HEIM

Býráðsfundur 25. juni 2009

1.
J. nr. 520 – 09/00422

Kongshavnar Havnastýri.
Góðkenning av ársroknskapi og uppskot til fíggjarætlan fyri 2010.
-Býráðið hevur á fundi 25-06-2009 góðkent roknskapirnar.

2.
J. nr. 521 – 09/00428

Atlantic Supply Base (ASB) søkir um at leingja leigumálið undir tangunum á havnarøkinum í Saltangará til 2015.
-Býráðið hevur á fundi 25-06-2009 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnanevndini um at játta umsóknini.

3.
J. nr. G 219c – 09/00218

Atlantic Supply Base søkir um loyvi at leiga undirlendið undir pakkhúsinum á matr. nr. 219c
-Málið varð tikið av skrá.

4.
J. nr. 212 – 09/00435

5.
J. nr. 352 – 07/00750 & 07/00751

Kostnaðarmeting av liðuggerð av barnagarðunum
-Býráðið hevur á fundi 25-06-2009 einmælt tikið undir við tilmælunum frá Sosialu nevnd og um at leingja byggiarbeiðið og gjaldsavtaluna við Búsetur fram til summarfrítíðina 2010.

6.
J. nr. 331 – 08 /00451

Navn til Sambýli á Skála.
-Býráðið hevur á fundi 25-06-2009 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd at navnið verður: Eldrasambýlið á Skála

7.
J. nr. 022 - 09/00267

Val av einum limi afturat í Ferðslunevndina.
-Býráðið hevur á fundi 25-06-2009 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku
nevnd um at velja Eliesar Kastalag í nevndina.

8.
J. nr. 103 – 09/00378

Roknskapurin hjá Funnings kommunu fyri 2008.
-Býráðið hevur á fundi 25-06-2009 einmælt samtykt at góðkenna roknskapin.

9.
J. nr. 103 – 09/00444

Roknskapurin fyri Runavíkar kommunu 2008.
-Býráðið hevur á fundi 25-06-2009 einmælt samtykt at góðkenna roknskapin.

10.
J. nr. 243 - 07/00298

Ætlað lántøka hjá Støkk til nýggju Støkk-høllina í Runavík.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndin um at loyva Støkk at tinglýsa skuld í nýggju Støkk-høllini, matr. 734c, Tofta bygd, í mesta lagi 21.500.000 kr.

11.
J. nr. 102 – 09/00281

Fíggjarætlanin fyri 2009, tillagingar/sparingar.
-Býráðið hevur samtykt taka undir við tilmæli frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini um at lækka samtyktu sparingarnar á øki 3 við 160.000 kr netto.