HEIM

Býráðsfundur 26. mars 2009

1.
J. nr. 050 – 07/00556

Viðvíkandi konsuletavtalu um marknaðarføring av Runavíkar Havn og Ferðavinnu í Runavíkar kommunu.
-Vinnu- og havnanevndin hevur á fundi 16/03-2009 mælt til at siga avtaluna upp og ístaðin fyri at gera eina avriksavtalu.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini.

2.
J. nr. 431 – 09/00197

Umhvørvisstovan hevur við skrivi dagf. 12/03-2009 sent uppskot um ískoyti til umhvørvisgóðkenning av tyvingarplássinum hjá IRF í Oyndarfirði til viðmerkingar/
rættingar, sum skal verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 27. mars 2009.
-Tekniska nevnd mælir til at góðkenna umsøknina treytað av:
1. At virksemið fer fram á verandi øki
2. At kommunan verður kunnað so hvørt sum arbeiðið fer fram
3. Undir gókenningartreytir pkt. 4, skal eftirlitið verða óvildugt.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

3.
J. nr. 561 – 08/00497

El-Service á Skála heitir á kommununa um at gera ábøtur á trappu og gøtu við El-Service frá parkeringsplássinum til Turkihúsið.
-Tekniska nevnd mælir til at taka av tilbonum uppá at gera arbeiðið.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

4.
J. nr. 535 – 09/00089

Kampingplássið á Skála – el-viðurskiftini á húsvognaøkinum v.m.
-Tekniska nevnd mælir frá at útbyggja elveitingina og mælir frá at seta bumm upp.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

5.
J. nr. 022 – 09/00029

Hegnsýnisnevnd fyri Funning.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 17/03-2009 mælt at velja Jóan Petur Reyðberg í hegnsýnisnevndina.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

6 - 7.
J. nr. 255 – 09/00107 og 105 – 09/00205

Fíggjaligur stuðul til feløgini í kommununi í 2009.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við uppskotinum frá Mentanarnevndini.

8.
J. nr. 513 – 09/00186

Tilboð uppá skiftan av tekju á Funningsfjarðar skúla.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn. deild hevur innheintað tilboð uppá at skifta tak á skúlanum í Funningsfirði.
-Mentanarnevndin mælir til at taka av lægsta tilboðnum, sum er frá sp/f Smíðlist..
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.

9.
J. nr. G 150a – 09/00157

John Andersen, Saltangará søkir við skrivi dagf. 26/02-09 um loyvi at keypa grundstykki burturav matr. nr. 150a Glyvra bygd.
Søkt verður eisini um loyvi at gera innkoyring til grundstykki frá vegnum á Líknagøtu.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tað er natúrligt at grundstykkið kemur at liggja í mark við vegin á Líknagøtu og mælir Tekn. til, at grundstykki fær atkomuveg úr vegnum á Líknargøtu.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

10.
J. nr. G 165a – 09/00175

Símun Danielsen og Johanna Troest søkja við sundurbýtisskjali df. 20/02-09 um loyvi at býta matr. nr. 165a sundur í 2 stykkir stór uml. 2.033 m2 hvørt.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Matr. nr. 165a liggur í býarplansøkjunum B og D4 og er onki til hindurs fyri at býta øki sundur, og gera atkomuveg frá komandi Fjarðavegi vestan fyri matr. nr. 165a . TD mælir til at játta umsóknina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

11.
J. nr. N 47q – 09/00177

JHR Entreprenørar søkja um byggiloyvi til virkisbygning á ídnaðarøkinum á Hálsi.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í skrivi df. 12/03-09 biðja vit um at fáa rættaðu tekningar til viðgerar til byggiloyvi.
Við skrivi, komið til okkara 18/03-09, senda JHR Entreprenørar avrit av tekningunum merktar :
Nr. 01 – 01.1 - 01.2 – 02 – 03 – 04 – 05 – 06 – 07 – 10 – 11 – 12 og nr. 13 df. 10/04-07.
Tekn. deild mælir til at játta umsóknina.
P.S.: Byggiloyvið má ikki avgreiðast fyrrenn góðkenning fyriliggur frá Brunaumsjón Landsins.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

12.
J. nr. 512 – 07/00102

Byggiætlanin hjá Sp/f Vist – umsókn um loyvi at víðka verkætlanina.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekniska deild mælir til at flyta byggiøkið 20 m longur norður, so sleppast kann undan at spreingja heyggin burtur, innkoyringin skal somuleiðis flytast 20 m longur niðan.
Mælt verður til at ganga ynskinum á møti, tað er ikki neyðugt at leingja vegin fyri at sleppa inn á byggiøki. Mælt verður eisini til at góðkenna regulering av marki niðanfyri (+ 5 m)
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

13.
J. nr. 540 – 09/00192

Viðvíkjandi vatngjaldi til handlar, skrivstovur og smærri virkir í kommununi, sum í dag er kr. 500,00 kr.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 18/03-2009 mælt til at strika hetta vatngjald.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

14.
J. nr. 022 – 09/00191

Val av tveimum limum í nevndina fyri Skálafjarðartunnilin.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 18-03-2009 mælt til at velja Magnus Rasmussen og Beintu Olsen í nevndina.
-Býráðið hevur á fundi 26/03-2009 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.