nýggja vegin í samband við byggiætlanini hjá P/F Vist í Runavík.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

5.
J. nr. 352 – 09-00176

Skriv frá foreldrum at børnum í Dagstovninum í Oyndarfirði, sum heita á kommununa um at viðgera systkinaavsláttur í barnaansingini av nýggjum.
-Sosiala nevnd mælir til at játta avsláttur til triðja barnið.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23-04-2009 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd, og at miðað verður ímóti, at hetta verður sett í verk frá 1. januar 2010, og at pengar verða avsettir á fíggjarætlanini til endamálið.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2009 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

6.
J. nr. 105 – 09/00254

Byggibúning av grundstykki til nýggju fimleikahøllina hjá Støkk.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2009 samtykt at at játta 1,5 mió. kr. íroknað mvg til útgrevstur, planering og byggibúning av grundstykki.

7.
J. nr. 102 – 09/00281

8.
J. nr. 567 – 09/00267

Val av limum í Ferðslunevndina fyri Runavíkar kommunu 2009 - 2012.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 21/04-2009 mælt til at velja Karl Rasmusen í nevndina fyri Teknisku nevnd.
-Býráðið hevur á fundi 30/04-2009 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.