HEIM

Býráðsfundur 29. januar 2009

1.
J. nr. 022 – 09/00026

Val av hegnsýnisnevnd fyri Skála og Skálafjørð.
-Tekniska nevnd mælir til at velja hesar limir í hegnsýnisnevndina:
Elias Hansen, Skála
Ólavur Berg, Skála
Eivin Olsen, Skála
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

2.
J. nr. 022 – 09/00027

Val av hegnsýnisnevnd fyri Elduvík og Funningsfjørð.
-Tekniska nevnd mælir til at velja hesar limir í hegnsýnisnevndina :
Anfinn Clementsen, Elduvík
Poul Johannes Reyná, Elduvík
3. Sunleif Pattinsson, Funningsfjørð
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

3.
J. nr. 022 – 09/00028

Val av hegnsýnisnevnd í Oyndarfirði.
-Tekniska nevnd mælir til at velja hesar limir í hegnsýnisnevndina :
Hilmar Petersen, Oyndafjørð
Eirikur Joensen, Oyndarfjørð
Ingvard Johansen, Oyndarfjørð
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

4.
J. nr. 022 – 09/00029

Val av hegnsýnisnevnd fyri Funning.
-Tekniska nevnd mælir til at velja hesar limir í hegnsýnisnevndina :
Petur Skeel Skarðsá, Funningur
Heri Højsted, Funningur
3. Adolf Johannesen, Funningur
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

5.
J. nr. 022 – 09/00045

Val av limum í felags barnaverndarnevndina fyri Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunu.
-Sosiala nevnd mælir til at heita á Arnfríð Thomsen og Marnu Hansen um at halda áfram í barnaverdarnevndini.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við Sosialu nevnd, har umframt varð samtykt at velja Janhild Olsen, Oyndarfjørð og Hendrik Jacobsen, Lamba sum varalimir.

6.
J. nr. 330 – 08/00598

Viðvíkjandi dagtilhaldinum til pensionistar, nú landið hevur avtikið stuðulin til dagtilhaldini.
Við lógarbroyting har dagtilboðini verða strika í lógini um umsorganararbeiðið fyri pensjónistar, hevur landið skorið burtur møguleikan at veita stuðul.
-Sosiala nevnd mælir til at kanna, um kommunan hevur møguleika fyri veita stuðul ið kann tryggja framhaldandi dagtilhald í kommununi og at talan bert kann verða um eitt dagtilhald fyri alla kommununa.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.

7.
J. nr. 534 – 09/00015

Møguleiki er at søkja IMR um stuðul til viðarvøkstur og umhvørvisverndartiltøk. Umsóknarfreistin er 1. febr. 2009.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekniska deild mælir til at søkja um stuðul til niðanfyri nevndu økir:
1. við Prestá, á Skála
2. í Æðuvík
add.1 Umsóknin til Prestá er eitt framhald. Á fíggjarætlan fyri 2009 eru avsettar 75.000 kr til verkætlanina.
add.2 Umsóknin til Æðuvíkar er nýggj, sí mál nr. 200800496 og nevndarviðtøku tann 19.11.2008 har nevndin gevur treytaða tilsøgn.
Lendið ið ætlanin er at nýta til endamálið er partvíst ogn hjá kommununi og partvís ogn hjá Búnaðarstovuni. Mælt verður til at játta 75.000 kr av kto ”fríðkan av økjum”
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

8.
J. nr. 022 – 022 – 09/00010

Val av einum limi og einum varalimi í Skattakærunevndina.
-Fíggjarnevndin mælir til at velja, sum fastan lim Napoleon Jacobsen (Poli) og Bárður Kass Nielsen sum varalimur.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

9.
J. nr. 022 – 05/00030

Val av einum limi og varalimi í nevndina
fyri SEV (eitt umboð skal veljast fyri Eysturoynna).
-Býráðið hevur samtykt at velja Kára E. Jacobsen fyri Runavíkar kommunu.