HEIM

Býráðsfundur 28. mai 2009

1.
J. nr. 521 – 09/00272

2.
J. nr. 132 – 08/00450

KFUM-skótarnir á Glyvrum søkja um at leiga húsini á matr. nr. 113 í Runavík, til virksemi hjá skótunum.
-Mentanarnevndin mælir til at játta umsóknina, við teimum ásetingum sum fyriskrivaðar eru um brunatrygd v.m.
-Býráðið hevur á fundi 2805-2009 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.
Samtykt við 9 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

3.
J. nr. 050 – 09/00341

Hans Jákup Johannesen, býráðslimur setir fram uppskot um at býráðslimir fáa koyripengar í smb. við fundir og endurgjald fyri nýtslu av tlf. v.m.
-Fíggjarnevndin mælir til, at málið verður tikið upp í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2010.
-Býráðið hevur á fundi 28/05-2009 samtykt at fíggjarnevndin kannar og greinar málið, sum verður tikið uppaftur í sambandi við komandi fíggjarætlan.

4.
J. nr. 606 – 09/00369

Sp/f Greipan v/Per Mikkelsen søkir um skeinkiloyvi til “Blikk cafe'ina” sum tey skulu leiga.
-Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at játta skeinkiloyvi.
Býráðið hevur á fundi 28/05-2009 samtykt at taka undir við meirilutan í fíggjarnevndini.
-Samtykt við 8 atkvøðum fyri og 3 ímóti.

5.
J. nr. 252 – 09-00386

6.
J. nr. 102 – 09/00281

Fíggjarætlanin fyri 2009, tillagingar/sparingar.
-Fíggjarnevndinmælir til at taka undir við uppskotunum frá nevndunum, sum samlað geva eina sparing í rakstrinum upp á kr. 5.819.623,00, svarandi til 8%.
-Býráðið hevur á fundi 28/05-2009 samtykt at taka undir við broytta uppskotinum til fíggjarætlan smb. tilmæli frá nevndunum, og uppseting frá fíggjarleiðaranum skjal nr.1. dagf. 28. mai 2009, við eini samlaðari sparing uppá kr. 5.660.000,00.