HEIM

Býráðsfundur 26. nov. 2009

1.
J. nr. 330 – 08/00598

Viðvíkjandi dagtilhaldinum til pensionistar í Runavíkar kommunu.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Sosiala deild mælt til, at kommunan setir samskipara í hálvtíðarstarv at samskipa og skapa karmar fyri virksemi hjá dagtilhaldinum, sum tey eldru sjálvi kunnu útfylla. Mett verður, at tilboðið t.d. kann verða opið yrkadagar frá 14.00 til kl 17.00.
-Býráðið hevur á fundi 05/11-2009 samtykt at avseta 300.000,- á fíggjarætlanini fyri 2010 og at taka upp samráðingar við Eldrafelagið Nón og Dagtilhaldið Fløva um hvar dagtilhaldið skal skipast.
-Á fundi 25/11-09 við umboð fyri Dagtilhaldið Fløvi og Eldrafelagið Nón var niðurstøðan at bæði feløgini meta, at tað er upp til kommununa at taka avgerð um hvar dagtilhaldið skal halda til. Tað týdningarmesta er at játtan er avsett til endamálið. Umboðini fyri Fløvan løgdu dent á, at staðið ikki er so avgerðandi, men at tað hevur týdning fyri tey um navnið “Dagtilhaldið Fløvi” kann liva víðari.
Tilmæli frá sosialu deild:
Mælt verður til at stovnseta og reka eitt kommunalt dagtilhald við heitinum Dagtilhaldi Fløvi og at heita á Eldrafelagið Nón um at leiga teirra hús til endamálið.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 25/11-2009 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Sosialu deild og leggja málið fyri býráðið.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2009 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.

2.
J. nr. 102 – 09/00600

Onnur viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2010.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23/11-2009 mælt til at góðkenna uppskot til fíggjarætlan df. 23/11-2009:
Mettur A og B skattur 103.181.000
-rentustuðul 4.160.000
99.021.000

Rakstur 69.271.000
íløgur 13.250.000
Fíggjarkostnaður 13.500.000
Gjaldføri 3.000.000
99.021.000

og at áseta skattaprosentið til 22% (óbroytt) og barnafrádráttin kr. 4.000,00 (óbroytt).
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2009 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

3.
J. nr. 046 – 09/00708

Karl Rasmussen, býráðslimur søkir við skrivi df. 23/10-2009 um farloyvi frá býráðnum í tíðarskeiðnum 1/1 – 31/5-2010 vegna lestrarørindi í Danmark.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2009 samtykt at játta farloyvi og at næsti maður á listanum tekur sæti í býráðnum.

4.
J. nr. G 265d – 04/00007

Teknisstovan v/Eyðun Petersen, søkir við skrivi dagf. 09/09-09, vegna Frithleif Olsen, um byggiloyvi til íbúðarbygning við 8 íbúðum á matr. nr. 265d í Saltangará. Víst verður á, at ætlanin verður tillagað loyvinum frá kommununi í skrivum dagf. 03/03-04 og 05/10-07.
Fyri at ætlanin kann gerast veruleiki og arbeitt kann verða víðari við ætlanini er, at vegaføringin til økið verður avgreidd.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/09-2009 mælt frá at játta byggiloyvi grundað á fygjandi :
Mett verður ikki, at rætt er at leiða meiri ferðslu gjøgnum torgið.
Alternativ loysn við vegi suðureftir til Tjaldraveg er mett at verða ov dýr til eitt einstakt byggjarí.
Mælt verður til at taka upp samráðingar við umsøkjaran um keyp/umbýti av stykkinum.
-Býráðið hevur á fundi 24/09-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
Aftaná samráðingar um umbýti av matr. nr. 265d við 2 grundstykkir á Høgaleiti, hevur Frithleif Olsen boðað frá, at hann ikki er áhugaður at umbýta stykkið við 2 grundstykkir á Høgaleiti sum hann hevur fingið í boði.
-
Vísandi til at treytað byggiloyvi er givið til matr. 265d, er ivamál um møguleiki er fyri at ganga frá givnu tilsøgn. Umsøkjarin vísir á 3 uppskot til loysn av málinum
1. at kommunan keypir matr. nr. 265d
2. at umsøkjarin fær eitt annað høgligt stykki í býti
3. at kommunan ger veg til stykkið
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 26/11-2009 mælt til at avtaka býráðsviðtøkuna frá 24/09-2009 og at samráðast við Frithleif um uppskot hansara til loysn av málinum.
-Býráðið hevur á fundi 26/11-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

5.
Áseting av fundardøgum hjá býráðnum fyri 2010.

-Býráðið hevur á fundi 26/11-2009 samtykt at áseta hesar fundardagar fyri 2010:
28/01, 25/02, 25/03, 29/04, 27/05, 24/06, 02/09, 30/09, 28/10 og 25/11.