HEIM

Býráðsfundur 27. aug. 2009

1.
J. nr. G 81 – 09/00507

Teknistovan v/Eyðun Petersen, Runavík, søkir vegna Bakkfrost, Glyvrar um loyvi at byggja gongd og skrivstovur uppí sunnara enda á matr. nr. 81 sambært viðløgdu tekningum.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at játta byggiloyvi til tilbygningin við teirri treyt, at Brunaumsjón Landsins og Arbeiðseftirlitið góðkenna tekningarnar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið samtykti at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
J. nr. 431 – 08/00333

Víðkan av tyrvingarplássinum hjá IRF í Oyndarfirði.
Búnaðarstovan biður um ummæli til umsókn frá IRF, har søkt verður loyvi at víðka tyrvingarplássið í Oyndarfirði.
-Tekniska nevnd mælir til at játta umsóknini.
-Býráðið samtykti at taka undir við Teknisku nevnd.

3.
J. nr. 512 – 09/0047
7
P/F ARTICON, P/F BORG og Sp/f Selmar Nielsen søkja við skrivi df. 06/07-09 um loyvi at keypa eitt øki til at byggja vardar íbúðir á.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at selja teimum uml. 3.180 m2 í sunnara partinum av matr. nr. 1b til vardu íbúðirnar. Stykkið liggur norðan fyri stykkið sum Sp/f VIST hevur fingið tilsøgn um.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið samtykti at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
J. nr. G 219c – 09/00218

Atlantic Supply Base søkir um loyvi at yvirtaka leigumálið fyri grundøkið undir pakkhúsinum á matr. nr. 219c.
-Vinnu- og havnanevndin mælir til, at ASB fær loyvi til at yvirtaka leigumálið fyri tíðarskeiðið ið eftir er av leigumálinum, við somu treytum sum eru galdandi í verandi sáttmála.
-Býráðið samtykti at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini.

5.
J. nr. 521 – 09/00510

Julianna Klett, adv. søkir vegna Fróða Ejdesgaard, um loyvi at yvirtaka leigusáttmálan á havnarøkinum í Oyndarfirði sum P/F Sjóvartún hevði við kommununa. Á økinum er bygdur ein skúrur sum verður brúktur til egning o.a. í smb. við sjóvinnu.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at frábýta uml. 50 m2 frá matr. nr. 118a til leigustykki undir skúrin, sum víst á hjáløgdu tekning df. 17/08-09.
-Vinnu- og havnanevndin hevur á fundi 18/08-2009 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið samtykti at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini og at leigumálið kann verða galdandi í upp til 20 ár.